førdi fram ikki passaði. Tí tað stendur positivt og beinleiðis í prospektinum, at landsstýrið ætlaði at privatisera ein triðing afturat. Við hesum hevur landsstýrið givið eitt lyfti til íleggjarar [...] sum Johan Dahl hevur brotið. Sosialurin hevur roynt at fáa Johan Dahl til at greina hetta nærri, men tað hevur hann ikki viljað. Ístaðin sendi Vinnumálaráðið í gjár út eina almenna fráboðan um, [...] næsti triðingurin skal á privatar hendur. Høvdu stóru privatu íleggjararnir ikki fingið hesa trygd í 2007, so høvdu teir ikki sett pengar í felagið. Tað er órógvandi, at ein landsstýrismaður ber seg
ivasama og óliðiliga skipan, har demokratiska tilgongdin verður darvað, soleiðis at gjøgnumskygni og opinleiki verða minni. Hetta líkist ikki sørt skipanum, vit kendu úr gomlu kommunist [...] har nevndin í veruleikanum kann planleggja, hvør kemur á aðalfund og hvør kemur í umboðsráðið og harvið aftur, hvør kemur í nevndina. At so júst fráfarni stjórin er valdur í nevndina hjá [...] aranna kann tykjast bakvent. Sjálvandi kann hann sum meinigur borgari veljast har, nú hann ikki longur er á lønarlistanum hjá Tryggingarfelagnum. Men tað tykist á onkran hátt bekvemt
Stabilitet, felagið, sum júst er stovnað til hetta endamálið. So tyktist friður aftur valda, til nevnd og leiðsla í Finansiel Stabilitet beyð fjølmiðlunum á ein ikki sørt margháttligan tíðindafund [...] bankan, um ein loysn ikki varð funnin fyri jól. Hetta var vánalig roynd at leggja trýst á føroysku myndugleikarnar, og tað var ikki frítt, at nógvir tankar kring landið leitaðu aftur til nítiárini og sváru [...] fyritøku, og tað boðar ikki frá fíggjarligum støðufesti, sum átti at eyðkent eina slíka fyritøku. Tí má tað ikki henda, at TF Holding flytir sama bygnað yvir í Eik og heldur ikki setir nevndarlimum krøv
sær pláss til profilering í nýggjárssendingini. Við in.fo mikudagin segði stýrisformaðurin soleiðis: – Tað stutta av tí langa er, at hetta verður ikki gjørt aftur – og sipaði hann til leistin við [...] segði tó við in.fo mikudagin, at kommunur skulu heldur ikki sleppa at keypa seg inn í sendingar við stuðli. Hetta og annað í sendingini er ikki í tráð við reglurnar um góðan fjølmiðlasið«. Tað løgna [...] Kringvarpið hevði selt pláss í nýggjarssendingini til hægstbjóðandi, og at Kringvarpið hevði framt brot á rundskrivið frá fíggjarmálaráðnum, sum áleggur stovninum at bjóða eina sending sum
medmenniskjum, sum ikki fáa eins góðar møguleikar frá samfelagnum, sum fólkið annars, samstundis sum tey fáa førleiki, sum annars bara standa øðrum í boði. Og tað hava vit ráð til! Tað er lívsjáttandi [...] høli í býnum – til Marknagilsdepilin stendur liðugur, eigur sjálvandi ikki at forða fyri eini slíkar ætlan, sum tað er at seta á stovn ein slíkan flokk, sum er eitt vakurt stig á leiðini til at skapan skúlan [...] peningaliga og ikki minst hvat viðvíkur hølisumstøðunum. Men svarið er í okkara verð púra greitt: Sjálvandi skulu vit skapa slíkar karmar og brúka tær kreftir, sum skulu til. Tí við hesum økja
fleiri verða við til at gjalda ymsar vælferðartænastur. Hann mælir eisini til at hækka partafelagsskattin til 20 prosent. Hetta er kanska ikki so væl umhugsað, tí tað er ikki gott at leggja [...] 60.000 krónur árliga. Hetta fekk ikki serliga góða móttøku – og tað als ikki frá Javnaðarflokkinum, sum beinanvegin jarðaði tað uppskotið. Meðan Fólkaflokkurin mælir til eina einfalda skattalóg, so [...] um skattareform vælkomið – sum eitt kærkomið íkast til kjakið – at tað so kemur frá sjálvum fíggjarmálaráðharranum ger tað ikki verri.
sum áttu at fallið til skattingar í einum, so svarar tað helst til skattin hjá einum lærara ella sjúkrasystir fyri eitt heilt lív. Men lógarsmiðir okkara vilja ikki gera lógir, sum typpa [...] Arbeiðsgevarafelag, sum mælir til, at skattaskipanin verður endurskoðað. Marginalskatturin er so høgur, at arbeiðsgevarar hava trupult við at fáa fólk til arbeiðis. Bera vit saman okkara [...] sjálvt, at tá tíma fólk ikki at arbeiða, um landið skal hava tvífalt so nógv, sum tú fært sjálvur. Tí kunnu vit bara taka undir við Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá mælt verður til at broyta skatta
Gjaldið til samhaldsfasta skal hækkast, ábendingar eru um, at barsilsgjaldið skal hækka, kringvarpsgjøld og veggjøld eru hækkað - og so ikki at tala um oljuavgjaldið, sum fíggjarmálaráðharrin [...] fram borgarlig argument, tað mátti ikki hóskað seg. Fyri vanliga arbeiðaran man alt tos um skattalætta tykjast sum torvmold í eyguni. Tey fáu oyruni, ið fella til tey lágløntu, verða skjótt etin uppaftur [...] at hann undir ongum umstøðum fer at nerta. Jú, vit skilja væl kritikkin hjá Ingeborg Vinther. Ikki trúgva vit, at fólkið fer at tíma betur at arbeiða, fyri tað um tey við høgum inntøkum fáa nakrar
m hevur so lítið at brúka, umframt tær dagligu útreiðslurnar, at tað eru framvegis ikki ráð til viðlíkahald ella til nýíløgur. Harafturat verður støðan verri, um oljuprísurin og rentan halda fram at tvíspora [...] uppskotið ikki bara er eitt taktiskt spæl, nú uppskot til fíggjarlóg skal leggjast fram, og nýtt samráðingarumfar stendur fyri durum. KARSTEN Hansen hevur longu sagt, at hetta uppskotið verður ikki tikið við [...] er óvanliga stórt, og verður kanska aftur í ár ein hálv milliard krónur. V.ø.o. hevur landskassin ráð til at taka nakað minni inn í skattum og avgjøldum. Fyri hesum talar, at stórur partur av føroysku l
og vitjaði Eydnu Skaale og spastiska son hennara, sum ikki er sloppin til ergoterapi, tí at eitt stríð millum fakfelagið og Heilsumálaráðið og Heilsutrygd er gingið hart út yvir sakleysu børnini [...] tað eru børn, sum hava lættari motoriskar trupulleikar, so kann samfelagið ikki rinda 475 krónur um tíman fyri at tey ganga til baking ella aðrar venjingar. Tað er nú einaferð soleiðis, at foreldrini [...] tað at baka við barninum kann hava, og er tað ein partur av ergoterapiini, so hví ikki tað? Tað er ikki rætt av landsstýrismanninum at niðurgera eina viðgerð á ein slíkan hátt. Tí fyri fólk