Arbeiðsskaði Mikukvøldið frættist, at ein genta, sum er í starvi hjá FK í Hoyvík, hevði skorið seg í nakrar fingrar, tá ið hon stóð við eina maskinu í keypssamtøkuni. Karl Joensen, leiðari á Arbeiðseftirlitinum [...] eru kanningarnar ikki lidnar, og enn hava vit ikki tikið støðu til, um vit fara at heita á fútan um at reisa ákæru móti fyritøkuni, sigur Karl Joensen. Sum skilst, hevur gentan skorið seg í nakrar fingrar [...] tekningunum skuldi maskinan havt ein skerm, men hesin skermur varð ikki á maskinuni, tá ið tilburðurin fór fram. Karl sigur, at skaðin hevði ikki verið hendur, um maskinan var brúkt, sum hon sambært tekningunum
Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn ikki. - Skulu vit ikki bara siga, at tað skal vera forboðið at búgva í Havn? spyr hann. Við Sosialin sigur hann, at í hansara hugaheimi átti endamálið at verið [...] fyrrverandi borgarstjórin í havn, at raksturin av Smyrli kundi verið umborð á skipinum. Spurdur, um politiska skipanin ikki hevur skyldug til at flyta almenn arbeiðspláss út í útjaðaran, sigur hann, at [...] grundgevingin ikki vera, at hjálpa smáu kommununum, men at rationalisera raksturin av almenna stovninum. - Hetta minnir ikki sørt um tosið um útjavning millum høvuðsstaðin og útjaðaran. Í Reykjavík og
sjónvarpsstjórin ikki fekk nakran sum helst leiklut í hesi ætlan. Tískil ivast løgtingskvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum onga løtu í, at Fólkaflokkurin harvið hevur framt sína hóttan fyrr í ár í verki. [...] skuldi fáa avleiðingar fyri sjónvarpið. Annita er heldur ikki í iva um, at samanleggingin av stovnunum er íkomin beint nú, tí at Sjónvarp Føroya ikki hevur verið so vælumtókt, orsakað av ætlanunum um at samsenda [...] ? Eg ivist ikki í, at fólkaflokkurin bert hevur bíðað eftir tí røttu løtuni at gera tað, sum teir ynsktu at gera, sigur løgtingskvinnan hjá Tjóðveldisflokkinum. Hon vísir á, at Óli Breckman undir seinasta
Omanlop Tað er ikki bara á Viðareiðisvegnum, tað leypir ella ríður oman, tá ið vátveður er, og illa vil til. Fyrst í vikuni vóru eisini tvey skriðulop í Hesti. Jacob Pauli Silvurstein í Hesti sigur, at [...] norðuri á oynni. - Eg havi sjálvur ikki verið har norðuri og sæð hana, men tey siga, at hendan er lopin heilt undan eggini og í havið. Spurdur, um fólk í Hesti ikki hava hoyrt nakað til omanlopini hesar [...] báðar dagarnar, heldur hann ikki, at tey hava gjørt serliga nógv um seg. - Nei, eg havi so einki hoyrt, sigur hann. Sum skilst, er tað ikki vanligt, at tað loysnar úr fjallasíðuni í Hesti, men nú hendi tað
lovandi fyri í landskappingini við sigri á HB, máttu teir fyri fjórðu ferð á rað fara sigursleysir av vøllinum. Og tað er ein støða, sum helst eingin í felagnum er nøgdur um. - Tað er ikki nóg gott. Serliga [...] fingu orðið á hann eftir dystin. Og tit hava altso ikki vunnið síðani fyrsta dystin. Er tað nóg gott? - Nei, bestemt ikki. Og tað var so heldur ikki tað, sum vit ætlaðu, og tað mugu vit so gera nakað við [...] vit út av lagi illa í dag, meðan seinni hálvleikur hóast alt er nakað frægari. Tá royna vit at leggja trýst á teir, og partvíst eydnast hetta eisini. Men saman um tikið er talan ikki um nóg gott avrik,
seg í Grikkalandi, USA, Svøriki og í donskum fótbólti, sjálvandi, áðrenn hann ta ferðina kom til Føroya. Seinni var Skoubo eisini venjari hjá GÍ, men hvussu var og ikki, so gjørdist tað sum so ikki til [...] til nakað alvorligt við venjarayrkinum. Í øllum førum ikki fyrr enn nú. Síðani 1994 hevur hann als ikki verið venjari, men hevur ístaðin arbeitt sum blaðmaður á Nordjyske Medier. Grikska felagið, har Skoubo [...] mettur sum sonn hetja, hevur tó í fleiri umførum spurt seg fyri hjá honum, og nú hevur danin so avgjørt at taka av. Fyri fyrst hevur hann biðið um farloyvi frá blaðmannastarvinum í tríggjar mánaðir, og so er
er sett, og tískil kann ikki sigast, nær koyrandi verður á størri, nýggjari og breiðari vegi. Byggitek sigur tó, at væntandi verður vegurin ikki tikin í nýtslu fyrr enn einaferð í næsta ár. Bóndin hava gamla [...] verður vegurin enn ein nytta hjá honum í dagliga yrki sínum. Mynd: Ikki er greitt, nær vegarbeiðið í Havnardali verður liðugt, men sambært Byggitek verður tað einaferð í næsta ár [...] harvið betri koyriumstøðum. Ikki greitt nær arbeiðið er liðugt Sambært Byggitek er ikki greitt, nær vegarbeiðið verður liðugt, og nær nýggi vegurin sostatt kann verða tikin í nýtslu. Eingin føst tíðarætlan
- Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at koma til ta niðurstøðu, at vit halda okkum ikki hava annað í at velja enn at koyra Yasser Arafat í útlegd, segði Limor Livnat, kenslumálaráðharri við útvarpið hjá [...] hjá ísraelska herinum í gjár. Kenslumálaráðharrin hevur verið í USA saman við Ariel Sharon, forsætisráðharra seinastu dagarnar. Sharon gjørdi í gjár av at bróta vitjanina í Washington av eftir ta ógvusligu [...] kunngerð frá høvuðsskrivstovuni hjá Arafat í Ramallah stóð, at atsóknir sum tann í Tel Aviv gagna ikki friðinum.
Men meiningin hjá mær verður ikki tikin við, hóast eg eri nevndarformaður á einum virki, sum hevur brúk fyri hesi skipan. Í dag á middegi tosaði Kringvarpið við stjóran í Luna, hann visti at siga, at henda [...] og skal avtakast. Hesir sjálvir hava heilar fjarðar í Føroyum og skóla pengar inn av tí, so sjálvandi skuldu teir ikki fingið eitt oyra úr skipanini. Í gjár slapp Mowi at hava kraftigar meiningar um fis [...] hava heilar fjarðar í Føroyum undir sær og skóla pengar inn. Sjálvndi skuldu teir ikki fingið úr skipanini. Ein annan dag var Kringvarpið og tosaði við Bakkafrost, eisini teir høvdu ikki brúk fyri fiskav
at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki [...] Føroyar Politi í tíðindaskrivi. Dómurin staðfestir, at nýtsla av óskrásettum el-rennihjóli í ferðsluni verður revsað við sekt. Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur [...] at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.