Bátaferð
- Eg haldi, at hetta er fyrstu ferð, eg havi verið í Bergen, at sólin hevur skinið. Oftast hevur verið regn, grátt og keðiligt veður. Tað er neyvan av ongum, at býurin hevur verið róptur "paraplyernes by". Men í dag er veðrið so avbera gott.
Á bryggjuni í Bergen týsdagin hitti Sosialurin Margit Glerfoss, sum saman við manninum, Kristiani Glerfoss, og fleiri øðrum føroyingum eru komin til Noregs á bátaferð.
Bátar og farmur
Norrøna hevur júst lagt til bryggju og nógv ferðafólk, sum eru komin úr Føroyum umvegis Hetland, eru farin ein túr í býin.
Summi hava í hyggju at keypa sær okkurt, og onnur eru farin at hyggja seg um teir tveir tímarnar, tey hava høvi at vera í landi, áðrenn skipið loysir aftur.
Vit velja at vera verandi á bryggjuni saman við bátafólki, sum bíða eftir, at teir 24 bátarnir á vognum verða sleipaðir úr Norrønu og sjósettir.
- Vanliga plaga allir bátarnir at verða flotaðir, áðrenn Norrøna loysir aftur, sigur onkur, sum áður hevur verið í Noregi á bátaferð.
Men farmurin er nógvur, og tað tekur sína tíð at fáa bátarnar í land.
Enn er heldur eingin krani komin oman á bryggjuna.
Tá ið Norrøna loysir aftur einar tríggjar tímar eftir komuna, er eingin bátur flotaður, men nakrir eru komnir at standa fram við bryggjukantinum.
Maður og kona
- Hetta er fjórðu ferð, at vit eru á bátaferð í Noregi. Fyrstu ferð vóru vit í 14 dagar, aðru ferð í tríggjar vikur, síðan í fýra vikur, og hesaferð vera vit í tríggjar vikur. Vit plaga at hava onkran við okkum í bátinum, sum hevur fýra sovipláss, men hesaferð eru vit fyri fyrstu ferð einsamøll.
Margit, sum vit práta við á bryggjuni í Bergen, er 65 ára gomul. Hon hevur skift annað knæið, og hevur høkjurnar við sær.
- Eg skifti knæ síðst í mars, og eg haldi, at tað gongur bara væl. Tað verður kanska eitt sindur stríggið at sleppa niður í bátin, tí bryggjan er so høg. Aðrastaðni, har vit plaga at koma, eru bátabrúgvar, og tá fer at liggja betur fyri at sleppa í og úr bátinum.
Margit sigur, at knøini vóru vorðin so vánalig, at hon at enda ikki fekk gingið.
- Tað er langt síðan, at eg fekk staðfest slitgikt. Tá ið tíðin kemur, ætli eg mær at skifta hitt knæið eisini, sigur hon.
Góðir túrar
Margit sigur, at hon og maðurin hava verið ógvuliga glað fyri túrarnar í Noregi, sum hava verið nakað heilt fyri seg.
- Hetta hava verið túrar, sum hava fest seg í minnið fyri lívið. Vit sigla innanskers millum smáu plássini, og siglt verður bert um dagin. Um kvøldið hugna vit okkum saman. Vit matgera í bátinum, og er veðrið gott, verður grillin tendrað - og viðhvørt eru vit á plássum, har felagsgrill er. Fólk, sum vit hitta á leiðini, eru blíð og fyrikomandi, og tað er ikki so sjáldan, at tey eru við í hugnanum um kvøldarnar.
Okkurt postkortið er eisini farið ímillum londini eftir hesar ferðir.
Hon sigur, at onkuntíð hava bátafólkini skipað fyri føroyskum kvøldum í felagshúsum, sum eru í bygdunum.
- Her hava vit havt føroyskan mat, og vit hava sungið afturvið hugnaligum harmoniku-ella guitartónum.
Margit sigur, at nú hetta er fjórðu ferð, at tey eru á bátaferð í Noregi, hava tey hitt fólk aftur, sum tey eru komin at kenna.
- Vit hava eisini ligið á óbygdari oygg, har maðurin, sum ræður á oynni, fryntliga hevur biðið okkum hugnað okkum væl og leingi og bara ansa eftir eldi. Jú, upplivingarnar hava verið nógvar, og eg vænti, at fleiri upplivingar bíða eftir okkum á hesi ferðini, sum júst er byrjað, sigur hon.
Hegnismaður
Kristian Glerfoss, sum er 66 ára gamal, er hegnismaður. Hann er sonur kenda bátasmiðin í Mikladali, Jógvan Glerfoss, sála, sum bygdi nógvar bátar.
- Kristian dugir til alt, sum liggur til hendurnar, sigur konan, ið heldur nógv um tey evni, sum maðurin hevur fingið í vøggugávu.
Hon sigur, at maðurin hevur bygt áttamannafarið, sum tey hava til frítíðarbát, men hann hevur eisini bygt aðrar bátar.
Báturin varð flotaður sum eitt vanligt áttamannafar í 1981, men í 1992 tók Kristian bátin upp á land aftur til umbyggingar.
