Hann tykist ikki gera nakað stórvegis hóvasták burtur úr sær sjálvum, 30 ára gamli Franck Ribery, nú vit hitta hann á venjingaranlegginum hjá týsku Champions League meistarunum úr Bayern München á Säbener Strasse í suðurpartinum av týska stórbýnum. Hetta er dagin eftir 5-0 heimasigurin hjá Bayern München á kekkiska Viktoria Pilzen í Champions League, og Ribery gjørdi sjálvur tvey av málunum hjá týska stórfelagnum.
Ribery kemur stillisliga inn í hølini, har vit skulu práta saman, og hann heilsar fólkaliga. Tað merkist beinan vegin, at hetta er ein maður, sum ikki hevur hug at lyfta seg sjálvan upp um onnur.
Umráðandi at hava beinini á jørðini
Franck Ribery vaks upp í Boulogne Sur-Mer í útnyrðingshorninum av Fraklandi. Familjan búði í einum ógvuliga fátæksligum býlingi í útjaðaranum av býnum, og Ribery dylur ikki fyri, at tað eisini hevur merkt hann sum persón.
- Tá eg var barn, búðu vit undir fátæksligum umstøðum. Pápi mín arbeiddi alt sítt lív, og hann gav mær mín karakter, soleiðis at eg í dag eri tann sami, sum eg var tá. Tá ið eg var ungur, var tað eisini eitt skifti, har eg brúkti meiri tíð uppá at hava tað stuttligt saman við vinum enn at fokusera upp á fótbóltin. Tá mátti eg taka meg saman og fór at arbeiða saman við pápa mínum vegarbeiðari í eina tíð fyri at fáa kontoina hjá mær upp á pluss aftur. Tað hevur tí nógv at siga fyri meg, at eg havi beinini á jørðini og haldið høvdið høgt, sigur ein ógvuliga avgjørdur Franck Ribery.
Hann sigur, at nú, tá ið tað gongur so væl hjá honum og Bayern München, roynir hann at njóta tað so nógv sum gjørligt.
- Eg royni ikki at vera arrogantur, tí eg veit, hvussu skjótt tað kann venda. Men beint nú er alt super. Fyri nøkrum árum síðani var tað hinvegin rættiliga trupult, men tað er ótrúliga umráðandi í fótbólti, at tú hevur evnini til at reisa teg eftir ein ósigur, sigur Franck Ribery og leggur afturat.
- Eg haldi eisini sjálvur, at eg eri ein reellur persónur, sum virði øll. Eg geri altíð mítt besta, tá ið eg møti fólki. Eg gevi mær tíð at tosa við tey, tí eg klári ikki at siga nei. Sigi eg nei, so blíva tey kanska kedd, og so blívi eg eisini keddur, sigur hann.
Franck Ribery heldur, at tá ið man kemur frá slíkum korum, sum hann kemur frá, so lærir man onkursvegna at seta størri prís upp á tað, sum man fær seinni.
- Fótbólturin hevur givið mær alt, og fótbólturin hevur givið mínari familju skjól og trygd, og tað virðismeti eg ógvuliga høgt. Eg havi nógv at takka fótbóltinum fyri, og tí vil eg altíð vinna, sigur hann.
Smátjóðir hava ofta ein serligan stoltleika
Sjálvur hevur Franck Ribery við franska landsliðnum eisini verið á vitjan í Føroyum í 2009 og spælt á Tórsvølli. Hvussu minnist hann hetta, og hvat heldur hann um at spæla móti smátjóðum.
- Eg minnist væl, tá ið eg var í Føroyum. Tað var ógvuliga trupult, og vit vunnu dystin tepurt 1-0. Eg veit, at summi halda, at smáu tjóðirnar skulu spæla sínamillum fyrst, men eg síggi tað bara sum, at í løtuni spæla vit móti smátjóðum, og soleiðis er tað bara. Munurin er ikki altíð so stórur, sum vit eisini sóu í Føroyum á sinni, so tað er altíð umráðandi at halda fokus til slíkar dystir, sigur Franck Ribery og leggur afturat.
- Smáar tjóðir hava ofta ein serligan stoltleika, og tað sæst aftur úti á vøllinum, og tað havi eg ógvuliga stóra virðing fyri, sigur hann.
Franck Ribery hevur eisini lagt til merkis, at eitt so lutfalsliga lítið land sum Ísland er komið í Play-off til HM-endaspælið.
