Steinbjørn fer ikki í Miðflokkin

Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, hevur ongar ætlanir um at fara úr Tjóðveldisflokkinum, sum hann annars segði seg umhugsa, tá Karsten Hansen fór í Miðflokkin

Tá Løgtingið samtykt nógv umtalaðu 266B, sum fekk Karsten Hansen at venda Tjóðveldislflokkinum bakið, úttalaði borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, positivt fyri at gera tað sama.

Sosialurin hevur spurt borgarstjóran, um hann framvegis umhugsar hendan møguleikan.

- Nei, sum sagt hevði eg forstáilisi fyri avgerðini hjá Karsten Hansen, men eg ætli mær ikki at gera tað sama, sigur borgarstjórin í Klaksvík, ið umboðar Tjóðveldisflokkin í býráðnum.

Hetta merkir ikki, at Steinbjørn O. Jacobsen er nøgdur við sín egna flokk.

- Eg haldi framvegis, at tað var skeivt av flokkinum at lata tvey tingfólk seta uppskotið fram. Hetta merkir tó ikki, at eg ætli mær úr flokkinum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Spurdur um hann hevur fingið tilboð frá Miðflokkinum um at gerast valevni til komandi løgtingsval, sigur borgarstjórin, at tað hevur hann ikki.

- Eg havi nóg mikið við at røkja borgarstjórastarvið og havi ongar ætlanir um at fara upp í landspolitik. Tí er hetta ikki aktuelt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

Hetta er annað valskeiðið hjá Steinbjørn O. Jacobsen sum borgarstjóra í Klaksvík, men triðja valskeiðið tilsamans. Fyrsta skeiðið var hann varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð.