Regatta Hetta var fyrstu ferð at kappróðrarfelagið Knørrur royndi seg sum fyriskipara av stevnu, og hóast nógvan vind og harðan streym í Kalvebodsløbet,gekk væl at avgreiða teir sjey róðrarnar. Umframt [...] róðurin kundu áskoðarnir gleðast um, at tað ikki dryppaði frá teimum gráu skýggjunum, ið sóu tung og hóttandi út tað mesta av degnum. Hetta var triðja stevnan í kappingini um at gerðast endaligur Danmarksmeistari
Verkið hjá Andras Olsen kallast, Eina nýggja ferð. Og er heitið, ein blanding av, at tað skal ímynda eina útferð, og at tað er ein nýggj ferð inn í eina verð hjá tónasmiðinum. Tróndur Bogason hevur gjørt [...] Júst heimkomin eftir at hava luttikið í framførslu av operuni »Í Óðamansgarði« á Tjóðleikhúsi Íslands, er Aldubáran aftur farin á ferð. Framførslan í Íslandi varð stórliga fagnað, og er Sunleif Rasmussen [...] Sønderjyllands Symfoniorkester, ið hann skrivaði í fjør. Lontana, ið merkir fjart, er uppbygt á tann hátt at eitt orkestur situr á pallinum og spælir, meðan eitt minni orkestur er fjart frá og framførir. Kristian
somu tíð í fjør var 500 tons – og í 2007 380 tons. Góð upsaveiða Á landingarmiðstøðini vísa tey á, at umframt øktu gulllaksanøgdirnar higartil í ár, hevur upsaveiðan í ár eisini verið rættiliga góð. Gomlu [...] gongd allar teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár, siga tey. Heykur og Falkur høvdu ávísar trupulleikar at dragast við, tá teir komu í flotan við endan av 2007. Skipini, sum komu til landið í desember hetta [...] 2008. Tá skipini so umsíðir sluppu útaftur seint í januar 2008, fingu tey ávísar byrjunartrupulleikar at dragast við. Tí fingu tey heldur ikki fulla úrtøku hetta várið. Í vár hava øll seks skipini hjá Beta
Eg havi jú ikki roynt hetta áður, so eg dugi ikki at siga tær, segði Kaj Leo Johannesen. Fráfarni løgmaðurin, Jóannes Eisdesgaard, visti tó at siga, at fundirnir vanliga vardu um tveir tímar ella so. Altso [...] Fríggjadagin 24. september kundi Sosialurin »presentera« nýggja landsstýrið soleiðis, sum tað kom at síggja út. Og snøgga viku seinni var so saman landsstýri veruleiki. Mánadagur 29. september, á sjálvari
vit seinastu átta árini á hvørjum ári hevur lovað børnunum, at nú kemur sparkivøllurin ella spæliplássið, men einki hendir, so er ringt ikki at grenja. Vit hava óteljandi ferðir gjørt vart við hetta á røttum [...] fyri trivnaðin í økjunum. Hetta er sjálvandi gleðiligt fyri teir skattaborgarar, sum eru so hepnir at fáa gagn av hesum átøkum. Tað eru tó ikki allir skattaborgarar í Tórshavnar Kommunu sum verða vælsignaði [...] innsatsin, ella rættari - mangul upp á sama. Fyri okkum í Svanga kann tað bara gerast betri, og tí vóni eg, at nýtt fólk kemur til valdi í Tórshavnar Býráð. Fólk sum vilja arbeiða fyri trivnaði í øllum pørtum av
ættarliðini dugdu at umsita, tí alt skuldi koma til sættis, og náttúran, sum alt lív hvíldi á, skuldi breyðføða komandi ættarlið. SOLEIÐIS hugsa vit ikki í dag. Í dag hugsa vit bara um at troyta tilfeingið [...] vit hava eina rúgvu av altjóða sáttmálum at halda okkum til. Vit hava tí eitt stórt og komplekst lógarverk, sum arbeiðsbólkurin óivað skal fara ígjøgnum bara fyri at lýsa støðuna formliga. STØÐAN skal lýsast
eina roynd at betra um hættisligu støðuna í botninum. Klaksvíkingar høvdu nógv kend nøvn á næstbesta liðnum. Allir spælararnir uttan ein hava roynt seg í 1. deild, og tí var tað ikki óvæntað, at KÍ hevði [...] hálvleiki trýsti og trýsti KÍ, teir spældu seg til fleiri møguleikar, men Trygvi Olsen megnaði sera væl at verja fyri, og tá bólturin fór framvið honum, so rakti hann fleiri ferðir í stólpan og tvørtræið. John [...] niðurflyting. Í Leirvík stendur verri til. Teir flyta ikki beinleiðis niður, men um teir skulu sleppa undan at spæla um plássið í 2. deild, so mugu teir vinna, tá GÍ leygardagin kemur til Leirvíkar. Í síðsta umfarinum
hann ikki sýru í vegg. Kona hansara, Clarissa, bað og bønaði hann um at leggja alt hetta gummiarbeiði frá sær - og heldur royna at forvinna familjuni eitt sindur av peningi. Men Charles Goodyear gavst [...] og tað sigur helst nakað um framskygni hjá manninum, at hann júst satstaði upp á henda nýggja og vaksandi marknað. Tað var tann 29. august í 1898, at verksmiðjan formliga varð sett á stovn, og varð hon
Vanliga er fjallfólkið við hús aftur við seyðinum um middagsleitið. Tá døgurði er etin, verður farið at gera klárt til uppboðssøluna. Flett verða eini fýra lomb, sum verða seld í stykkjum. Uppboðssølan byrjar [...] seinnapartin. Ofta fæst góður prísur. Peningurin, ið fæst fyri seyðin, fer til góðgerðarendamál og til at røkja Stakkin fyri. Annars er seyðurin á Stakkinum vanliga góður. Lombini viga javnan 50 pund og meira [...] seyður, sum »Stakkurin« keypir frá høgunum. Í fjør var ongin seyður í Stakkinum. Væntast kann tískil, at tjørnuvíkingar hesaferð fáa eina góða »auktión«, nú tvey ár eru síðan seinast, seyður varð seldur av
varð nýggj lóg sett í verk, sum loyvir sparikassunum at reka bankavirksemi á jøvnum føti við bankarnar. - Broytingarnar eru eisini partvíst framdar fyri at laga Sparikassan til flytingina, sum verður við árslok [...] tosað so nógv um bygnaðarbroytingar í hesum døgum. Føroya Sparikassi er ikki eftirbátur og til tess at laga seg til framtíðaravbjóðingar hevur stovnurin gjørt umfatandi broytingar í leiðlsubygnaðinum. Stjórnin [...] klædningurin verður skiftur. Tá ið starvsfólkini við árslok til nýggju øldina flyta verður tað í ein so at siga nýggjan bygning. Bygningurin hjá Sparikassanum við Tinghúsvegnum, sum varð bygdur síðst í áttatiárunum