Ellen Rasmussen
Eftir at verða aftur í Danmark, eri eg vónsvikin av tí sum fyllir so nógv, bæði í fjølmiðlum og kjaki millum fólk.
Fundamentalisma og alt tað, ið kemur burturúr fundamentalismu.
11. sept. sum vit øll minnast sera væl, og sum hevur sett ótta í hvørt mansbarn, hevur nú smittað, og fer nú sum ein herjandi umfarsjúka yvir alt Danmark.
Eingin tosar um tað sum er tann grundleggjandi trupulleikin, men vit síggja og hoyra í smáðum pettum. Øll tosa um tað sínamillum, - við varðsemi, - fyri ikki at verða nevndur rasistur, men øll eru samd í, at Danmark er komið til tað sum vit nevna – “point of no return”.
Demokrati verður sett spurnartekin við, hvar gongur markið, og hvønn skulu vit taka atlit til.
Er tað demokrati at ansa eftir hvat vit skulu tora at siga?
Hvørji eru tey, vit skulu “taka hensyn til”?
Hvør hevur skapt alla hesa øðing? Etc.etc.
Svarið er einfalt: - fundamentalistiskir islamar. Eg kann blíva so dansiterandi í øðini....Hvat billar hetta fólkið sær inn? Koma til Danmarkar.
Fáa eina feita íbúð, og ein góðan kekk.
Fáa útbúgving sum verður goldin av landinum, fyri so at smoyggja eina átrúnaðarliga húgvu yvir fólk sum als ongan áhuga hevur fyri hesum.
Áleggja fríum danskarum at uppføra seg og hava meiningar, sum kemur av einari trúgv, sum islamar sjálvir ikki megna at stýra.
Eg minnist fyri fýra árum síðani, áðrenn eg flutti til Føroyar, tá bardist tann danski fólkaflokkurin sín bardaga fyri at fáa tamarhald á hesum trupulleika, men ístaðin fyri at lurta, blivu teir kallaðir rasistar.
Um val verður nú, eri eg bangin fyri at sigurin ferð til fólkaflokkin, tí nú síggja øll, at hetta hevur einki við rasismu at gera, men er ein átrúnaðarlig støðutakan sum er skapt av menniskjum, og ikki av Koranini. Ein støðutakan har muslimar ikki halda høvdið kalt, men blanda politik og religión saman. Hetta er ein farligur koktail.
Vit sóu eitt klipp frá talibanum, ið søgdu hetta sera klárt: at demokrati og materalisma var rótin til alt ónt, men teir vildu gera alt fyri at koma hesum til lívs.
Danskarar ganga nú á leistum, bangnir fyri at traðka á tærnar hjá musliminum. Teir finna seg á ókendum øki, og gerðast lítlir og uttan integritet.
Soleiðis sum eg síggi Danmark frá barnið av sum nærmast kann bindast við far til fire filmanar ella Mortan Korck, ella ja.......Matador..............Tað er farið...
Alt hettar, sum eg kundi skrivað nógvar síður um, fær meg at hugsa aftur á tá eg seinast, fyri skjótt trimun árum síðani flutti aftur til Føroyar.
Eg eri sera politiskt ágrýtin og havi altíð fylgt við politikki, havi ikki havt høvið at velja í Føroyum tey nógvu seinastu árini, tíanverri, men havi altíð fylgt við. Serliga hesi trý árini eg búði heima, er myndin eg havi fingið av tí politiska rákinum, - og málini sum hava verið frammi, - minna alt um alt tað kensluna eg siti við herniðri, og mangan hevur hetta verið samtaluevni við døgurðaborðið og tann ræsta fiskin, heima hjá okkum.
Áðrenn eg fór á HF vóru mál sum: - frí fosturtøka, samkynd og frí søla av rúsdrekka frammi. Føroyingar standa í stað, og teir koma bara ikki víðari.
