samd í, at ferðsluvandi stendst av at hava so stór dýr gangandi á vegnum. Men tey leggja afturat, at støðan er tann, at har er ikki stikað fram við vegnum og tað mælir løgreglan avgjørt til at fáa upp [...] skulu gerastm umframt at tað eisini er neyðugt at gera smogur undir vegnum. Í hesum sambandi upplýsti Landsverk fyri tveimum árum síðani, at tað fór at kosta einar níggju milliónir bara at stika fram við vegnum [...] til løgregluna at boða frá, at neyt gingu leys og mólu á landsvegnum út ímóti Gomlurætt ímillum Kirkjubø og Velbastað. Fólk gjørdu vart við, at tað var myrkt og ringt sýni, og tey mettu, at neytini vóru
hann heldur, at verður stuðulin avtikin, fer tað at tálma nýbygging av bústøðum, tí fólk fara ikki at tora at seta seg í skuld. Hann heldur, at ístaðin eigur tey, sum taka sethúsalán, at verða tryggjað [...] avleiðingin av rentustuðlinum er, at eini hús verða dýrari enn annars, tí tey kosta tað, fólk hava ráð at rinda. Tí halda tey, at ein ætlan eigur at verða løgd fyri, hvussu rentustuðulin kann verða avtikin [...] inna í bústaðarmálum er samd í, at rentustuðulin eigur at niðurlagast, men tað skal verða so lagaliga, at tað ikki rakar tey, sum hava tikið lán við teirri fortreyt, at hann er í gildi. Og Ruth Vang,
Býráðslimir eru at kalla samdir um, at skúlin úti á Tvøroyri er í so ringum standi, at hann er ikki at bjóða fólki, hvørki børnum ella lærarum. Tí hevur býráðið hevur arbeitt í fleiri ár við at byggja ein nýggjan [...] so ringum standi, at tað verður ein ógvuliga dýr søga at gera hann so frægt ístand, at hann kann brúkast til nakað. Tí tóku seks býráðslimir undir við, at nýggi skúlin skal verða upp at verandi skúla í miðbýnum [...] við ongum skúlabørnum og teir hildu, at tað var við at skapa nógv lív í býnum, at hann var fullur av skúlabørnum um dagarnar. Harafturat førdu býráðslimir fram, at verður allur skúlin miðsavnaður í miðbýnum
sigur, at í Mentamálaráðnum eru tey longu farin at fyrireika arbeiðið og at ein hugskotskapping verður lýst sum skjótast. Heðin Mortensen rør eisini framundir, at eitt gerðabýtið verður gjørt, so at kommunan [...] brúkast til, eftir at studentaskúlin er fluttur í Glasir í Marknagili um eitt gott ár. Men tað er óneyðugt hjá Heðini Mortensen at skunda undir landsstýriskvinnuna, tí hon sigur, at arbeiðið at fáa greiði á [...] kvinnan, at tað besta mannagongdin er at skipa fyri eini hugskotskapping um, hvar økið skal brúkast til. Hon heldur, at hetta skal vera ein hugskotskapping, har tað skal bera til hjá øllum at siga sína
um, at ein yvirtøka av útlendingaøkinum fer at føra til stórar gegnistrupulleikar hjá føroyskum politikarum og føroysku umsitingini. - Politikarar eru bara menniskju, og sannlíkt er, at teir fara at lata [...] Eisini fýlist hann á, at samgongan ikki hevur lagt nakra kostnaðarætlan fyri hvørki løgtingið ella almenningin. - Tað er - fyri at siga tað milt - óseriøst. Øll síggja, at tað fer at kosta milliónaupphæddir [...] misbrúka til at leggja trýst á tey, sum skulu umsita reglurnar. Orsøkin kann vera, at onkur í teirra nærumráði, veljaraskara, vinafjøld ella familju er ”komin í klemmu í systeminum”, sum tað plagar at verða tikið
tí er, at tað er ringt at fáa fatur á jørð. Útlit vóru til at fáa jørð at stykkja út, men eigarin og býráðið kundu ikki semjast um prísin og tískil datt tað niðurfyri. - Vit hava skyldu til at halda prísinum [...] Tórshavnar býráð. Og nú vil hann hava býráðið at leggja seg selarnar fyri at venda gongdini í Kollafirði. Á fundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera barnagarð í Kollafirði og hann verður [...] býráðsfundinum staðfestir Jákup Dam, at gongdin í Kollafirði er so ræðandi, at tað skal meiri til fyri at venda gongdini. Hann er eisini lærari í Kollafirði og hann vísir á, at hesi seinastu 10 árini er talið
soleiðis, at tað eru beinleiðis forðingar fyri, at kvinnur arbeiða fulla tíð, sigur Erika Hayfield. Eitt nú vísur kanningin frá Heilsurøktarafelagnum, at 12% av respondentunum hava ynskt at sleppa at arbeiða [...] Orsøkirnar til, at kvinnur innan heilsurøkt arbeiða niðursetta tíð eru fyrst og fremst, at arbeiðið er ov tungt kropsliga, sálarliga og at tær raðfesta atlit til familjuna. Sostatt siga 27% at atlit til familjuna [...] forðingar fyri, at kvinnur arbeiða fulla tíð - Um tað eru uppgávur, sum liggja á familjuni, og tað liggur í luftini, at tað er kvinnan, sum skal taka sær av tí, er tað kanska upplagt at velja at arbeiða niðursetta
tinglimur í samgonguni, Jenis av Rana, staðfestir eisini, at arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna, er uppsteðgað. - Orsøkin til, at arbeiðið er uppsteðgað, er at ósemja er um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni [...] Fólkaflokkinum, at eg dugi ikki at síggja, hvussu tað kann bera á mál, sigur Jenis av Rana. Helgi Abrahamsen váttar, at Sambandsflokkurin hevur arbeitt við málinum alla tíðina, sum han sigur, men at flokkurin [...] ført fram, at talan skuldi ikki bara vera um eina semju í samgonguni, men at tað var neyðugt at fáa andstøðuna við í arbeiðið. Men Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at andstøðan hevur
pengarnar. Tað lovar hann nú at gera kortini. So fáa vit at síggja. Men tað hugstoytt at síggja, at tingið fellir møguliga konstruktiv uppskot við teirri grundgeving, at andstøðan bara spælir hund. [...] í politikki, har tað at skapa eitt betri samfelag ikki altíð kemur í fremstu røð. Summir politikarar fara enntá so langt, at teir atkvøða fyri at gera eitt verri samfelag, tí at ávísir persónar eiga [...] ng, at hann var partur av eini samgongu – og at hann kundi ikki taka undir við einum andstøðu uppskotið, hvørs endamál bara var at stinga samgonguni neisir. Gerhard Lognberg fór av tingi og atkvøddi
Vinnan hevur ført fram, at neyðugt er at taka av hetta markið, tí at tørvur er á faklærdari arbeiðsmegi á ávísum økjum. Samtak svaraði aftur, at hetta er at halda tey 1.500 arbeiðsleysu fólkini [...] eru til at skilja. Men tað skerst ikki burt, at veruleikin ikki er so einfaldur, at hann bara er svartur og hvítur. Rætt er tað, at nógv fólk eru uttan arbeiði, men tað er eisini rætt, at vinnan [...] uppgávur. Kanska hetta er eitt prógv fyri, at vit sum samfelag duga ov illa at útbúgva okkara arbeiðsmegi, og at vit duga ov illa at raðfesta soleiðis, at vit nøkta marknaðin innan tær ávísu v