vónsvikin av tí sum fyllir so nógv, bæði í fjølmiðlum og kjaki millum fólk. Fundamentalisma og alt tað, ið kemur burturúr fundamentalismu. 11. sept. sum vit øll minnast sera væl, og sum hevur sett ótta [...] Eg kann blíva so dansiterandi í øðini....Hvat billar hetta fólkið sær inn? Koma til Danmarkar. Fáa eina feita íbúð, og ein góðan kekk. Fáa útbúgving sum verður goldin av landinum, fyri so at smoyggja eina [...] eina átrúnaðarliga húgvu yvir fólk sum als ongan áhuga hevur fyri hesum. Áleggja fríum danskarum at uppføra seg og hava meiningar, sum kemur av einari trúgv, sum islamar sjálvir ikki megna at stýra. Eg
frálanda-vindmyllum, so er hetta fyrstu ferð, at royndir eru gjørdar á so djúpum vatni. Tað er oljufelagið Talisman Energy (UK) Limited, saman við el-felagnum Scottish and Southern Energy, sum stendur fyri hesi [...] ið er mannaður. Har arbeiða 40 mans sum eisini taka sær av, at oljan frá hinum pallunum verður pumpað til lands. Tað er ein tyrlupallur á vindmylluni, so tað er skjótt at hava eftirlit og gera umvælingar [...] hjálp frá oljuvinnuni Samstundis sum bretska oljuvinnan roynir at fáa sum mest burtur úr verandi oljukeldum og brúkar nógva orku til at finna nýggjar oljuleiðir úti í heimi, so er hon eisini sinnað at royna
vit eyguni hendavegin so er tað júst tað sama ein sær í hesum økinum, sum nú fer undir kommunalt samstarv. Bæði Gøta og Leirvík eru vinnulívsbygdir burturav. Tær hava nógv samstarv sum er, og tí skilir ein [...] Borgarin fær fyrst høvið at siga sína hugsan, áðrenn bygdaráðini í báðum støðum taka endaligu avgerðina út frá teirri vegleiðandi fólkaatkvøðuni. Hóast spurningurin er einfaldur, so krevur hann kortini [...] blaðnum í gjár varð nógv gjørt burtur úr hesum málinum. Har varð tosað við fólk sum bæði vóru fyri og ímóti hesi ætlanini. Og sum skilst á lagnum verður uttan iva greiður meiriluti fyri eini samanlegging. Hesi
Heðin Mortensen var sum nevnt fyrr í summar á vitjan í Hesti. Tá nýtti hann høvið at hitta hestsfólk á máli. Ynskini frá teirra síðu mundu vera so ymisk, men tað var kortini eitt sum upptók flestu teirra: [...] neyðugt at gera okkurt. Og at gera tað skjótt. Tað hava teir eisini gjørt, tí líka síðani hevur hetta verið gjørt. Heðin vónar, at hetta tilfarið kann verða liðugt skjótt, kanska longu innanfyri tær fyrstu [...] við ætlaða undirsjóvartunnilin. Nevndin fer sjálvandi eisini at viðgera hetta málið. Tí, sum Heðin tekur til, so er neyðugt at málið verður viðgjørt væl og virðiliga. Henda staðbundna nevndin fer síðani
Vit eiga so avgjørt ikki at fylgja teimum í hesum. Krevur nógv Onkur kann siga, at í fyrstu syftu er ætlanin um frálæru í íslendskum og grønlendskum ikki so umfatandi, men hetta kann skjótt gerast rættiliga [...] uppímóti hvørjum øðrum. Skal annað hava meira pláss á tímatalvuni, so skal tað ganga útyvir hitt, tí plássið er avmarkað. Satt at siga sá tað út sum, at tað fyri summi hevði nógv størri týdning at fáa danskt út [...] alnótini, gjørdu fólk dúgliga vart við, at tað var ikki nóg mikið, at vit fingu meira av enskum, men høvið skuldi sjálvsagt eisini nýtast til at avmarka undirvísingina í donskum. Av eini ella aðrari orsøk
