sínum. Pápi mín var eisini við einum báti saman við systkinabørnum, so øll vóru bangin. Inni hjá okkum høvdu vit dupultar hurðar í gongini, vit kallaðu tað úthurð og innhurð. Eg minnist Sunnuva í Eystrum [...] Mikkjal til alt í einum, og tað eydnast. Hann kemur í bátin til bróðurin og hinar, sum ikki vistu hvat tað var. Komin í bátin roynir Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund [...] var t.d. í Íslandi í fleiri ár og róði út og var millum teir raskastu. Hann byrjaði sum heilt ungur at rógva út. Tað er um eitt bjargingarbragd Mikkjals eg vildi sagt frá: Tað var ein morgin í 1880-unum
heysti 1941 við “Morning Star”. Sylvan eigur 2 systrar í Klakksvík, Jabjørt og Herfríð, og 2 systrar í Onglandi, Margaret í London og Kate í Troon. Pápi Sylvans var bretskur hermaður úr Hebridunum. Tað [...] og øðrum í fleiri dagar norðanfyri. Og tá ið leitað varð í 1971 eftir ”Dortheu” við røsku útróðrarmonnunum Esmari og Louisi í Útistovu í Klakksvík, ið sjólótust, og serliga væl stendur í mínum huga [...] parteigari í “Sundenni”, sum hann førdi í eini tvey ár, og sum royndi við gørnum um várið og línu um summarið og veturin, seinni á laksaveiðu norðanfyri. Alt sá ljóst út, og Sylvan læt í 1988 í Fraklandi
vit kunnu siga, í bestu árum. Stórur var skarin, sum fylgdi honum út á kirkjugarðin í Sørvági. Tað tynnist í vinaskara. Nú eg skrivi hesi minningarorð, hugsi eg um, hvussu stutt lívið í grundini er. Lívsleiðin [...] ganga á fjall, serliga í Nýpuni, har pápi hansara røktaði. Alt var so gott, og alt sá so ljóst út. Vit vuksu til mans og fóru til skips. Herluf sigldi sum kokkur við Vesturleika í fleiri ár, og nógv ár [...] hálvvaksnir. Mínir tankar leita í hesi løtu til Lis og synirnar, sum so brádliga mistu mann og pápa. Eisini leita tankar mínir til Herdis, hansara gomlu mammu, sum býr á Sýnini í Miðvági. Tit hava mist nógv
millum londini í hesum illveðrinum. Annað var Jane Elisabeth í Vági, sum sakk, og har skiparin Sofus á Durtufløtti í Porkeri druknaði. Hitt skipið var Grace, sum kom við øllum seglum í lepum inn í Flekkefjord [...] var helst í Leith. Hon fór á vegnum heim inni í Lerwick. Farið var haðani til Føroya 12. november, men hon kom ikki vegin fram. Tað stendur einki í bløðunum tá um hesa vanlukku. Men tað stóð tó í Dimmalætting [...] seinnapartin í november hevði verið eitt ógvusligt illveður við nógvum regni. Havnará varð so stór, at Áarvegur stóð undir í vatni, og tað rann inn í kjallararnar. Páll Nolsøe skrivar eisini í siglingarsøguni
at hava beinini á jørðini Franck Ribery vaks upp í Boulogne Sur-Mer í útnyrðingshorninum av Fraklandi. Familjan búði í einum ógvuliga fátæksligum býlingi í útjaðaranum av býnum, og Ribery dylur ikki fyri [...] persón. - Tá eg var barn, búðu vit undir fátæksligum umstøðum. Pápi mín arbeiddi alt sítt lív, og hann gav mær mín karakter, soleiðis at eg í dag eri tann sami, sum eg var tá. Tá ið eg var ungur, var tað [...] landsliðnum eisini verið á vitjan í Føroyum í 2009 og spælt á Tórsvølli. Hvussu minnist hann hetta, og hvat heldur hann um at spæla móti smátjóðum. - Eg minnist væl, tá ið eg var í Føroyum. Tað var ógvuliga trupult
