- Tað eydnaðist at merkja 1551 fiskar á landgrunninum á merkingatúrinum í ár, hóast veður og onnur viðurskifti avmarkaðu longdina á túrinum.
Soleiðis siga tey á Havstovuni.
- Tað er í størstan mun toskur, sum verður merktur, men umframt tosk vóru bæði hýsa, upsi, kalvi, tunga, reyðsprøka og havtaska eisini merkt.
Kanningin, sum Havstovan ger við at merkja fisk, er m.a. fyri betri at skilja ferðingarmynstrið hjá fiskinum.
- Hetta avhongur tó av, at tey, sum fáa ein merktan fisk, boða Havstovuni frá og lata Havstovuni fiskin til víðari kanningar.
Á Havstovuni vísa tey á, at tey, sum fáa merktan fisk og lata Havstovuni fiskin, fáa góðan kiloprís.
- Umframt finningarløn og lutaseðlar, eru tey, sum lata fiskin, við í einum árligum lutakasti um 12.500 krónur.
Um heimasíðuna hjá Havstovuni - www.hav.fo - sæst túrfrágreiðing frá merkingartúrinum, og her sæst eisini, hvussu tú gert við ein merktan fisk.
##med2##