Norröna framvið heimsins størstu vindmyllu

Í lýsingini tann 5. desember fer Norröna fram við heimsins stórstu vindmillu á djúpum vatni. Norröna er tá, eftir ætlan, stødd á Beatrice oljuøkinum í Morayfjørðinum, á veg til Invergordon, nakað innari á fjørðinum. Fullmáni er, so møguligt verður at síggja hesa 170 metra høgu vindmylluna í mánalýsinum hendan morgunin.
Beatrice vindmyllan, ið kann framleiða 5MW, er tann fyrra av tveimum, ið verða settar upp sum partur av eini royndarverkætlan, ið skal avgera møguleikarnar fyri at gera eina vindmyllupark, við 200 vindmyllum, á hesum økinum.
Hendan vindmyllan stendur 22km úr landi á 45 metra dýpi. Hóast tað er vorðið alt meira vanligt við frálanda-vindmyllum, so er hetta fyrstu ferð, at royndir eru gjørdar á so djúpum vatni.
Tað er oljufelagið Talisman Energy (UK) Limited, saman við el-felagnum Scottish and Southern Energy, sum stendur fyri hesi royndarverkætlanini á Beatrice oljuøkinum. Verkætlanin vil menna nýggja tøkni og framleiðsluháttir so Evropa kann hava ein leiðandi leiklut á heimsmarknaðinum tá talan er um vindmylluparkir á opnum havi og djúpum vatni.
Í verkætlanini eru eisini týðandi evropeiskir granskingarstovnar, eitt nú Strathclyde Universitet og Aberdeen Universitet. Frálanda vindmilluparkir eru ikki óvanligar, bæði í Bretlandi og Danmark, men tær eru á grunnum vatni, nær við land. Beatrice vindmyllu-royndarætlanin er tann fyrsta á djúpum vatni.
Nýtt ættarlið av orku
Meðan Føroyar framvegis standa á gáttini til eina møguliga komandi oljuvinnu er Bretland so smátt farið at rigga av sítt ævintýr við tí svarta gullinum.
Ikki tí at bretski parturin av Norðsjónum er tómur fyri olju; men tað gerst støðugt torførari at útvinna hesa olju, og hóast Bretland enn er størsti oljuframleiðari í Evropa, so brúka teir meira olju og gass enn teir kunnu framleiða sjálvir.
Talisman er ein av størstu olju- og gassframleiðarunum á bretska landgrunninum. Teir gjørdust fyrst áhugaðir í vindmegi í 2001, tá oljuframleiðslan á Beatrice økinum nærkaðist upphøggingar tilgongdini. Ætlanin er at vindmegin skal leingja um lívið hjá Beatrice oljukeldunum við at minka um rakstrarútreiðslurnar, samstundis sum verandi undirstøðukervi og pallar verða brúktir.
Tær báðar vindmyllurnar (enn er bert onnur komin upp at standa) verða ávíkavist 1,3km og 2,3km frá Beatrice Alpha pallinum og verða báðar forbundnar til hann við einum 33kV el-kaðali. El-orkan, ið verður framleidd av vindmyllunum verður brúkt á pallinum til at pumpa 5.600 tunnur av olju um dagin inn til oljugoymsluna í Nigg.
Hetta vil minka um nýtsluna av el-orku, sum pallurin fær úr landi, gjøgnum kaðalin frá Dunbeath, og harvið eisini minka um vandamikla CO2 útlátið frá verandi el-framleiðarum. Tað er eisini ein fyrimunur, at stutt er millum el-framleiðslu og -nýtslu.
Vindur og olja í samstarvi
At frálanda oljuvinna og frálanda vindorka kunnu hava eitt munagott samarbeiði, kom serliga til sjóndar undir uppsetanini av fyrru vindmylluni. Beatrice Alpha pallurin hevur neyðuga undirstøðukervið og er støð fyri eftirliti og viðlíkahaldi. Alt verður stýrt frá pallinum. Í løtuni eru 4 pallar í økinum men tað er bert Beatrice Alpa, ið er mannaður. Har arbeiða 40 mans sum eisini taka sær av, at oljan frá hinum pallunum verður pumpað til lands. Tað er ein tyrlupallur á vindmylluni, so tað er skjótt at hava eftirlit og gera umvælingar.
