Piteå fekk týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum

Piteå hevur nógv at spæla fyri komandi umførini

Liðini hjá Jóhonnu Fossdalsá Sørensen og Áslu Johannesen stríðast í hvør sínum enda í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen spældi allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í Piteå á heimavølli leiktu javnt 0-0 móti Djurgården.

 

Piteå er fimtaftast í deildini við 22 stigum fyri 21 dystir. Piteå er fýra stig frammanfyri triðaftasta liðið, Rosengård sum hevur 18 stig. Piteå hevur sjey stig niður til Linköping, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina aftaná lokið kappingarár. So tær hjá Piteå eru langt frá leysar frá niðurflytingarvandanum. 

 

Komandi sunnudag klokkan 12 spælir Piteå dyst á útivølli móti Växjö, ið er eitt stig frammanfyri Piteå. 

 

Jóhanna Fossdalsá Sørensen, ið spælir við BK Häcken, ið er fremst í deildini við 49 stigum hevur slitið krossbandið, og má tí undir skurð. Jóhanna verður ikki at síggja aftur hetta kappingarárið.

 

Undan dystinum Häcken vann 2-0 á Alingsås á útivølli ígjár valdu liðfelagarnir at heiðra Jóhonnu. Tað sæst á myndini her:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: BK Häcken