Aðalfundurin í Atlantic Airways

Parker Donham, partaeigari í Atlantic Airways, er komin til Føroyar til aðalfundin í A. A. Vit kunnu vissa Passer Donham um, at vit føroyingar eru sera glaðir og ikki sørt erpnir av okkara flogfelag

Vit sum eru komnir til árs, minnast alt ov væl viðurskiftini áðrenn Føroya Landsstýri setti A. A. á stovn.

Tá var tað ikki bara serstaka føroyska veðurlagið sum avgjørdi regularitetin av flogferðsluni uppá Føroyar, men samlaðu áhugamálini hjá útlendskum flogfelag.

At útlendskur kapitalur, og harav spretta vónandi nýggir møguleikar, koma inn í pinkulandi Føroyar, megu vit sum land og fólk heilsa vælkomnum.

Men ráðaætlanin millum leiðslu og privatar partaeigarar, sum fór fram í fjør, má fáa konsikvensir á aðalfundinum í morgin.

Við hópuppsøgnum í flogfeløgum og lufthavnum kring okkum, sleppur Atlantsflog heldur ikki undan strategiskum og kanska structurellum avgerðum.

Í hesum vondu tíðum megu vit føroyingar ikki missa A. A. av hondum, men í nóg góðari tíð tryggja okkum framhaldandi fast samband millum Føroyar og Danmark.

Uppundir aðalfundin hevur nógv verið tosað um valdsbýti.

Ein sera primitivur hugsunarháttur.

Høvuðsuppgávan hjá eini nevnd er at vera mótspælari til stjórnina. Ikki mótspælari í orðsins rætta týdningi, men samlaða nevndin skal hava førleika til í øllum viðurskiftum at framseta kritiskar og konstructivar spurningar.

Ikki minst at halda stjórnina til høvuðsendamál felagsins.