85 ár á baki í Kollafirði

Í endanum av oktober eru 85 ár liðin, síðan danski Carl - Carl August Jensen - læt handil upp í Kollafirði.

Tað eru umleið trý ár síðan, at 26 ára gamli Bergur R. Dam Jensen tók við leiðsluni í matvøruhandlinum við Sjógv í Kollafirði.

 

Handilin hevur røtur heilt aftur til Carl August Jensen - ella danska Carl, róptur, sum í sínari tíð kom úr Middelfart í Danmark til Føroya sum arbeiðsformaður, tá teir bygdu nakrar molar kring um í Føroyum.

 

Best kendur í ættini millum manna í dag er Børge, sum er føddur í 1929 og sum vaks upp í fyritøkuni við Sjógv í Kollafirði. Nú er tað so abbasonur hansara og sonur Gunnvør Dam Jensen, Bergur R. Dam Jensen, sum stendur á odda í fyritøkuni.

 

Í endanum av hesum mánaðinum eru 85 ár liðin, síðan danski Carl og konan Emma byrjaðu sítt handilsvirksemi.

 

Børge Jensen sigur, at foreldur hansara giftust miðskeiðis í 1920-unum.

 

- Mær er sagt, at mamma tænti hjá verkfrøðinginum í byggifyritøkuni, har pápi mín var arbeiðsformaður, og tað er helst tann vegin, at tey bæði komu at kennast.

 

Hann sigur, at foreldur hansara byrjaðu handilsvirksemi í leigaðum hølum hjá Jóhannesi Dam við Sjógv í endanum av oktober í 1928.

 

- Handilin var bara í stutta tíð í leigaðum hølum. Húsini, har handilin framvegis er í dag, stóðu liðug í 1929 - ella sama ár, sum eg eri føddur, sigur Børge Jensen.

 

Bergur R. Dam Jensen sigur, at CAJ, sum tey nú stytta handilsnavnið, er ein familjufyritøka, har familjan er í nevnd og stendur fyri dagliga rakstrinum. Hetta er í dag ein nútímans handil, sum er opin hvønn dag - undantikið sunnudag - frá klokkan 8-22.

 

Hann sigur, at fyri umleið einum mánaði síðan vórðu tey liðug at mála allan handilin innan, eins og alt innventarið í handlinum er skift.

 

- Vit hava brúkt nógva orku, tíð og pening upp á at gera handilin so kundavinarligan sum gjørligt.

 

Bergur R. Dam Jensen heldur, at CAJ nú er brynjaður til framtíðina - og til tey næstu 85 árini, sum hann brosandi tekur til.