- Ja, næsti. Hvussu eitur tú?
Ein ung genta er komin fram til diskin her aftanfyri á posthúsinum. Nú er tað hennara túrur.
Hon hevur pyntað seg til høvið. Nú skal avgerð nevniliga falla um hvørja yrkisleið, hon skal velja í framtíðini.
- Eg ætli mær at lesa til ljósmóðir, sigur unga og spenta kvinnan.
Hon sigur navnið og fryntliga postkvinnan handan diskin fer yvir í ein gráan kassa. Her liggja hundraðtals brøv og bíða eftir móttakara sínum.
Hon leitar eina løtu í kassanum, men finnur ikki brævið har. Hon fer afturum at leita, men kemur aftur eina lítla løtu seinni við ongum!
- Tú, eg finni ikki brævið beint nú. Ein annar er farin at leita eftir tí. Tað man vera her onkustaðni! Bíða bara eitt bil.
Tað sæst, at spenta gentan er ikki sørt vónbrotin. Meðan postkvinnan hevur leitað eftir brævinum er spenningurin og pulsurin hækkaður samsvarandi tíðini.
Tað var illa. Tað er týðiligt, at unga kvinnan klárar næstan ikki at bíða eftir hesum brævinum.
Men hon má bara geva tol. Eina lítla løtu aftrat.
Finna ikki bravid )-:
Hon er kortini ikki tann einasta ella einasti, sum við spenningi hevur bíðað eftir hesi løtuni.
Postverkið ynskti at veita hesum ungu ein eyka tænastu við møguleikanum at fáa teimum svarini so skjótt sum gjørligt.
Hóast tað var sunnudagur í gjár, høvdu teir kortini opið eitt skifti seinnapartin. Hetta forðaði tó ikki troyttum ólavsøkufólki at leita sær higar eftir brævinum.
Aftanfyri hesa ungu og spentu kvinnuna standa nú eini 15 onnur í kø og bíða eftir at sleppa framat diskinum. Innanfyri liggur brævið frá stovninum, hagar tey hava søkt um at sleppa inn at útbúgva seg um ein mánað.
Hon fer úr køini, men heldur seg kortini nær at diskinum. Hon fer í lumman eftir fartelefonini. Tað eru onnur enn hon sum eisini eru spent eftir svarinum úr Danmark.
Hon fer inn á sms-skipanina, og við ristandi hond skrivar hon eini boð til onkran, sum somuleiðis bíðar eftir svarinum. Tey finna ikki bravid )-:, er ein hugsandi tekstur í hesum sms-boðunum.
Boðini eru farin avstað, og nú er ein roykur góður. Ein sigarett kemur úr taskuni og úti í góðveðrinum festir hon sær í.
Hon fær tó ikki loyvi at roykja sigarettina lidna, tí nú rópar fryntliga postkvinnan á ungu kvinnuna. Hon hevur funnið brævið!
Pulsurin er í toppi, nú hon fær handað brævið. Í hesum brævinum liggur svarið uppá útbúgving hennara. Framtíð hennara. Kanska lívsstarv hennara.
Smárennandi fer hon oman í bilin og fer avstað. Hóast stóra spenningin, so skal brævið fyrst latast upp heima við hús.
Gráta her ella heima
Við spenningi hava hesi ungu fólkini sæð fram til henda sunnudagin.
Tey hava fyri tíð síðani søkt inn á tann og tann lærustovnin. Nú eru umsóknirnar viðgjørdar og svarið greitt. Tey senda eina tøkk til Postverkið sum gevur teimum møguleika at fáa svarið ein dag fyrri enn ætlað.
Hóast tey hava bíðað í longri tíð, skal brævbjálvin ikki latast upp her og nú. Hetta er eitt persónligt bræv og eitt persónligt svar, mundu flestu teirra halda.
Onkur maki var við til hesa løtuna, men var hesin av heilt aðrari áskoðan. Her var ikki neyðugt at bíða so leingi:
- Tú kanst akkurát tað sama lata brævbjálvan upp beinanvegin. Um tú grætur her ella heima við hús, kann tað ikki gera tað sama?!
Ungi maðurin fekk ikki óvæntað! - einki svar uppá henda spurningin frá unnustuni.
Svar út í heim
Tað vóru tó ikki bert ungfólk í køini seinnapartin í gjár. Fleiri tilkomin fólk vóru eisini samankomin her.
Millum hesi var pápi til eina gentu, ið eisini hevði søkt inn á danskan lærustovn.
- Dótturin er úti í heimi og ferðast. Interrail, veit tú. Hon er ikki heima nú, og bað meg fara ístaðin.
Pápin hevði fingið heimild at lata brævbjálvan upp, eins og hann hevði heimild at svara játtandi uppá boðini frá lærustovninum.
- Teir krevja 9,7 í miðal, men hon hevur 9,9. So eg rokni við at hon hevur góðan møguleika, sigur hesin pápin.
Løtu seinni kemur hann út aftur við brævbjálvanum. Hann skundar sær víðari.
Heima við hús skal brævbjálvin latast upp. Og fá sekund seinni skal dótturin hvar í verðini hon enn er fáa boðini.
Fartelefonin er hent við eitt slíkt høvi!










