Tað er neyðugt at fara til verka beinanvegin.
Soleiðis ljóðar áheitanin frá Heðini Mortensen, tingmaður, á Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum.
Og, arbeiðið, sum farast skal undir beinanvegin, er at fáa greiði á, hvat Hoydalar skulu brúkast til, eftir at studentaskúlin er fluttur í Glasir í Marknagili um eitt gott ár.
Men tað er óneyðugt hjá Heðini Mortensen at skunda undir landsstýriskvinnuna, tí hon sigur, at arbeiðið at fáa greiði á, hvat Hoydalat skulu brúkast til framyvir, er byrjað.
Heðin Mortensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um nøkur ætlan er fyri, hvat Hoydalar skulu brúkast til, tá ið skúlin er fluttur.
Tað er tað ikki, men sjálv heldur landsstýriskvinnan, at tað besta mannagongdin er at skipa fyri eini hugskotskapping um, hvar økið skal brúkast til.
Hon heldur, at hetta skal vera ein hugskotskapping, har tað skal bera til hjá øllum at siga sína hugsan, bæði landsmyndugleikum, kommunum, borgarum, felagsskapum og vinnalívi.
Heðin Mortensen heldur, at hetta er eitt gott hugskot, men hann heldur, at hendan hugskotskappingin má fyrireikast sum skjótast og tað skal ikki bíðast við henni til skúlin er fluttur.
So er vandi fyri, at vit liggja sjóvarfallið av okkum, og at tað endar við, at bygningarnir verða tiknir til okkurt annað í samstarvi við kommununa.
Hinvegin heldur hann eisini, at hugskotskappingin eigur at vera í samstarvi við kommununa, tí Hoydalar er eitt stórt øki, mitt í kommununi.
Rigmor Dam sigur, at í Mentamálaráðnum eru tey longu farin at fyrireika arbeiðið og at ein hugskotskapping verður lýst sum skjótast.
Heðin Mortensen rør eisini framundir, at eitt gerðabýtið verður gjørt, so at kommunan yvirtekur Hoydalar frá landinum, og afturfyri letur landinum okkurt annað øki, sum kann brúkast til ymisk endamál.
Hetta er ikki ein tanki, landsstýriskvinnan vísir frá sær. Men hon sigur, at so fær kommunan ræðisrættin yvir økinum við teimum avmarkinum, tað ber við sær fyri, hvat eitt slíkt øki kann brúkast til.
Men hon heldur, at ein hugskotskapping eigur at vera fyri tað, tí kommunnan fer at verða ein týðandi partur av eini slíkari kapping.
Men yvirhøvur mælir Rigmor Dam til fólki til at brúka hugflogið.
- Næstu ferð tit fara í føðingardag, ella í onkra veitslu, ella næstu ferð, tit fara í bindiklubb taki so málið upp, og tosið um, hvat tit halda, at tað er best at brúka Hoydalar til, ljóðar áheitanin frá Rigmor Dam á allar føroyingar.