Atlitið til familjuna vinnur

Einans 15 % av heilsurøktarum arbeiða fulla tíð. Tað vísir ein kanning, sum Heilsurøktarafelagið hevur gjørt millum limirnar

 

Einans 15 % av heilsurøktarum arbeiða fulla tíð. Tað vísir ein kanning, sum Heilsurøktarafelagið hevur gjørt millum limirnar.

Orsøkirnar til, at kvinnur innan heilsurøkt arbeiða niðursetta tíð eru fyrst og fremst, at arbeiðið er ov tungt kropsliga, sálarliga og at tær raðfesta atlit til familjuna. Sostatt siga 27% at atlit til familjuna telja hægri enn at hava eitt fulltíðarstarv.

Hetta er vanligt í Føroyum sambært Eriku Hayfield, sum er PhD í Samfelagsvísind.

- Okkara vælferðarsamfelag byggir á eina fyristilling um, at kvinnurnar taka um endan, sigur Erika Hayfield.

Les eisini: Fleiri forðingar fyri, at kvinnur arbeiða fulla tíð

- Um tað eru uppgávur, sum liggja á familjuni, og tað liggur í luftini, at tað er kvinnan, sum skal taka sær av tí, er tað kanska upplagt at velja at arbeiða niðursetta tið. Haraftrat er arbeiðsmarknaðurin skipaður soleiðis, at tað eru beinleiðis forðingar fyri, at kvinnur arbeiða fulla tíð, sigur Erika Hayfield.

Eitt nú vísur kanningin frá Heilsurøktarafelagnum, at 12% av respondentunum hava ynskt at sleppa at arbeiða fulla tíð, men tað hevur ikki borið til.

Les eisini: Sleppa ikki at arbeiða fulla tíð

Í  sambandi við kanningina er tað somuleiðis komið fram, at arbeiðsgevarar innan hetta økið ofta ynskja at hava fleiri at velja í millum, tá eitt nú skjúka er og tí heldur vilja hava fleiri, sum arbeiða niðursetta tíð.

- Tað eru sostatt beinleiðis foðringar fyri, at kvinnur sleppa at luttaka á arbeiðsmarknaðinum. Nøkur av hesum viðurskiftum verða skilt og ítalusett sum ynski frá kvinnunum, men tað er tað ikki altíð, sigur Erika Hayfield.

- Man kann sjálvandi siga, at um tað er tað, sum folk vilja, mugu tey sjálvi um tað. Vandi er bara fyri, at tað sær út sum eitt frívilligt val, men er tað ikki. Kyn er ein sera sterkur partur av okkara samleika, og tað er lætt, at vit knýta ymisk viðurskiftið á tað kyn vit hava. Eitt nú, er tað fatanin, at tað er náttúrligt, at tað er kvinnan, sum tekur sær av børnunum, sigur Erika Hayfield.

Birta Biskopstø, forkvinna fyri Kvinnusamskipan Føroya, hevur somuleiðis sagt við www.in.fo, at vandi er fyri at fátækir bólkar av kvinnum finnast um 30 ár. Hetta av tí at kvinnur í Føroyum arbeiða so lítið, og tær vinna ikki nokk til pensión, tá tær eru á barsil.

 

Les eisini: Fátækir bólkar av kvinnum um 30 ár