Landskrona spælir ikki nakran leiklut í dag

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá Eyturrríki, sum tó ásannar at hasum dystinum sleppa eysturríkar aldrin undan

Tað var væl møtt av eysturrískum tíðindafólki til tíðindafundin hjá eysturríska landsliðnum, sum venur á Tórsvølli í kvøld.

 

Tað var upplagt hjá føroyska miðlinum á staðnum, at spyrja um Landskrona og sigurin á Eysturríki í 1990. Spurningurin mundi ikki koma óvart á, og tíðindafólkini úr Eysturríki høvdu hug at smílast.

 

- Tað vr eitt stórt úrslit fyri tykkum tá, men flestu av spælarunum í dag vóru ikki føddir tá. Vit hava fyrireikað okkum til hendan dystin og dysturin í Landskrona spælir ikki nakran leiklut í dag, sigur Franco Foda, landsliðsvenjari hjá Eysturríki, sum tó ásannar at Landskrona verður aldrin gloymt.

 

- Vit verða tó mintir á dystin hvørja ferð við møta Føroyum. So skriva og spyrja miðlarnir um dystin í 1990, men tað kemur ikki at ávirka liðið, sigur Franco Foda.

 

Hann rósti Tórsvølli og gistingarhúsinum, og vildi ikki brúka graslíki sum eina umbering. Hann segði bara, at tað eru treytirnar og at liðið bæði hevur og fer at venja á graslíki upp til dystin. Tann venjingin er í kvøld eftir tíðindafundin.