Fríggjadagin skipaðu Magni Arge og Sjúrður Skaale, føroysku fólkatingslimirnir, fyri ráðstevnu um yvirtøku av útlendingamálum.
Í hesi vikuni koma so mótspælini frá teimum, sum eru ímóti at yvirtaka útlendingamál. Havnar Framburðsfelag hevur bjóðað Søren Epsersen til Føroya at greiða frá, hvussu stórar avbjóðingarnar eru, serliga hvat flóttafólkum viðvíkur, og Edmund Joensen, fyrrverandi fólkatingslimur og núverandi løgtingslimur, tekur tráðin upp frá partamanni sínum, Helga Abrahamsen, og ávarar um, at ein yvirtøka av útlendingaøkinum fer at føra til stórar gegnistrupulleikar hjá føroyskum politikarum og føroysku umsitingini.
- Politikarar eru bara menniskju, og sannlíkt er, at teir fara at lata seg misbrúka til at leggja trýst á tey, sum skulu umsita reglurnar. Orsøkin kann vera, at onkur í teirra nærumráði, veljaraskara, vinafjøld ella familju er ”komin í klemmu í systeminum”, sum tað plagar at verða tikið til, sigur Edmund Joensen, sum tí mælir til, at ábyrgdin av økinum verður verandi í Danmark.
Edmund Joensen ákærir eisini samgonguna fyri at fjala týðandi upplýsingar fyri fólkinum. Eitt er, at talan ikki einans er um útlendingamál, men eisini flóttafólkamál. Her minnir hann á, at Føroyar, eftir hansara tykki, als ikki eru tilreiðar at taka ímóti flóttafólkum.
- Og hóast vit í Føroyum eru bæði røsk og dugnalig á øllum økjum, er eingin tilbúgving yvirhøvur til at taka yvir flóttafólkøkið, sigur hann.
Eisini fýlist hann á, at samgongan ikki hevur lagt nakra kostnaðarætlan fyri hvørki løgtingið ella almenningin.
- Tað er - fyri at siga tað milt - óseriøst. Øll síggja, at tað fer at kosta milliónaupphæddir hvørt ár at skula umsita hesi stóru mál. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið hópin av pengum á fíggjarlógini skulu brúkast til útlendingamál og flóttafólk, so er minni til onnur endamál. Einki er at ivast í, at minni verður til vælferð í Føroyum, og sjálvt um retorikkurin sigur eitt, so sigur sunn fíggjarlig fornuft, at vælferðin verður við skerdan lut, sigur Edmund Joensen.
Edmund Joensen ákærir samgonguna fyri at hugsa meiri um politiskar sigrar enn umstøðurnar hjá føroyskum skattaborgarum.
- Fullveldispolitikarar vilja yvirtaka útlendingamál bert fyri at kunna spenna bringuna úr sær, reypa og erpa sær av, at nú er enn ein yvirtøka gjørd. Yvirtøkur eru bringuprýði hjá misskiltum nationalistum. Tað er fullkomiliga líka mikið fyri Fjúrtanda September samgonguna – og tíverri eisini Javnaðarflokkin – at yvirtøkur tyngja fíggjarlógina, kosta vælferð og krevja, at Palleba og Marsanna skulu niður í lumman eftir fleiri skattakrónum, sigur Edmund Joensen.