Ikki við fyri fyrstu ferð í 58 ár

Charlie Watts situr ikki aftanfyri trummurnar á komandi konsertferðini hjá heimskenda rockbólkinum Rolling Stones.

 

Hann hevur annars verið við til hvørja einastu konsert hjá bólkinum, síðani hann kom upp í bólkin í 1963, men nú má 80 ára gamli trummuleikarin melda pass.

 

Hann er skurðviðgjørdur, - sagt verður ikki fyri hvat, men hann skal koma fyri seg, og kann tí ikki spæla konsertir. Hetta skriva útlendsk tónleikatíðarrit, m.a. kendi miðilin Rolling Stone.

 

Sambært Rolling Stone sigur ein talsmaður hjá bólkinum Rolling Stones, at skurðviðgerðin hevur gingið sera væl, men at Watts skal hava frið til at koma fyri seg.

 

Í tíðindaskrivi skemtar Watts sjálvur við, at fyri einaferð skuld er hansara “timing” eitt sindur “off” , og sipar hann her óivað til sítt annars óføra trummuspæl, sum als ikki er “off”.

 

Charlie Watts var ikki millum stovnandi limirnar í Rolling Stones, men kom við í 1963, og hevur síðani spælt til allar konsertirnar hjá bólkinum. Hann er eisini hin einasti, umframt Keith Richards og Mick Jagger, sum hevur verið við á øllum studioútgávum hjá bólkinum.

 

##med2##