Júst heimkomin eftir at hava luttikið í framførslu av operuni »Í Óðamansgarði« á Tjóðleikhúsi Íslands, er Aldubáran aftur farin á ferð.
Framførslan í Íslandi varð stórliga fagnað, og er Sunleif Rasmussen nomineraður til eina Grímu, ið mett verður stórsti heiðurin til líknandi verk í Íslandi.
Hesaferð gongur leiðin til Sveis. Tvær konsertir verða hildnar á ferðini, ein í Winterthur 4. juni og ein í Bern 5 juni.
Á konsertferðini verða fýra føroysk verk spæld og eitt nýtt verk eftir amerikanska tónaskaldið Hseuh Yung-Shen.
Aldubáran hevur seinastu árini havt samstarv við Shen, og er hetta annað verkið hann skrivar til Aldubáruna. Hini tónaskaldini á konsertini eru øll føroysk. Teir eru Sunleif Rasmussen, Kristian Blak, Andras Olsen og Tróndur Bogason.
Fanfare Lontana eftir Sunleif Rasmussen er verk, sum er bygt á hansara verk til Sønderjyllands Symfoniorkester, ið hann skrivaði í fjør. Lontana, ið merkir fjart, er uppbygt á tann hátt at eitt orkestur situr á pallinum og spælir, meðan eitt minni orkestur er fjart frá og framførir.
Kristian Blak hevur skrivað verk, ið á føroyskum kallast Norðanvindur. Verkið hjá Andras Olsen kallast, Eina nýggja ferð. Og er heitið, ein blanding av, at tað skal ímynda eina útferð, og at tað er ein nýggj ferð inn í eina verð hjá tónasmiðinum. Tróndur Bogason hevur gjørt eina nýggja útgávu av verkinum Aliens, ið er fyri klaver, trombone og ?back stage orchestra?.
Tónleikarnir á ferðini eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta. Anna Klett, klarinett.. Christina Andersen, fagott. Malin Klingborg, obo. Páll Sólstein, horn. Ólavur Olsen og Johan Hentze, trompet. Andras Olsen, trombon. Jóhannes Andreasen, klaver. Bernharður Wilkinson, stjórnar.
Konsertin kann eisini upplivast í samband við Summartónar í ár í Havn í døgunum 26. juni til 3. juli.
Ferðin er stuðlað av: Mentamálaráðnum, Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsinum.
Júst nú venur Aldubáran í stásiligum hølum í Keypmannahavn. Páll Sólstein, ið dagliga starvast í Kongaliga Kappellinum, hevur fingið innivist til venjingar í nýggju operuni í Keypmannahavn.
Heimasíðan hjá Aldubáruni er www.aldubaran.com