Pauli Høj roynir seg nú í næstbestu norsku hondbóltsdeildini við Bergsøy.
Bergsøy hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Teir hava nevnliga vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Sunnudagin vann Bergsøy í REM Arena høllini í Fosnavåg greiðan 31-23 sigur á Ryger Stavanger. Í steðginum var Bergsøy frammanfyri við trimum málum, 14-13.
Pauli skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Bergsøy er triðfremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir. Bodø og Viking TIF eru fremst við átta stigum hvør fyri fýra dystir.
Komandi sunnudag klokkan 15 spælir Bergsøy dyst á heimavølli móti júst Viking TIF.