Beatrice vindmyllan
Tann 5MW stóra vindmyllan vigar umleið 144 tons. Hon hevur tríggjar veingir ið eru 63m langir. Tornið, ið vigar 210 tons, er 88m høgt og er 6m í tvørmáti, í neðra. Fundamentið, ein gittar konstruktión, sum er teknað í Noregi og framleidd í Nigg, er 64m høgt. Veingirnir koma ongantíð nærri vatnskorpuni enn 28 metrar.
Útsetingin av vindmylluni var eisini óvanlig, við tað at hon er tikin til havs, og sett á fundamentið, í einum stykki. Arbeiðið við at samla mylluna var gjørt á Nigg Construction Yard.
Endamálið við royndarverkætlanini
Verkætlanin skal fyrst og fremst vísa hvørjar umhvørvisavleiðingarnar verða og hvørjir búskaparligu fyrimunirnir eru við at hava vindmyllur á opnum havi. Vitanin og royndirnar frá verkætlanini verða til gagns fyri evropeisku luttakararnar í verkætlanini og Talisman vónar at menna tøknina og ganga undan í framleiðsluni av frálanda vindmylluparkum á djúpum vatni.
Verkætlanin skal vara í fimm ár og vil kosta umleið 385 milliónir krónur. Talisman hevur fingið stuðul frá skotsku landspartastjórnini, bretska vinnumálaráðnum (DTI) og evroparáðnum. Verkætlanin er eisini partur av tí evropeiska framtakinum DOWNVInD (Distant Offshore Wind farms with No Visual Impact iN Deepwater). DOWNVInD framtakið er samansett av 15 ymiskum fyritøkum í seks evropeiskum londum.
Nágreiniligar ætlanir og kostnaðarmetingar eru eisini gjørdar um burturtøku av vindmyllunum, tá tær einaferð mugu metast at hava tænt sínum endamáli.
Um úrslitini frá royndarverkætlanini eru jalig og nøktandi, er ætlanin at framleiða 200 vindmyllur av hesum slagnum og seta tær út í Morayfjørðin. Hendan ætlanin fer at kosta umleið 10 milliardir krónur. Orkan frá 200 vindmyllum av hesum slagnum vil nøkta 20% av skotska el-tørvinum.
Beatrice royndarverkætlanin verður ikki einans mett sum ein fyrsta roynd at framleiða stórar nøgdir av varandi orku langt til havs. Verkætlanin hevur eisini møguleikar at loysa vælkendu trupulleikarnar við vindmyllum á landi; nevniliga mótstøðu frá fólki og torfør vindviðurskifti.
Vindmyllur langt til havs eru minni sjónligar og har er eisini meira og javnari vindur. Fjarstøðan frá landi hevur tó fleiri avbjóðingar, eitt nú at leiða el-orkuna til lands. Men, við at brúka verandi undirstøðukervi hjá frálanda oljuvinnuni er hesin trupulleikin eisini loystur.
Týðandi altjóða náttúruvirði
Strondin fram við Morayfjørðinum hevur týðandi altjóða náttúruvirði, við stórum tali av umhvørvisliga viðbreknum økjum. Har eru eisini nøkur av teim týdningarmestu reiðringar plássunum hjá sjófugli í Bretlandi. Stórt tal av kópi heldur eisini til í økinum
Víttfevnandi økir fram við Morayfjørðinum eru friðaði. Frá Wick til Peterhead eru ikki minni enn 30 økir sum eru friðaði við lóg. Her er serliga talan um øki, sum liggja undir á flóð, men geva føði til fugl, tá tað fjarðar út. Stórt tal av flytifugli steðgar eisini á her.
Drangarnir við Duncansby Head er eitt av kendastu plássunum í Evropa fyri svartfugl. Økið har á leið lívbjargar 110.000 sjófuglum.
Umframt øki fram við strondini í Morayfjørðinum, er eisini innari parturin av fjørðinum sjálvum friðaður. Hetta øki hevur altjóða áhuga, tí har húsast stórt tal av hvessingi.
