Seint seinnapartin í gjár ringdu fleiri fólk til løgregluna at boða frá, at neyt gingu leys og mólu á landsvegnum út ímóti Gomlurætt ímillum Kirkjubø og Velbastað. Fólk gjørdu vart við, at tað var myrkt og ringt sýni, og tey mettu, at neytini vóru til stóran vanda fyri ferðsluna.
Og tað er løgreglan samd í, at ferðsluvandi stendst av at hava so stór dýr gangandi á vegnum. Men tey leggja afturat, at støðan er tann, at har er ikki stikað fram við vegnum og tað mælir løgreglan avgjørt til at fáa upp í lag at gera.
Trupulleikin í slíkum førum er bara tann, at tað er ósemja um, hvør tað er, sum hevur skyldu til at stika fram við vegnum. Fleiri hava lyndi til at geva bóndanum ábyrgdina fyri tað, men aftur ímóti siga bøndur mangan, at tað má verða Landsverk, ella í hvussu so er landsmyndugleikar av onkrum slagi, sum hava ábyrgdina, tí tað eru teir, sum hava lagt vegin ígjøgnum hagan.
Hetta er ein træta, sum hevur staðið upp á í fleiri ár, men naggatódn er komin í – og avleiðingin er, at tað hendir seg javnan, at ferðsluóhapp henda, har seyður og neyt eru ein partur av óhappinum.
Eisini Landsverk, Ráðið fyri Ferðslutrygd, og onnur hava javnan víst á ferðsluvandan, sum kann standast av, at seyður og neyt eru á vegum, serliga har tað er loyvt at koyra 80.
Men tað er ein dýr søga at halda dýr burtur frá vegnum, tí tað skal stikast báðu megin, samstundis sum at rulluportur skulu gerastm umframt at tað eisini er neyðugt at gera smogur undir vegnum. Í hesum sambandi upplýsti Landsverk fyri tveimum árum síðani, at tað fór at kosta einar níggju milliónir bara at stika fram við vegnum frá rundkoyringini í Kollafirði fram við rundkoyringini við Vágatunnilin og so víðari til Vestmanna.
Men tað er so aftur treytað av, at Kollafjørður og Leynar eisini verða vetrarfriðað og onkustaðni er tað harafturat neyðugt at gera rulluportur og annað, upplýsti Landsverk tá.
Harafturat skulu slík stik haldast rættiliga væl, og tað hevur eisini útreiðslur við sær. Verða tey ikki væl hildin, eru tey ein følsk trygd við tað, at bilførarar vænta ikki at sígga seyð og neyt á vegnum, men so er hol komið á onkustaðni, og so er tey har kortini og tá kunnu vandastøður skjótt standast av.