- Tað er stuttligt at síggja lond sum Ísland koma so langt. Eg ivist ikki í, at fyri Ísland hevði tað verið ótrúliga stuttligt og eitt bragd at komið til HM-endaspælið, heldur hann.
Bayern er mítt felag
Franck Ribery hevur spælt í týska Bayern München síðani í 2007, og tað er her, at hann hevur havt sína bestu tíð sum leikari. Hann dylur heldur ikki fyri, at hann trívist avbera væl í týska stórfelagnum.
- Bayern er eitt fantastiskt felag við eini fantastiskari felagskenslu. Hóast felagið er stórt og sterkt, so er fjarstøðan millum fólkini í felagnum og áskoðararnar ikki serliga stór, heldur Franck Ribery.
Eingin ivi er um, at tíðin í Bayern München ítróttarliga hevur verið tann besta hjá Ribery, og hann er heldur ikki í iva um, at tað er ein av orsøkunum til, at hann trívist so væl í týska felagnum.
- Eg havi verið á toppinum í hálvttriðja ár. Tað er umráðandi fyri meg at hava tað stuttligt, at familjan hevur tað gott, og at áskoðararnir eru nøgdir við tað, sum eg avriki. Her í Bayern München haldi eg, at alt tað gongur upp, og eg ætli mær eisini at blíva búgvandi her, tá ið eg gevist við at spæla, sigur Franck Ribery.
Er ikki mettaður
Sum kunnugt gjørdi Bayern München bart farna kappingarár og vann greipuna í Týsklandi, umframt at man vann Champions League. Blívur man ikki mettaður av sigrum eftir eitt slíkt ár, spyrja vit Franck Ribery?
- Nei, tað haldi eg ikki. Man vil altíð vinna, og nú er ymiskt kring liðið eisini broytt í mun til í fjør. Nú fingu vit nýggjan venjara til hetta kappingarári, og hann er sjálvandi komin við nøkrum nýggjum tingum, hóast tað altíð er trupult at koma við nøkrum nýggjum, tá ið liðið júst hevur vunnið alt, sum vinnast kann, sigur Franck Ribery.
Hann dylur tó ikki fyri, at hann er glaður um nýggja venjaran, Pep Guardiola, sum hann hevur alt gott at bera.
- Pep hevur sagt við meg, at hann vil hava meg at skora fleiri mál, og hann hevur víst, at hann hevur sera stórt álit á mær, og tað er umráðandi fyri ein spælara at merkja, at venjarin hevur álit á honum. Pep er ein fantastiskur venjari, og tað er lætt at skilja hansara hugsanarhátt. Vit læra nógv nýtt av honum, og tað er skjótt at læra, sigur franski bóltsnillingurin.
Sum 30 ára gamal hevur Ribery nøkur ár eftir í sær, men hvussu leingi væntar hann sjálvur, at hann kemur at halda fram við at spæla á hægsta støði?
- Tað er ilt at siga. Eg havi tað øgiliga gott bæði kropsliga og sálarliga, og tað er einki at ivast í, at tað eisini merkist úti á vøllinum. Eg spæli altíð fyri mítt lið, men samstundis hevur tað nógv at siga fyri meg, at eg havi tað stuttligt, tá ið eg spæli. Um tú ikki hevur tað stuttligt, verður tað ógvuliga trupult at gera títt besta. Men eg ætli mær at spæla nógv ár afturat, og eg komi at spæla her í Bayern München til eg gevist, sigur hann.
Vil til Brasil
Um tvær vikur skal Frakland spæla Play-off dystir móti Ukraina um rættin at sleppa til HM-endaspælið í Brasil komandi summar, og hetta er nakað, sum Ribery gleðir seg til.
- Tað verður ógvuliga trupult, tí Ukraina er eitt gott lið, sum spælir við nógvum hjarta. Tað er eyðkent fyri eystureuropeisk lið, at tey hava øgiliga stórt tjóðskaparhjarta, og tað dámar mær ógvuliga væl. Men vit skulu vinna dystirnar, so at vit sleppa við til Brasilia, tí vit eiga at vera við har. Eg vil til HM-endaspælið, sigur ein avgjørdur Franck Ribery.
Tíðin, ið undirritaði hevur fingið til samrøðuna, er við at vera farin, og eg takki fronsku stjørnuni fyri samrøðuna. Men ógvuliga eyðkennandi fyri eyðmjúka fraklendingin sigur Ribery, at tað er hann, sum takkar fyri møguleikan.