Sjálvandi skal Hestur hava tunnil

- Eg skilji væl ynskið hjá hestsfólki at fáa ein tunnil til oynna. Hetta átti ikki at verðið nakar trupulleiki at loyst, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Eftir hansara meting er her talan um eina loysn, sum Hestur rættiliga einfalt kann gerast ein partur av.

- Tað átti at verið so einfalt við tunnilssambandinum út í Hestoynna, sigur borgarstjórin.
Hann er vitandi um hesa ætlanina, har møguleikin er fyri at Sandoyartunnilin kemur at ganga undir sjálva Hestoynna.
Hesin veruleiki ger sjálvandi sítt til, at fólk í oynni hava sett fram ynski um at fáa tunnilin at ganga upp í teirra bygd. Hesum ynskinum tekur Heðin Mortensen undir við.
- Tá ein hugsar um, at tunnilin fer at ganga beint undir oynni, tá átti tað ikki at verið so innviklað at fingið hann uppeftir, sigur hann.
Síðani vitjanina í Hesti fyrr í summar hevur ein íðin arbeitt í umsitingini við at útvega alt neyðugt tilfar í samband við tunnilin.
Hetta tilfarið verður klárt um stutta tíð, og so kann býráðið taka næsta stigið: At koma við eini umsókn til løgtingið um at tunnilin eisini skal ganga upp í Hesti.
- Tað er reint idioti um vit ikki brúka henda møguleikan, sigur hann avgjørdur. Ein slíkan møguleika fáa vit aldrin aftur!!
 
Tilfarið klárt
Heðin Mortensen var sum nevnt fyrr í summar á vitjan í Hesti. Tá nýtti hann høvið at hitta hestsfólk á máli.
Ynskini frá teirra síðu mundu vera so ymisk, men tað var kortini eitt sum upptók flestu teirra: Spurningurin um ætlaða undirsjóvartunnilin.
Frá teirra síðu varð gjørt púra greitt, at kemur ein slíkur tunnil ikki upp í bygdini, verður henni neyvan lív lagað í framtíðini.
Hetta ynskið og henda áheitanin sannførdu Heðin sjálvan og hini umboðini frá Tórshavnar kommunu um, at her varð neyðugt at gera okkurt. Og at gera tað skjótt.
Tað hava teir eisini gjørt, tí líka síðani hevur hetta verið gjørt. Heðin vónar, at hetta tilfarið kann verða liðugt skjótt, kanska longu innanfyri tær fyrstu 2-3 vikurnar.
 
Tunnilin eitt krav
Tá Hestur og Koltur komu upp í Tórshavnar kommunu varð skipað ein serstøk Hest-/Koltursnevnd. Henda nevndin fer eisini at viðgera alt tilfarið í sambandi við ætlaða undirsjóvartunnilin.
Nevndin fer sjálvandi eisini at viðgera hetta málið. Tí, sum Heðin tekur til, so er neyðugt at málið verður viðgjørt væl og virðiliga. Henda staðbundna nevndin fer síðani at koma við eini umsókn til Tórshavnar kommunu um ein tunnil til Hests eisini.
Borgarstjórin dugir væl at síggja teir møguleikarnar sum ein slíkur tunnil hevði givið Hestsfólki:
Tað hevði skapt trivnað í bygdini, og hevði veruliga givið fólki møguleika at arbeiða aðrastaðni, men kortini búgva í Hesti.
- Og hugsa bara um ungdómin. Við einum slíkum møguleika fyri ferðing er ikki óhugsandi, at tey kundu flutt út aftur til heimbygdina, sigur hann.
Tað hevði somuleiðis verðið nógv bíligari fyri landið við slíkum føstum sambandi enn við eini ferju. Í sama viðfangi fær ein jú eisini bundið tvær oyggjar saman aftrat, uttan at hetta nervar stórvegis ta stóru ætlanina um Sandoyartunnilin.
- Tí verður tað eitt krav frá okkara síðu at vit gerast ein partur av hesi ætlanini, slær Heðin Mortensen fast.
Sum skilst fer parturin hjá Tórshavnar kommunu ikki at liggja eftir í hesum máli!
 
Minni far = verri tænasta
Í dag er støðan tann at Hestsfólk hava bert sjóvegis samband við umheimin, tá Teistin leggur at í oynni.
Bæði Hestsfólk og Heðin Mortensen eru av teirri hugsan, at henda tænastan kundi verið munandi betri. Og spurningurin er eisini, hvat fer at henda tá undirsjóvartunnilin einaferð í framtíðini letur upp.
- Eg ivist stórliga í, um ferjusambandið fer at verða tað sama, tá hetta hendir, sigur borgarstjórin. Og tað sama hava hestsfólk eisini borið uppá mál.
Í blaðnum í gjár nevndi hestskonan, Sanna Silvurstein at hugsandi er at tey fáa eitt minni far til teirra sigling. Hetta fer at gera umstøðurnar hjá fólki munandi verri enn tær eru í dag.
- Í dag fáa vit til dømis oljuna koyrda beinleiðis til húsini. Skulu vit kanska í framtíðini aftur at rulla oljutunnur?, spurdi Sanna, sum sjálv er limur í Hests-/Koltursnevndini.