Tað er mentanarvika í Runavíkar kommunu. Ein partur av dagsskránni er, at tað klokkan 16 verður kommunuuppgerð í fótbólti. Hon verður í Runavík, og ein partur av fyrireikingunum á Skála er, at tey eta døgurða saman. Klokkan 14 verður borðreitt í bygdarsalinum á Skála við oksakjøti, og tá ið døgurðin verður liðugur, stevna tey út til Runavíkar.
Støðutalvan sigur, at setningurin hjá báðum pørtum er ógvuliga greiður. Higartil er tað ikki eydnast Skála at vinna fulla úrtøku. Trý stig eru sett á kontu, og javnleikurin ímóti B36 fyri viku síðani kendist søtur.
Pætur Dam Jacobsen hevur seinastu vikurnar ikki verið við. Hann er darvaður av liðbandsskaða. Karm Martin Johansen hevur heldur ikki verið tøkur. Tað er lærkrikin, sum darvar.
NSÍ hevur seks stig og er bara tvey stig frá niðurflytingarstrikuni. 3-2 tapið í Sørvági síðsta sunnudag kendist meint, tí avrikið var so lítið sannførandi.
Aron Knundsen hevur ikki spælt nógvu tær seinastu vikurnar, tí hann er skaddur í knænum. Einar Tróndargjógv var ikki við í Sørvág, tí hann var liðbandsskaddur.
NSÍ – Skála: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00.










