Tað er altíð hugaligt, at borgarin fylgir við og ger viðmerkingar til ætlanir býráðsins.
Í opnum brævi í Sosialinum Dimmalætting høvdu tygum fyrst í vikuni nakrar viðmerkingar til ætlanina at leggja ringvegin niðan fyri Landssjúkrahúsið.
Tað sýnist tó sum at okkurt er misskilt - tað er ikki Argir, sum er nakar trupulleiki. Argjafólk sleppa sum er eftir Dr. Dahlsgøta - og um nøkur ár eftir tí nýggja vegnum, sum skal gerast og bindast í ringvegin uttan fyri nýggja kirkjugarðin.
Trupulleikin er, at ferðslan yvirhøvur veksur alsamt, og at veganetið tó má útbyggjast. J. C. Svabosgøta, sum er ein av høvuðsvegunum í býnum og í veruleikanum ein partur av ringvegnum, liggur í dag tvørtur í gjøgnum landssjúkrahúsøkið. Tað duga allir partar at síggja, at hetta er ikki heppið.
Men um ongin onnur loysn verður funnin, gerst einki annað enn at útbyggja hana, har hon er - sjálvt um hetta helst enn meira fer at býta sjúkrahúsøkið í tvey.
Tygum skjóta upp at leggja veg av Frælsinum yvir í Velbastaðvegin. Hetta er eisini gjøgnum landssjúkrahúsøkið, og um nøkur ár - tá sjúkrahúsið fer at byggja tann vegin - er støðan aftur sum hon er í dag, at ein høvuðsvegur býtir sjúkrahúsøkið í tvey.
Haraftrat er at siga, at hetta uppskotið eisini hevur verið frammi fyrr, og at hesin vegur verður ivaleysa brattur til at kunna loysa sína høvuðsuppgávu, sum er at vera ein partur av høvuðsvegakervinum - ringvegnum - sum samanbindir eystara og vestara havnaøki.
Tá »spøkilsið«, tygum nevna, var frammi fyrstu ferð, var Sverri Dahl, fyrrverandi landsantikvarur, festari í Sandagerði. Tí var sjálvandi fyrst og fremst samráðst við hann, tí festið skuldi lata øki til vegagerðina.
Hann skilti støðuna, sum hevði tikið seg upp, og í brævi til Tórshavnar býráð, dagfest 25. mars 1987, góðtekur hann, eftir at hava sæð tað modellið, sum framvegis er at síggja í býráðshúsinum, at vegurin varð gjørdur.
Tað er tí eitt sindur løgið, at onnur, sum einki hava við festið at gera, skulu vera so hart móti hesari loysnini, tí sum Sverri Dahl eisini viðmerkti, tað fer ikki munandi burtur av tí friðaða økinum.
Við hesari loysnini verður landssjúkrahúsøkið í einum tí tá verður J. C. Svabosgøta bert ein lokalvegur inn á, til tað ferðsluna, sum hevur ørindi á sjúkrahúsinum.
Talan er sostatt als ikki um nakað »spøkilsi«, men um eina skilagóða vegaloysn, sum vegatekniskt er í lagi. Ein loysn, sum ger sjúkrahúsøkið meira samanhangandi og friðarligt, og ein loysn, sum ikki tekur munandi burtur av friðaða bønum í Sandagerði.
Vinarliga
Leivur Hansen
borgarstjóri