Hendingin fór fram á barr í Esbjerg herfyri og enn hevur løgreglan í Esbjerg ikki funnið teir tríggjar menninar sum herfyri løgdu á ein føroyingin sum dansaði við eini danskari damu. Tá ið menninir skiltu, at tað var ein føroyingur sum dansaði við henni, skuldu teir royna at skilja tey at, men føroyingurin bað teir spyrja gentuna, hvat hon segði, og hon hevði einki ímóti at dansa við føroyinginum. Tá lupu teir á føroyingin.
Sambært vitnunum, sum nú eru avhoyrd, tóku menninir eitt reip og bundu um hálsin á føroyinginum og fóru við honum út úr barrini. Føroyingurin var saman við einum dana, tá hann kom inn, og teir vóru báðir ávirkaðir, sigur Therkelsen kommiserur.
Dragsaður
á bensinstøð
Føroyingurin var so dragsaður yvir til eina bensinsølu, har nakrir danir so komu føroyinginum til hjálpar, og tá gjørdist rættiligt rok. Føroyingurin slapp leysur og fjaldi seg inni á bensinsøluni. Ein av kvalaramonnunum slapp leysur av hjálparmonnunum inn á bensinsøluna, tí hann skuldi hava føroyingin. Hann fann hann ikki og legði á eitt konufólk sum arbeiddi á støðini, og hon er nú eisini avhoyrd og hevur givið løgregluni sína frágreiðing. Hon hevði eisini fingið onkran snuddin.
Bæði føroyingurin og konufólkið á bensinsøluni hava víst á henda eina danan, sum er avhoyrdur, men hann sigur seg einki kenna til málið, tí hann var við hús, tá hetta hendi. Kona hansara hevur eisini sagt, at so var. Nú skal løgreglan so avhoyra eitt triðja vitni, ið kann staðfesta, at føroyingurin og konufólkið á bensinsøluni hava víst á sama mann, og her liggur málið í løtuni, sigur Therkelsen kommiserur.
Vanlig barrballada
Therkelsen metir hetta at vera eitt álvarsmál og løgreglan fer at leggja nógva orku í at fáa at vita, hvat hendi. Føroyingurin kendi tað so, sum royndu menninir at kvala hann, og tá hann kom á skaðastovuna sást eisini tíðiliga á hálisinum at barkatakið hevur verið sera meint. Føroyingurin varð útskrivaður dagin eftir.
Spurdur um nakað politiskt liggur í hesum nú viðurskiftini millum Føroyar og Danmark ikki hava verið av teim bestu seinnu tíðina, sigur Therkelsen, at tað metir hann ikki.
Vit hava ongar trupulleikar havt av føroyingum, og vit meta hetta sum reina barrballadu, sigur hann. Hetta er ein stakhending móti einum persóni á eini barr, meiri leggja vit ikki í tað, vísir hann á.
Tað búgva fleiri túsund føroyingar í Esbjerg, á eini gøtu yvir 700, men Therkelsen hevur bert gott at bera føroyingum.










