ODDAGREIN: Ymisk eru fyrilitini

Politiska skipanin er ikki altíð so løtt at skilja. Sagt verður javnan, at pol­itikkur er at vilja broyting. Allir pol­it­ikarar eru politikarar, tí teir vilja skapa okkum øllum eitt betri sam­felag.

Men tað eru kortini aðrar bind­ing­ar í politikki, har tað at skapa eitt betri samfelag ikki altíð kemur í fremstu røð. Summir politikarar fara enntá so langt, at teir atkvøða fyri at gera eitt verri samfelag, tí at á­vís­ir persónar eiga uppskotið.

Tað gav at bíta hósdagin, tá løg­ting­ið atkvøddi í málinum um at fáa skipini hjá Strandferðsluni at sigla allar dagar í árinum.

Samgongutingmenninir í Sand­oynni, Gerhard Lognberg og Brand­ur Sandoy, brúktu á páskum al­menn­­ar skattakrónur at leiga skip, so sigl­andi varð um Skopunarfjørð bæði langa­fríggj­a­dag og páskadag. Hetta málið hevði so stóran týdning fyri oynna, at teir máttu gera alt, sum stóð í teirra makt fyri at fáa mál­ið framt.

Hetta søgdu teir, vitandi um, at tveir aðrir útjaðarapolitikarar, Sirið Sten­berg og Páll á Reynatúgvu, høvdu eitt uppskot liggjandi í ting­i­num um tað sama.

Tá atkvøtt var hósdagin atkvøddi Brand­ur Sandoy ímóti við teirr grund­geving, at hann var partur av eini sam­gongu – og at hann kundi ikki taka undir við einum andstøðu upp­skot­ið, hvørs endamál bara var at stinga samgonguni neisir. Ger­hard Lognberg fór av tingi og at­kvøddi als ikki.

Annað mál er málið um at loyva sam­kyndum at gifast borgarliga. Kanska meiriluti er fyri tí á tingi – eins og tað er fólkinum sambært kann­ing hjá Lóðri, men tað slapp ting­ið ikki at taka støðu til, tí løg­mað­ur helt fast við, at talan er um sam­g­ongumál sum ikki skuldi samtykkj­ast. Løgmaður »traðkaði í kar­ak­ter« og álegði tingfólkum sín­um at atkvøða í móti.

Men í málinum um at kanna Eik Grunn­in hevði løgmaður ikki sama vilja og ikki somu gjøgn­um­slags­kraft. Jú, hann hevur rópt á tingsins røð­ar­a­palli um, at hvør steinur skal vend­ast í málinum. Kortini noktaði hans­ara samgonga at játta neyðugu peng­ar­nar til endamálið.

Var sami vilji her hjá løgmanni at sláa ígjøgnum, so hevði hann helst funnið pengarnar. Tað lovar hann nú at gera kortini. So fáa vit at síggja.

Men tað hugstoytt at síggja, at ting­ið fellir møguliga konstruktiv upp­skot við teirri grundgeving, at and­støðan bara spælir hund.