Fjørðurin verður eisini brúktur til vinnuligan fiskiskap av skeljafiski, toski, hýsu og hvítingi. 15 skipafeløg (Smyril Line ikki íroknað) brúka fjørðin til flutning av ferðafólki (cruise ship), oljuútbúnaði, oljupallum og øðrum.
Frágreiðing um umhvørvisárin?Environmental Impact Assessment (EIA)
Tann 4. juli í ár gav bretska vinnumálaráðið (DTI) sítt samtykki til Beatrice royndarverkætlanina. Av tí, at øll orkan frá vindmyllunum skal brúkast í oljuframleiðsluni er verkætlanin skrásett sum olju- og gassvinna.
Áðrenn loyvið varð givið frá vinnumálaráðnum skuldi Talisman útvega eina fullfíggjaða frágreiðing um umhvørvisárin. Hendan rúgvismikla frágreiðing lýsir út í æsir øll hugsandi umhvørvisárin royndarverkætlanin kann hava. Eisini vísir frágreiðingin á, hvussu umhvørvið best kann verjast móti møguligum skaða frá virkseminum.
Upprit (Scoping Report)
Grundarlagið undir frágreiðingina um umhvørvisárin, er eitt upprit. Uppritið setur karmarnar fyri innihaldinum í frágreiðingini um umhvørvisárin.
Endamálið við uppritinum er at:
tryggja, at frágreiðingin um umhvørvisárin leggur áherðslu á evnir, ið viðkoma verkætlanini;
viðkomandi fólk, stovnar og fyritøkur verða eftirspurd og eru við í tilgongdini;
geva fakfólki, sum skriva frágreiðingina um umhvørvi, eina ábending um ítøkilig vandamál;
tryggja, at tíð og orka ikki verður brúkt til evnir, ið mugu metast at vera týdningarleys fyri verkætlanina.
Fyrsta stigið í fyrireikingini til eitt upprit er at upplýsa um verkætlanina, hava borgarafundir, ráðføra seg við allar viðkomandi partar og samla viðmerkingar o.s.fr..
Uppritið eru treytirnar ella endamálsorðingin (terms of reference) fyri frágreiðingina um umhvørvisárin. Frágreiðingin verður eftirmett við støði í uppritinum.
Vert er at leggja afturat her, at hugtakið umhvørvi er bæði tað náttúrliga og tað menniskjaskapta umhvørvið.
Umhvørvisroknskapurin
Her skulu bert nevnast nøkur fá tøl úr umhvørvisroknskapinum:
Fuglar av altjóða áhuga:
Vípa20.000Fjallamurra4.000Tjaldur10.000Lógv8.000Spógvi4.000Lómur2.000
Umframt hetta vóru umleið 50.000 sjófuglar skrásettir í Morayfjørðinum veturin 2003-4.
Kanningar ið fyrr eru gjørdar vísa, at fuglur klárar vanliga væl at flúgva uttan um vindmylluveingirnar. Men rovfuglur hevur ikki somu evnir at víkja fyri vindmyllum. Mett verður at orsøkin til hetta er, at rovfuglur ikki er vanur við vandar og hóttanir úr luftini.
Tað seinasta árið hevur Talisman havt ein radara á Beatrice pallinum. Hesin radarin hevur fylgt við og skrásett allan fugl, ið ferðast á økinum alt døgnið. Tað er fyrstu ferð slík skráseting er gjørd, og hetta arbeiðið fer at halda fram í royndartíðini eisini.
Óljóð
Stórur dentur verður lagdur á ljóðkanningar og -árin, serliga í byggitíðini. Mesti gangurin er frá stólpunum, sum skulu sláast niður í havbotnin fyri at festa fundamentið til vindmyllurnar. Hagtøl frá frálandavinnuni vísa, at óljóð yvir 90dB órógvar serliga súgdjórini í havinum. Harnæst kemur fiskur við sundmaga.
Fyri at minka um árinið frá óljóði, varð avgjørt at ‘byrja varliga’, t.v.s. at gera nøkur veik sløg fyrst, so súgdjór og fiskur fáa tíð at taka til rýmingar áðrenn byrjað verður av álvara.
Fiskarí
Myllurnar verða avmerktar á sjókortum og verða málaðar í litum sambært altjóða reglum. Tað er eitt 500m radius trygdarøki rundan um Beatrice Alpha og el-kaðalar verða grivnir 0,6m niður í havbotnin.
