ODDAGREIN: Styggja útlendskar íleggjarar

Tað er einki at siga til, at útlendskir íleggjarar ikki hava álit á Johan Dahl, vinn­u­mál­a­ráð­harra og harvið øll­um vinnupolitikkinum hjá lands­stýr­i­num.

Í blaðnum síðsta fríggjadag segði Johan Dahl, at »tað stendur ong­a­staðni í prospektinum, sum er grund­ar­lagið undir einskiljingini, at størri partur av flogfelagnum skal ein­skiljast.«
Vit søgdu á hesum stað fríggjadagin, at tað sum lands­stýrismaðurin førdi fram ikki pass­aði. Tí tað stendur positivt og bein­leið­is í prospektinum, at lands­stýrið ætlaði at privatisera ein trið­ing afturat.
Við hes­um hevur landsstýrið givið eitt lyfti til íleggjarar um, at meir­i­lutin av felagnum skal á priv­at­ar hendur. Sama lyftið gav táverandi landsstýrismaður tann dagin, felagið varð skrásett á børsinum – og tað varð mett so týdningarmikið, at tað varð fráboðað børsinum. Tað er hetta lyftið, sum Jo­han Dahl hevur brotið.
Sos­i­al­ur­in hevur roynt at fáa Jo­han Dahl til at greina hetta nærri, men tað hevur hann ikki viljað. Í­stað­in sendi Vinnumálaráðið í gjár út eina almenna fráboðan um, at Sosialurin hevur »misskilt« pro­spekt­ið.
Í eftirrationaliseringini hjá Vinnu­mál­a­ráð­num verður sagt, at ætl­anin um at privatisera seinna part­in kann verða broytt.
– Sjálvandi kann hon tað! Talan er um eina løg­tings­lóg, og allar løgtingslógir kunnu broyt­ast. Men tað broytir ikki tann veruleika, at tað sendur bein­leið­is og positivt nevnt í pro­spekt­inum, sum er grundarlagið hjá í­leggj­ar­um, at næsti triðingurin skal á priv­atar hendur. Høvdu stóru priv­atu í­leggj­ararnir ikki fingið hesa trygd í 2007, so høvdu teir ikki sett peng­ar í felagið.
Tað er órógvandi, at ein lands­stýr­is­m­að­ur ber seg soleiðis at. Ser­liga ó­rógv­andi er tað, at Johan Dahl eis­ini hevur ábrygd av ætlanini »In­vest in the Faroes«, sum gongur út upp á at fáa útlendskar íleggjarar til Før­oya.
Vit kunnu akkurát tað sama siga tað bein­an­vegin: Eingin útlendskur í­leggj­ari fer at seta eina krónu í nak­að virk­semi, sum Johan Dahl og hetta lands­stýrið hava við at gera. Tað sig­ur seg sjálvt. Eingin letur seg lumpa fleiri ferðir – hetta er ein spurningur um álit – um eitt álit, sum ikki er til.
Æt­lan­in við Invest in the Far­o­es er tí deyðadømd, tí landsstýrið styggir íleggjarar frá sær.