Tjaldrið 30 ár

Tjaldrið lá flaggskrýtt á Bursatanga í dag í sambandi við, at 30 ár eru liðin, síðan skipið kom til Føroya

JUBILEUM
 
 
Í morgun klokkan 10 vórðu 30 ár liðin, síðani Tjaldrið legði at føroyskari bryggju, eftir at tað var bygt á norskari skipasmiðju.
Hetta høvið læt manningin ikki fara aftur við borðinum, og tí var skipið skrýtt við signalfløggum og lagkøkur stóðu á borðinum. Eisini var okkurt blómutyssi sent umborð á føðingardagsskipið.
- Tjaldrið hevur ikki verið í betri standi enn nú, sigur skiparin Eyðbjørn Lervig, sum saman við kokkinum Harry Jacobsen og bátsmanninum John Kjærbo hevur við skipinum øll árini.
Eyðbjørn Lervig sigur, at uppgávurnar eru eitt sindur broyttar hesi árini. Nú er tað fyri tað mesta sleip og tílíkt, ið kemur fyri, og hesar seinastu tvær vikurnar man Tjaldrið hava hjálpt eini 8-10 skipum, greiðir skiparin frá.
Harafturat er tøknin broytt nógv hesi 30 árini, og í dag ber til at síggja á teldu, hvar tey føroysku skipini eru stødd.
Manningin er úti við Tjaldrinum 14 dagar í senn, og hesar báðar vikurnar plagar Tjaldrið at sigla einar 2000 fjórðingar. 11 mans eru við skipinum í senn.
Lagið var sum vera man gott umborð á Tjaldrinum í gjár, og tað var skjótt, at ein av løgkøkunum fekk navnið Blondinan.
- Hon liggur so væl á, ljóðaði tað skemtiliga úr messuni.