Hetja í átta sekund

Dejan Lacok nart bara eina ferð við bóltin í mansfinaluni. Men brotskastsbjargingin tryggjaði Neistanum steypasigurin

Hondbóltur

 

Fagnaðurin var ovurstórur hjá Dejan Lacok leygardagin, tá mansfinalan var av.

Rumenski málverjin hjá Neistanum hevur fyri tað nógva agerað sum stuðul hjá starvsfeløgum sínum, heldur enn at standa sum málverji. Hetta tí Neistin mest sum hvørja ferð hevur ein útlending ov nógv í hópinum, og at ein av hesum tí má sita yvir.

Blagoje Buha hevði tó ikki verið inni, tá Kyndil fekk brotskast í sínum seinasta álopi, og so tók Dejan av.

- Eg segði við Jakob, at eg kundi gott royna. Bæði Ári og Magnus høvdu staðið væl, men teir høvdu ikki tikið nakað brotskast. Og eg havi ofta tikið lutfalsliga nógv brotskøst, so hví ikki.

Í VÍF var bjargingarprosentið hjá tær upp á júst brotskøst sera høgt. Hvat er loyndarmálið, tá ein málverji skal taka brotskast.

- Tað veit eg ikki. Tað snýr seg um at vera konsentreraður, og so um at duga at bíða so leingi sum tilber. Eg haldi ikki, at tað er annað enn tað, segði fegni málverjin, beint áðrenn hann saman við liðfeløgunum skuldi eftir steypinum.