3.000 tons fleiri í Saltangará í ár

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur landingarmiðstøðin hjá Beta í Saltangará landað heili 3.000 fleiri enn somu tíð í fjør – og heili 6.300 fleiri enn í 2007

Fiskivinna

 

Samstundis, sum nøgdirnar av toski, ið landaðar eru seinnu árini, eru nógv minkaðar, eru nøgdirnar av upsa nógv øktar.

Hetta sæst ikki minst aftur í tølum hjá landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltgangará, sum serliga landar partrolarar, ið veiða upsa.

Gulllaksalandingar eru eisini ein týðandi partur av virkseminum hjá Beta í vertíðini.

 

Fleiri landingar

Fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár eru tilsamans 13.800 tons løgd upp í Saltangará, sum er heili 3.000 tons fleiri enn somu tíð í fjør.

Taka vit árið 2007, landaði Beta hetta árið 7.500 tons fram til endan av apríl, og tað eru heili 6.300 færri enn fram til endan av sama mánaði í ár.

Tað er tó ikki bara upsin, sum ger allan munin í ár, tí gulllaksaveiðan byrjaði eisini væl fyrr í ár enn eitt nú í fjør.

Við endan av apríl mánaða í ár hevði landingarmiðstøðin hjá Beta landað tilsamans 1.910 tons av gulllaksi, meðan nøgdin av gulllaksi somu tíð í fjør var 500 tons – og í 2007 380 tons.

 

Góð upsaveiða

Á landingarmiðstøðini vísa tey á, at umframt øktu gulllaksanøgdirnar higartil í ár, hevur upsaveiðan í ár eisini verið rættiliga góð.

Gomlu kubatrolararnir eru skiftir út við nýggjari og betri skip, har nýbygningarnir, Stelkur og Bakur, vóru teir fyrstu.

- Rókur og Lerkur eru eisini komnir í flotan eins og nýbygningarnir, Heykur og Falkur, hava verið í gongd allar teir fyrstu fýra mánaðirnar í ár, siga tey.

Heykur og Falkur høvdu ávísar trupulleikar at dragast við, tá teir komu í flotan við endan av 2007. Skipini, sum komu til landið í desember hetta ár, rendu seg beint í fiskimannaverkfallið, sum var um ársskiftið 2007/ 2008.

Tá skipini so umsíðir sluppu útaftur seint í januar 2008, fingu tey ávísar byrjunartrupulleikar at dragast við. Tí fingu tey heldur ikki fulla úrtøku hetta várið.

Í vár hava øll seks skipini hjá Beta havt góða og støðuga veiði, og hetta saman við øktu gulllaksalandingunum er orsøkin til, at landaðu nøgdirnar fyrstu fýra mánaðirnar í ár hava verið nógv størri enn nakrantíð.