Spurningurin er: Hvør steðgar teimum? Er demokrati í Føroyum? Eg setti mær ofta henda spurning tá eg var heima, og svarið er sera einfalt, NEI.....har er einki demokrati. Føringurin sjálvur hevur ikki tann fría viljan og torir ikki at standa frítt fram, tí antin steðgar lógin, ella trúgvin honum, og ofta bæði vavd saman í eitt.
Eg fái kuldaskjálvta tá eg hoyri og síggi hesar fundamentalistar sita og ráa í landinum, og fólkinum, og minnir ikki stórt um annað enn tað vit sita í Danmark.
Alt ov ofta havi eg eisin hoyrt um hvussu ein eigur at uppføra seg ......Hvat er hetta fyri nakað? - Í mun til hvat? - Í mun til politiskar meiningar, trúgv, ella hvat grannin sigur ella heldur, ella hvar kemur hesin smáborgarligi hugsunarháttur frá?
Fólkið sjálvt stendur veikt, og er smittað av tí politiska rákinum. Fólkið fylgir við streyminum, uttan at vera kritiskt í mun til hvat gongur fyri seg, og ringast av øllum, tey sum tora tað, verða kveistrað burtur. Tann fundamentalistiski meirilutin ræður.
Danir hava funnið útav hesum, í tey fýra árini eg havi verið heima. Føringar hava ikki funnið útav hesum enn, og berjast als ikki ímóti. Tað gevur “stof til eftertanke”. Hetta er ikki tí at føringar eru seinir í fatanini ella eru býttari enn onnur, hetta kemst av at teir tora ikki annað enn at fylgja fjøldini, tí annars verða teir varpaðir út, ikki út av landinum, men út frá at hava møgulleikar til at skapa nakað.
Eg havi livað í einum demokratiskum landi, og hetta gevur nakrar avbjóðingar. Avbjóðingar sum ger ein føran fyri at velja og - velja frá. Hendan møguleikan hava føringar ikki, tí tað verður valt fyri hann í einum hásæti sum stýrir hvat er gott og minni gott fyri hann, hettar minnir um fundamentalismu.
Synd er, at stýrið ikki hevur tað álit á sínum borgarum, tá borgarin hevur havt tað álit at velja teir inn. Synd er, at borgarin ikki sjálvur kann finna útav hvat er gott og minni gott fyri hann, og torur at skapa sína egnu meining.
Hvat er tað, teir sum stýra eru bangin fyri?
At missa eftirlit, ella bangið fyri ábyrgd?
Vit vita, at við frælsi fylgir ábyrgd fyri hvønn einstakan, ábyrgd fyri at velja tað sum er gott fyri ein, og skapar minst skaða.....
Hví tora tey sum stýra ikki at geva tað ræði til hvønn einstakan? Ja Føroyar er ein kristin tjóð, men fyri mær er tað onkur í hásætinum sum ikki hevur lisið Bíbliuna nóg væl, og hevur misskilt tað at verða menniskja við eini kristnari trúgv. Vit eru menniskju, og í kraft av at vit eru menniskju, eru vit syndarar. Í Guds eygum eru vit eins stórir syndarar. Sum ein prestur segði so gott og eg citeri: “tit skulu minnast til, at kirkjan er full av syndarum”. Tað er akkurát tað sum vit skulu minnast. Eingin kann døma uttan ein, eingin politikkari kann fortelja einum vaksnum hvat er gott og hvat er minni gott, tí vit eru øll syndarar, og ikki minst...eingin politikkari kann døma nakran, tí tað er bert ein ið kann døma...
At tað sita nakrir politikkarar og halda seg verða Gud í einum politiskum máli, er ein farligur coctail. Hettar er fundamentalisma tá hon er vandamiklast.
Eg haldi at Føroyngar skulu vakna. Verða kritisk til tað sum gongur fyri seg. Verða meira tollerantir, og ikki minst, góðtaka tað at ikki øll eru eins, men seta prís uppá at vit øll eru ymisk, soleiðis at tað verður eitt meira litríkt land, har hvør einstakur gerst ríkari við tí í geyma, at ein og hvør skal hava loyvi til at hvíla í sær sjálvum, uttan at grannin, trúgvin ella politikkur seta foringar.