Vit mugu venda syrgiligu gongdini

Nú eru glottar fyri framman

 

- Støðan í Kollafirði er ræðandi.

Jákup Dam er kollfirðingur og limur í Tórshavnar býráð. Og nú vil hann hava býráðið at leggja seg selarnar fyri at venda gongdini í Kollafirði.

 

Á fundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at fara undir at gera barnagarð í Kollafirði og hann verður liðugur næsta summar.

Men á býráðsfundinum staðfestir Jákup Dam, at gongdin í Kollafirði er so ræðandi, at tað skal meiri til fyri at venda gongdini.

 

Hann er eisini lærari í Kollafirði og hann vísir á, at hesi seinastu 10 árini er talið á skúlabørnum fallið ein triðing, ella heili 32 prosent og er nú komið niður á 117 børn.

- Sum støðan er nú, lýkur Kollafjarðar skúli ikki longur treytirnar fyri at vera fult árgangsbýttur skúli, sigur hann.

 

Hesi seinastu 10 árini er eisini fólkatalið í Kollafirðið  fallið yvir 100 fólk og er nú komið niður á 900 fólk, samstundis sum at fólkatalið í øðrum bygdum har um leiðir, veksur.

 

Jákup Dam sigur, at orsøkin til barnatalið er fallið so nógv, er tann, at tað eru færri og færri barnafamiljur í bygdini.         

Tær eru heldur fluttar í aðrar kommunur at búgva og orsøkin til tað, er tann einfalda, at tað ber ikki til at fáa grundstykki at byggja á í Kollafirði.

 

Hetta er ein gongd sum má vendast, sigur Jákup Dam.

- Tað sigur seg sjálvt, tá ið einki grundstykki er at fáa, ber heldur ikki til at fáa fólkatalið at veksa.

Tí staðfesti hann á býráðsfundinum, at hetta er eitt mál, býráðið má gera nakað við.

Men á býráðsfundinum hóskvøldið varð upplýst, at arbeitt verður við málinum.

Í Kollafjørði er tað mesta av jørðini ogn og avleiðingin av tí er, at tað er ringt at fáa fatur á jørð. Útlit vóru til at fáa jørð at stykkja út, men eigarin og býráðið kundu ikki semjast um prísin og tískil datt tað niðurfyri.

 

- Vit hava skyldu til at halda prísinum niðri, tí rinda vit yvirprís fyri jørðina, verða grundstykkini bara tað dýrari at byggja á, segði Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum.  

 

Men nú verður samráðst um eitt annað stykki, har tað er pláss fyri 24 grundstykkjum og Tróndur Sigurðsson vónar, at tað fer at bera á mál hesa ferð.

 

Les eisini: Gera nú barnagarð í Kollafirði til 80 børn