Vinnan hevur ført fram, at neyðugt er at taka av hetta markið, tí at tørvur er á faklærdari arbeiðsmegi á ávísum økjum. Samtak svaraði aftur, at hetta er at halda tey 1.500 arbeiðsleysu fólkini fyri ta turru rukku.
Bæði sjónarmiðini eru til at skilja. Men tað skerst ikki burt, at veruleikin ikki er so einfaldur, at hann bara er svartur og hvítur. Rætt er tað, at nógv fólk eru uttan arbeiði, men tað er eisini rætt, at vinnan ikki fær faklærda arbeiðsmegi til ávísar uppgávur. Tað er ein trupulleiki, sum má loysast so ella so.
Bara at stinga høvdið í sandin og siga, at eingin fremmand arbeiðsmegi skal inn í landið, so leingi vit hava eitt ov høgt arbeiðsloysi, tað ber ikki til. Serliga tá vit ikki fáa arbeiðsmegi til ávísar uppgávur.
Kanska hetta er eitt prógv fyri, at vit sum samfelag duga ov illa at útbúgva okkara arbeiðsmegi, og at vit duga ov illa at raðfesta soleiðis, at vit nøkta marknaðin innan tær ávísu vinnugreinarnar.
Men tað tekur sjálvandi tíð at útbúgva okkara arbeiðsmegi, tí ber ikki til at tosa um, at vit skulu útbúgva okkum burtur úr hesi aktuellu kreppuni hjá handverkaravinnuni.
Havandi í huga, at vinnan í øllum londum rundan um okkum hevur heilt aðrar treytir, har alt ES er ein integreraður arbeiðsmarknaður, so er tað ikki sørt naivt at halda, at vit í Føroyum kunnu lúka aðrar treytir – og kortini verða kappingarfør.
Tað sigur seg sjálvt, at vit eiga at hyggja upp á hetta markið av nýggjum. Sjálvandi skulu vit ikki bara geva leyst og lata upp fyri øllum. Men vit eiga at kunna gera eina skipan, sum nøktar tørvin hjá vinnuni. Vit skapa ikki fleiri arbeiðspláss fyri ófaklærd við at binda aðrar partar av vinnuni niðri, tí hon ikki fær útbúna arbeiðsmegi.
Tvørtímóti kundu vit skapt fleiri arbeiðspláss til ófaklærdu arbeiðsmegina við at styrkt ta faklærdu.
Veruleikin er ofta meira nuanseraður. Tað eiga bæði fakfeløg og vinnan at síggja.