Tað tykist sera ørkymlandi, at tað er Javnaðarflokkurin sum stendur sum eksponentur fyri slíkum búskaparpolitikki - og at javnaðarfólk tosa um at fólk fara at tíma betur at arbeiða av einum slíkum skattapolitiskum inntrivi. Jú víst er Javnaðarflokkurin í einum borgarligum selskapi í samgonguni, men beinleiðis at fara at føra fram borgarlig argument, tað mátti ikki hóskað seg.
Fyri vanliga arbeiðaran man alt tos um skattalætta tykjast sum torvmold í eyguni. Tey fáu oyruni, ið fella til tey lágløntu, verða skjótt etin uppaftur í øðrum avgjøldum. Gjaldið til samhaldsfasta skal hækkast, ábendingar eru um, at barsilsgjaldið skal hækka, kringvarpsgjøld og veggjøld eru hækkað - og so ikki at tala um oljuavgjaldið, sum fíggjarmálaráðharrin hevur fráboðað, at hann undir ongum umstøðum fer at nerta. Jú, vit skilja væl kritikkin hjá Ingeborg Vinther.
Ikki trúgva vit, at fólkið fer at tíma betur at arbeiða, fyri tað um tey við høgum inntøkum fáa nakrar túsund krónur afturat at ráða yvir - og tey lágløntu nøkur oyru. Um Javnaðarflokkurin veruliga vildi lætta um hjá tí láglønta, so er annaðhvørt at gera ein djúptøknan skættalætta, sum munar hjá teimum lágløntu, ella at broyta avgjaldspolitikkin, so tað veruliga ger mun hjá teimum lágløntu - oljuavgjaldið er sjálvandi ein møguleiki.