eri eitt sindur móður av at hoyra Eros sum felagssang, so riggaði hetta bara heilt væl sum punktum. At útlendsku stjørnurnar so eisini komu, var prikkurin. Rómin, sum gjørdi køkuna enn vakrari og enn meira [...] eru eins livandi, sum tær einaferð vóru. Øll sungu við, og øll fingu tað, sum tey komu eftir. Í hvussu so er, um teir dekan ov objektivu ummælararnir ikki verða taldir við. Meini so við, at eitt ummæli [...] og fremst, so loysti Sjúrður Skaale truplu uppgávuna sum frásøgumaður ófatuliga væl. Og tá hann so eisini kundi bera eina bandaða heilsu frá Hodgson til áskoðararnar vaks vónin aftur. Og so køvdi tað ikki
hugleiðing, hóast høvið er so gott sum nakað; men bert ein tøkk til eina gamla vinkonu, sum, tó at 38 ár vóru ímillum okkara í aldri, var líka spennandi at koma á tal við ta seinastu sum sum ta fyrstu ferðina [...] at verða søga. Ein so gott sum full kirkja bar boð um, at hon var serstøk á so mangan hátt. Hóast vit øll ynskja okkum sjálvum og okkara kæru langt lív, so man vera best at sleppa til hvíldar, tá viknandi [...] hendan heim fyri so langt síðan, at vit valla fata broytingarnar síðan tá, sjálvt um vit royna. Eitt so happadrúgt og væl eydnað æviskeið ger mannalívið so ríkt eisini fyri tey, sum kent hava og varað
einasta ella einasti, sum við spenningi hevur bíðað eftir hesi løtuni. Postverkið ynskti at veita hesum ungu ein eyka tænastu við møguleikanum at fáa teimum svarini so skjótt sum gjørligt. Hóast tað var [...] fartelefonini. Tað eru onnur enn hon sum eisini eru spent eftir svarinum úr Danmark. Hon fer inn á sms-skipanina, og við ristandi hond skrivar hon eini boð til onkran, sum somuleiðis bíðar eftir svarinum. [...] komin fram til diskin her aftanfyri á posthúsinum. Nú er tað hennara túrur. Hon hevur pyntað seg til høvið. Nú skal avgerð nevniliga falla um hvørja yrkisleið, hon skal velja í framtíðini. - Eg ætli mær at
mans eru við skipinum í senn. Lagið var sum vera man gott umborð á Tjaldrinum í gjár, og tað var skjótt, at ein av løgkøkunum fekk navnið Blondinan . - Hon liggur so væl á, ljóðaði tað skemtiliga úr messuni [...] síðani Tjaldrið legði at føroyskari bryggju, eftir at tað var bygt á norskari skipasmiðju. Hetta høvið læt manningin ikki fara aftur við borðinum, og tí var skipið skrýtt við signalfløggum og lagkøkur [...] føðingardagsskipið. - Tjaldrið hevur ikki verið í betri standi enn nú, sigur skiparin Eyðbjørn Lervig, sum saman við kokkinum Harry Jacobsen og bátsmanninum John Kjærbo hevur við skipinum øll árini. Eyðbjørn
á hesi ferðini, sum júst er byrjað, sigur hon. Hegnismaður Kristian Glerfoss, sum er 66 ára gamal, er hegnismaður. Hann er sonur kenda bátasmiðin í Mikladali, Jógvan Glerfoss, sála, sum bygdi nógvar bátar [...] Kristian dugir til alt, sum liggur til hendurnar, sigur konan, ið heldur nógv um tey evni, sum maðurin hevur fingið í vøggugávu. Hon sigur, at maðurin hevur bygt áttamannafarið, sum tey hava til frítíðarbát [...] verið nógv í bátinum, og vit hava eisini verið nógv á floti, tá ið høvið beyðst. Tað er serliga, síðan báturin varð flotaður aftur sum frítíðarbátur, at vit hava brúkt hann til útferðir av ymiskum slagi