Hvar gongur markið fyri satiru?

Stutt eftir, at misálit varð reist á løgmann hósdagin, lá ein mynd úti á Facebook. Tað var Heini Festirstein, grafikari, ið hevði gjørt løgmann um til eina »Miss Álit«. Skemtilig satira helt onkur – vanæriligt helt onkur annar.

Men hvar gongur markið fyri satiru, er nakað mark yvirhøvur og hvørjum endamáli tænir satiran?

Her eru nakrar av viðmerkingunum sum komu til myndina á Facebook og á In.fo:


"Haldi henda hetzin móti løgmanni er farin langt út um øll mørk"

“Hendan óskyldiga myndin er ikki í nærheitini av nøkrum marki, hvat satiru viðvikur. Og vit hava frítt at úttrykkja okkum í skrift og talu sambært grundlógini og sjálvandi undir ábyrgd”

"Mín virðing er helst líka so nógv fyri sessinum, sum manninum. Niðurgerð av løgmanssessinum er niðurgerð av okkum sjálvum."

“Ja, onkur vil sleppa at bestemma, nær vit skulu flenna, tað er sera trist. Hetta er intelligent satira.”

"Haldi eisini, at hetta er farið út um øll mørk. Løgmaður er eisini eitt menniskja, maður og pápi. Hvar er virðingin farin fyri tí??"

“Burtursæð frá, at hetta var photoshop og ikki tusj, so var hetta heilt mainstream karikaturtekning. Estetiskt dámar mær betri tusj; etiskt er tað eingin munur. Væl at merkja um fólk ikki eru so naiv at halda, at løgmaður verliga klæðir seg soleiðis.”

"Happing"

“tú hevur rættiliga víðar heimildir, tá talan er um politiska satiru”

"Spottarin kemur í spottarans stað. Hugsa tit ikki um familju hansara? Tad skal valdast, hvat man leggur út á facebook, eg trúgvi ikki at nakar vildi havt hasa myndina á sær. Er hetta tað, sum facebook skal brúkast til - puha, eg eri skelkað um hvussu lítla virðing menniskju hava fyri hvørjum øðrum"

"langt úti - happing av ringasta slag"

"ikki sømuligt"