Býráðið hevur seinastu tvær seturnar nærum dagliga kunngjørt ymisk átøk, sum eru gjørd í ymisku býarpørtunum og bygdunum í kommununi. Har eru komin sparkivallir, spælipláss og annað mennandi fyri trivnaðin í økjunum. Hetta er sjálvandi gleðiligt fyri teir skattaborgarar, sum eru so hepnir at fáa gagn av hesum átøkum.
Tað eru tó ikki allir skattaborgarar í Tórshavnar Kommunu sum verða vælsignaði við slíkum átøkum. Í býarpartinum “í Svanga” eru flestu húsini bygd í 90’unum, og eru meginparturin av íbúgvunum í Svanga barnafamiljur. Hóast hetta hevur Tórshavnar Býráð ikki megnað nakað sum helst, tá um trivnað ræður, tað veri seg hjá børnum ella vaksnum.
Her er framvegis eingin sparkivøllur, hóast býráðið sigur seg hava arbeitt við hesum í yvir átta ár, og peningur varð settur av fyri fleiri árum síðani. Her er ikki so frægt sum ein fløta til bóltspæl. Her er heldur einki spælipláss til børnini, annað enn gamli vatnbrunnurin, sum børnini kunnu njóta góðu summardagarnar. Vegirnir í Svanga eru í sera vánaligum standi – seinasta slitlagið av asfalti er ongantíð lagt á, og sum heild eru teir illa frágingnir. Stutt sagt kunnu skattaborgarar í Svanga av røttum kenna seg hava sera lágt virði fyri býin.
Hetta ljóðar kanska sum grenj, men tá vit seinastu átta árini á hvørjum ári hevur lovað børnunum, at nú kemur sparkivøllurin ella spæliplássið, men einki hendir, so er ringt ikki at grenja. Vit hava óteljandi ferðir gjørt vart við hetta á røttum stað, men alt til fánýtis – “arbeitt verður við málinum” er standardsvarið.
Tí vil eg hervið takka fráfarandi býráði fyri innsatsin, ella rættari - mangul upp á sama. Fyri okkum í Svanga kann tað bara gerast betri, og tí vóni eg, at nýtt fólk kemur til valdi í Tórshavnar Býráð. Fólk sum vilja arbeiða fyri trivnaði í øllum pørtum av Tórshavnar Kommunu – ikki bara við orðum, men eisini í verki.
Gott val!