Telesamskifti og loftferðsla
Tað er ein sannroynd, at vindmyllur kunnu órógva tráðleyst telesamskifti, radio og sjónvarp o.t.. Óvist er hvørja ávirkan vindmyllurnar fara at hava á radarsignal frá skipum og flogførum. Tað er tó ikki hugsandi, at tvær vindmyllur fara at hava stóra ávirkan, men í fimmára royndartíðini verður høvi at kanna hetta.
Nýskapandi royndarverkætlan
Beatrice vindmyllu royndarverkætlanin er nýhugsandi og stórsligin. Tað kann tykjast løgið, at tað er oljuvinnan, ið gongur á odda, men oljufeløg eru í dag sera áhugað í at spjaða sítt virksemi inn á alternativa orku. Eitt stutt yvirlit yvir bretsku oljusøguna kann geva svarið
Umleið 35 milliardir tunnur av olju eru komnar úr bretska partinum av Norðsjónum síðan framleiðslan veruliga tók dik á seg í 1970. Sambært Hubberts modellinum kom hendan framleiðslan í hæddina í 1997. Hvussu nógv olja er eftir veldst um útrokningarháttin. Generell semja er tó um, at 13,6 milliardir tunnur eru eftir í verandi oljukeldum; nokk til at gera Bretland út í 10 ár framyvir.
Áhugin fyri at leita eftir olju á bretskum øki er tó stórur. Roknað verður við at 112 royndarboringar verða gjørdar tey komandi 2 árini. Hetta kann geva einar 1,5 milliardir tunnur.
Við hjálp frá oljuvinnuni
Samstundis sum bretska oljuvinnan roynir at fáa sum mest burtur úr verandi oljukeldum og brúkar nógva orku til at finna nýggjar oljuleiðir úti í heimi, so er hon eisini sinnað at royna nýggjar leiðir á orkuøkinum. Talan er tá serliga um varandi orku, so sum vind-, aldu- og sólorku. Eisini brúka oljufeløgini nógvan pening til granskan og royndir til CCS (Carbon Capture and Storage), tað er at taka og goyma CO2.
Eyðsæð er, at Beatrice vindmylluverkætlanin er eitt dømi um at oljuvinnan er í broyting. Ikki so langt sunnanfyri Morayfjørðin hava vit kanska skjótt eitt annað dømi um hetta - tann ætlaða Peterhead Hydrogen Power Station, hvørs høvuðslutakari, umframt Scottish and Southern Energy (SSE), er British Petroleum (BP).
Peterhead brint el-verks verkætlanin
Ætlaða brint el-verkið í Peterhead er heimsins fyrst vinnuliga verkætlan ið hevur til endamáls at minka um útlátið av CO2 við at skilja tað frá og goyma tað burtur. Um alt gongur eftir ætlan verður verkið klárt at taka í nýtslu í 2010.
El-verkið fer at framleiða jørðgass frá Norðsjónum til brint og CO2. Brintið fer at verða brúkt til at framleiða 475MW av elorku. CO2'ið, 1,3 milliónir tons árliga, verður pumpað út aftur í oljukeldurnar hjá BP á Miller økinum. Har skal tað goymast, samstundis sum tað skal hjálpa til at kroysta meira olju úr økinum.
At pumpa CO2 niður í oljugoymslurnar á Millerøkinum, 4km undir havinum, fer at leingja lívið hjá oljuøkinum við 15 árum og gera tað møguligt at framleiða 40 milliónir tunnur aftrat, sum annars høvdu verið torførar at fingið fatur á.
Hetta vil verða tann størsta EOR (Enhanced Oil Recovery) verkætlan í Norðsjónum og verkið í Peterhead vil verða heimsins størsta brint-el-verk.
Kjarnorka
Á jólatúrinum hjá Norrönu verður ikki farið longur enn til Invergordon, so høvið verður ikki at síggja Peterhead, har milliarda verkætlanin hjá BP og SSE eftir ætlan skal verða. Men farið verður tætt framvið einum heilt øðrum slagi av orku – kjarnorkuverki, Dounreay, á norðursíðuni á Katanesi.
