Nú er Sävehof á einum endaspælsplássi

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir vunnu stórsigur

Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof ferðaðust í dag til Eskilstuna fyri at spæla dyst móti Guif í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tað gekk framúr væl. Sävehof vann stórsigur 37-24. Sävehof gjørdi arbeiðið mest sum liðugt í fyrra hálvleiki, tí í steðginum vóru teir frammanfyri við 11 málum, 20-9.

 

Ísak fekk tríggjar málmøguleikar, og hann setti tveir teirra í netið.

 

Sävehof er á áttanda plássinum, ið við lokið endaspæl gevur atgongd til endaspælið. Har hevur Sävehof fimm stig fyri seks dystir.

 

Mikukvøldið klokkan 18.45 verður grannauppgerð í høllini í Partille. Tá kemur Önnered á vitjan.