settust í búgv niðri í húsunum, sum Jógvan Djúrhuus, sonur sjóðarbóndan hevði bygt. Tað sigst, at hann gekk norður til Skopunar at byggja húsið, ígjøgnum 7 ár. Hann var nevndur prest-Jógvan. Í 1984 vórðu [...] hon vísti á dag og tíma, tá hon tók ímóti Jesusi og í sannheit livdi hon lívið sum ein trúgvandi. Hon forsømdi einki møti, hon gekk í Missjónshúsið í Skopun og har hoyrdist rødd hennara prísa Jesunavni [...] Vilhermina var væl dámd í heimbygdini Skopun. Lívsins skúli hevði gjørt hesa kvinnu kontanta! Hon segði tað, sum hon ætlaði, ballaði ikki nakað inn. Tá hon var 3 ára gomul, doyði pápi hennara, Karl Arnason
hevði longu í 2009 gjørt avtalu við fólk á Skipasmiðjuni um at skriva søguna um føroyskt skipasmíð, sigur Óli Olsen. Í bókini skrivar Óli Olsen soleiðis í Formælinum: »Í 2009 bóðu skipasmiðjumenn í Havn meg [...] fimta bókaútgávan hjá Óla Olsen. Hann er føddur í Klaksvík í 1949 og gekk síni barnaár í skúla har norðuri. Eftir lokna skúlagongd fór hann til skips í fýra ár frá 1966 til 70. - Tá hevði eg fingið si [...] og fór á stýrimansskúla. Eg fekk so prógvið til jóla í 1972, og fór so beinleiðis til skipsførara í januar 1973, sigur Óli Olsen. Hann var við í seinasta flokkinum, sum tók skipsførara eftir hálvum ári
gjøgnum tíðirnar og í flestu av heimsins londum. Royndirnar vísa, at verður byrjað at broyta grundleggjandi meginreglur, eisini í hesum málinum, er lætt at fara á glið. Hetta váttar gongdin í aktuella hjúna [...] foreldur, verður alt vent á høvdið. Nú, í hesum eina førðinum, verður argumenterað fyri, at tað er í lagi, at tvey av sama kyni uppala barnið- at eingin sum helst vandi er í tí! Her er av sonnum talan um hyklarí [...] verður bert til í samfelagnum millum mann og kvinnu, og hevur krav uppá bæði mammu og ein pápa. Ein mamma er ikki før fyri at geva barninum tað, ið ein pápi kann, og somuleiðis kann ein pápi ikki geva tað
óskyldiga myndin er ikki í nærheitini av nøkrum marki, hvat satiru viðvikur. Og vit hava frítt at úttrykkja okkum í skrift og talu sambært grundlógini og sjálvandi undir ábyrgd” "Mín virðing er helst líka [...] satira.” "Haldi eisini, at hetta er farið út um øll mørk. Løgmaður er eisini eitt menniskja, maður og pápi. Hvar er virðingin farin fyri tí??" “Burtursæð frá, at hetta var photoshop og ikki tusj, so var hetta [...] ” "Happing" “tú hevur rættiliga víðar heimildir, tá talan er um politiska satiru” "Spottarin kemur í spottarans stað. Hugsa tit ikki um familju hansara? Tad skal valdast, hvat man leggur út á facebook
r, tá teir bygdu nakrar molar kring um í Føroyum. Best kendur í ættini millum manna í dag er Børge, sum er føddur í 1929 og sum vaks upp í fyritøkuni við Sjógv í Kollafirði. Nú er tað so abbasonur hansara [...] hjá Jóhannesi Dam við Sjógv í endanum av oktober í 1928. - Handilin var bara í stutta tíð í leigaðum hølum. Húsini, har handilin framvegis er í dag, stóðu liðug í 1929 - ella sama ár, sum eg eri føddur [...] tók við leiðsluni í matvøruhandlinum við Sjógv í Kollafirði. Handilin hevur røtur heilt aftur til Carl August Jensen - ella danska Carl, róptur, sum í sínari tíð kom úr Middelfart í Danmark til Føroya