- Hann bygdi trý borð oman á og lokaði hann inni sum frítíðarbát. Motorurin er ein Leyland, sum hann hevur sett saman av tveimum motorum.
Margit veit at siga, at Kristian hevur teknað alla umbyggingina sjálvur, men hevur fingið eina smiðju at boyggja sær aluminiumið til.
- Dúkin, sum ger bátin "heilan" har afturi, havi eg seymað, sigur hon.
Tað skerst ikki burtur, at báturin hjá hjúnunum, Kristiani og Margit Glerfoss, er nakað heilt fyri seg millum aðrar bátar.
Hann er í fyrsta lagi eitt sera snøgt og væl frágingið handverk.
Nógv í bátinum
- Vit hava altíð verið nógv í bátinum, og vit hava eisini verið nógv á floti, tá ið høvið beyðst. Tað er serliga, síðan báturin varð flotaður aftur sum frítíðarbátur, at vit hava brúkt hann til útferðir av ymiskum slagi.
Margit heldur, at tað er ikki tað sama at fara á stevnur í Føroyum við bátinum, sum at sigla innanskers í Noregi.
Hon heldur, at viðhvørt er í so nógv lív í á stevnunum her heima.
- Ikki tí; vit eru ofta við, tá ið stevnur eru, men vit sigla eisini í aðrar mátar nógv í Føroyum, bæði einsamøll og saman við øðrum.
Hon heldur, at møguleikarnir við sigling í Føroyum eru nógvir.
- Eitt nú kunnu vit finna upp á at fara út á Hósmøl í Nólsoy at njóta vøkru náttúruna, og á eini slíkari ferð í góðveðri plaga vit eisini at grillað okkum okkurt til matna.
Hósmøl er eitt av heitastu plássum í Føroyum, tá ið sólin ein seinnapart stendur og bakar upp í bergið, sum er omanfyri. Har er einki til hindurs at leggja bátin við klettin, tá ið kyrt er í sjónum.
- Jú, okkum dámar ógvuliga væl at brúka tíðina í bátinum um sumrarnar, tá ið veðrið er til vildar, sigur Margit.
Meranti er navnið
Báturin hjá hjúnunum, Kristiani og Margit Glerfoss, kallast Meranti, men soleiðis hevur hann ikki altíð kallast.
- Upprunaliga hevði báturin navnið, Stjørnan, men tá ið Kristian hevði umbygt hann til frítíðarbát, valdi hann samstundis at geva bátinum nýtt navn.
Onkur spyr, hvaðani navnið, Meranti, stavar, men tann søgan er bæði stutt og einføld.
Margit veit at siga, at tilfarið, sum Kristian brúkti til at innrætta bátin við, kallast meranti, og haðani kemur navnið.
- Tá ið báturin kom útaftur úr kjallaranum hjá okkum eftir umbyggingina, hevði Kristian givið honum hetta navnið, leggur hon aftrat.
Hon heldur, at tað hevði verið betur, um báturin var eitt 10-mannafar heldur enn eitt 8-mannafar.
- Men hetta er ein ógvuliga sjógóður bátur, og vit hava verið ógvuliga glað fyri Meranti, sigur Margit.
Handlig hjún
Sum blaðungur var Kristian sjómaður, men skjótt fór hann at fáast við timbur. Hann lærdi bátasmíð hjá pápanum, og í húsunum hjá teimum báðum í Kráargøtu á Agrjum, sum Kristian sjálvur hevur bygt, er stórur kjallari, har pláss er at byggja og umvæla bátar.
Kristian er eisini útbúgvin timburmaður, og saman við øðrum hevur hann smíðað fleiri hús.
Tá ið ferðin í Noregi er av, fer hann at hjálpa soninum at innrætta eini Fjarðahús, sum hann í løtuni er í holt við at byggja.
Í 14 ár arbeiddi Kristian á Verkstaðnum Vón, og í átta ár var hann á timburdeildini á Blindastovninum.
- Vit eiga tríggjar dreingir og átta ommu-og abbabørn. Sjálv havi eg ansað børnum í 26 ár, og hetta arbeiði dámdi mær ógvuliga væl. Húsini eru stór og hava verið væl egnaði til slíkt arbeiði.
Slitgiktin plágaði
Margit ivast tó í, um hon valdi rætta lívsstarvið, tá ið havt verður í huga, at hon so tíðliga fekk staðfest slitgikt.
- Eg veit heldur ikki, hvussu gott tað hevur verið fyri likamið, at eg sum ung róði kapp í tvey summur við Sílinum, leggur hon aftrat.
Margit hevur dámað væl at fingist við børn, men umframt alt tað húsliga, hevur hon eisini havt annað at tikist við.
- Eg havi eisini undirvíst á kvøldskúla í spinning og plantuliting, leggur hon aftrat.
Nú Margit hevur skift knæ, er hon sjúkrameldað í eina tíð, men hon letur væl at.
- Eg gavst við at ansa børnum fyri trimum árum síðan, og tá fór eg at vaska skúlan á Trøðni. Skúlin er í løtuni í summarfrí, og eg ætli mær aftur til arbeiðis, tá ið skúlin byrjar aftur, sigur fryntliga kvinnan, Margit Glerfoss.