1 + 1 = 1 stórkommuna

Leygardagin fara teir 1380 íbúgvararnir í Gøtu og Leirvíkar kommunum til atkvøðugreiðslu um eitt mál, sum fær stóra ávirkan á hetta økið í framtíðini.

Spurningurin er rættiliga einfaldur: Um tey eru fyri ella ímóti at kommunurnar báðar verða lagdar saman. Borgarin fær fyrst høvið at siga sína hugsan, áðrenn bygdaráðini í báðum støðum taka endaligu avgerðina út frá teirri  vegleiðandi fólkaatkvøðuni.
Hóast spurningurin er einfaldur, so krevur hann kortini eitt greitt og væl umhugsað svar. Óhugsandi er ikki, at hetta bert er byrjanin til ein útvikling í øðrum støðum kring landið hesa komandi tíðina.
Í blaðnum í gjár varð nógv gjørt burtur úr hesum málinum. Har varð tosað við fólk sum bæði vóru fyri og ímóti hesi ætlanini. Og sum skilst á lagnum verður uttan iva greiður meiriluti fyri eini samanlegging.
Hesi seinnu árini hava vit sæð hesa somu gongdina, at kommunur leggja saman sjálvbodnar. Um tær ræðast fyri at verða tvingaðar saman við øðrum kommunum, skal verða ósagt. Men besta loysnin man kortini verða hon, sum ein higartil hevur sæð: Nevniliga at tað eru tey einstøku bygdaráðini sum sjálvi gera av, hvønn tey vilja leggja saman við.
Í Miðjýllandi verður ofta tosað um tann virkisfúsa og ídnaðarkenda tríhyrningin. Her fáa túsundtals fólk sína dagligu inntøku. Hetta økið breyðføðir snøgt sagt einum stórum parti av hesi donsku hálvoynni.
Venda vit eyguni hendavegin so er tað júst tað sama ein sær í hesum økinum, sum nú fer undir kommunalt samstarv. Bæði Gøta og Leirvík eru vinnulívsbygdir burturav. Tær hava nógv samstarv sum er, og tí skilir ein væl sjónarmiðini fyri at hetta samstarvið verður víðkað til eisini at umfata tær kommunalu tænasturnar.
Spurningurin er so, hvat fer at henda í framtíðini. Hugsandi er, at hetta samstarvið millum Gøtu og Leirvík bert er byrjanin til ótradisjonelt samstarv tvørtur um enn eitt kommunumark  - til Fuglafjarðar, og kanska eisini umvegis ein undirsjóvartunnil  - til Klaksvíkar. Ella heilt aðrar vegir!
Hetta kann gerast eitt spennandi íkast til menningina av føroyska samfelagnum innan útbúgving, fiskivinnu og vinnu á landi, bara fyri at nevna nakað. Her kundi grundarlag verðið skapt fyri einum tríhyrntum ella ferhyrntum samstarvi. Úrslitið av hesum kundi gjørt hetta økið til ein sannan vinnumiðdepil í Føroyum.
Framtíðin fer at vísa, hvussu samstarvshugurin verður. Grundarlagið og fortreytirnar eru í øllum førum til staðar. So má agg, fordómar og misálit jarðast, og tað ongatíð ov skjótt!