Verkið byrjaði sítt virksemi í 1955 og í 40 ár gekk Dounreay á odda í heimsins gransking og menning av kjarnorkureaktorum. Teir sokallaðu fast-breeder reaktorarnir. Tveir reaktorar vóru bygdir:
Tann fyrri var 15MW, nevndur Dounreay Fast Reactor (DFR), við tí eyðkenda hvíta kuplinum. DFR var virkin frá 1959 til 1977.
Tann seinna royndin var ein 250MW, nevnd Prototype Fast Reactor (PFR). Hesin reaktorurin var virkin frá 1974 til 1994.
Dounreay var fyrst og fremst bygt til kjarnorkugransking og -menning og har var nógv virksemi í seinnu helvt í síðstu øld. Fólkatalið har í økinum trífaldaðist eftir stuttari tíð.
Tá varð sagt, at el-orka frá kjarnorkuverkum var so bílig, at tað ikki fór at loysa seg at hava el-málara í húsunum. Í dag kunnu vit kanska loyva okkum at spyrja um tað finst nakar málari, sum vísir okkum kostnaðin av kjarnorku.
Seint í 80'unum avgjørdi bretska stjórnin at steðga stuðlinum til fleiri royndir. Dounreay fekk ongantíð loyvi at framleiða el-orku á handilsligum grundarlagi. Miðskeiðis í 90'unum fekst Dounreay við vinnuvirksemi innan endurvinning og framleiðslu av orkuløðingum. Síðan 1999 hevur verið arbeitt við upprudding og niðurtøku av verkinum.
Mett verður, at uppruddingin verður liðug í 2036 og fer at kosta 30 milliardir krónur. Økið skal síðani liggja óbrúkt í 300 ár.
Men hetta er ikki endin á kjarnorkuni í Bretlandi. Bretski forsetisráðharrin, Tony Blair, hevur fyri stuttum boðað frá, at kjarnorka verður partur av framtíðarorkuni - tað slepst ikki undan. Tað gongur alt ov striltið við at fáa nakra munagóða varandi orku ístaðin fyri tey gomlu kjarnorkuverkini, sum nú eru búgvin at taka niður.
Torv
Tað vildi verið ófyrigeviligt at tosa um orkukeldur í Skotlandi, uttan at nevna torvið. Ikki tí, at tað er stórur partur at teirra ‘orkublandi’ (energy mix). Størsti parturin av torvinum, ið verður skorðið, verður brúktur í whiskyframleiðsluni. Ein lítil partur verður eisini brúktur til hita í sethúsum, serliga úti á landinum.
Tað er høgligt at hava orkukelduna við dyrnar. Skotar siga, at skert tú títt egna torv, verður tú heitur tvær ferðir. Men lívfrøðingar og umhvørvisfólk eru ikki samd í hesum og siga, at tú verður heitur tríggjar ferðir:
tá tú skert torvið,
tá tú brennur tað, og
tá tú fært rokningina fyri CO2 útlátið, verður tú heitur um oyrini.
Lívfrøðingar og umhvørvisfólk vildu helst, at torvheiðarnir fingu frið, tí teir eru bæði av søguligum og lívfrøðiligum týdningi. Og hartil er lítil brenniorka, og harvið lutfalsliga nógv CO2, í torvi.
Tann fyrndargamla og søguliga orkukeldan - torvið - er ikki tann einasta orkukeldan, ið bæði hevur fyrimunir og vansar. Hóast bæði fordómar og misskiljingar verða ruddaðar av vegnum, so eru orkuspurningarnir sera fjøltáttaðir og torgreiddir. Serliga er hetta galdandi fyri tað varandi og ‘grønu’ orkuna.
Hartil kemur tann sannroynd, at tað er torført at kappast við ta orkuríku oljuna, sum nógvastaðni spríkir upp úr jørðini, bert tað verður borað eitt hol.
Hetta venda vit aftur til á hesum stað – men fyri hesaferð: Góðan túr til Invergordon!
Keldur
beatricewind.co.uk
bpalternativenergy.com
ukaea.org.uk
wikipedia.org
repower.de





POUL A. MIKLADAL
BEO.FO@MAC.COM