Siglandi arvurin varðveittur

Klokkan 19.30 mikukvøldið verður nýggjasta bókin hjá Óla Olsen løgd fram í Skúlanum við Ósánna. Bókin er at rokna sum søgan um føroyskt træskipasmíð

Hetta er fimta bókaútgávan hjá Óla Olsen.
Hann er føddur í Klaksvík í 1949 og gekk síni barnaár í skúla har norðuri. Eftir lokna skúlagongd fór hann til skips í fýra ár frá 1966 til 70.
- Tá hevði eg fingið siglingstíðina og fór á stýrimansskúla. Eg fekk so prógvið til jóla í 1972, og fór so beinleiðis til skipsførara í januar 1973, sigur Óli Olsen.
Hann var við í seinasta flokkinum, sum tók skipsførara eftir hálvum ári.
- Eg søkti og slapp umborð hjá A P. Møller og har var eg verandi fram til 1979. Hetta var í tíðini, tá sekstanturin varð nýttur at navigera við, sigur Óli Olsen.
Hann búði í Danmark, tey árini hann sigldi við A. P. Møller, og har hitti hann eisini kvinnuna, sum hann giftist við.
- Vit gjørdu so av at flyta heim til Føroya í 1979. Hetta var jú fremmant land fyri konuna, so henni dámdi betur, at eg ikki sigldi úti, so eg gjørdi av at fara á læraraskúla í 1983, sigur Óli Olsen.
Hann tók prógv sum lærari í 1987 og søkti og fekk starv á Føroya Sjómansskúla sama árið.
- Har var eg í nógv ár, og tað var hesa tíðina, at eg byrjaði at skriva, sigur Óli Olsen.

Fyrsta bókaverkið
»Sigling & útbúgving I og II« vóru fyrsta bókaverkið frá Óla Olsen.
- Hetta var ein uppgáva, sum var rættiliga spennandi. Eg gjødri nakað við forna sigling í fyrra bindinum, sum kom út í 2003. Hetta var í veruleikanum sera áhugavert, tí talan var um so nógvar smáar sjómansskúlar, sigur Óli Olsen.
Hann royndi so at lýsa hesar smáu sjómansskúlarnar, og hvørjar teir førdu upp til próvtøku.
- Ein stuttlig hending var, tá ein kona úr Gøtu ringdi til mín og spurdi, um eg visti at siga henni, hvar og nær pápi hennara hevði tikið skiparaprógv. Hon hevði leitað og spurt seg fyri, men eingin visti at siga henni. Tá kundi eg skjótt og lætt leita í bókaverkinum og siga henni, nær og hjá hvørjum, pápi hennara tók skiparaeksamiu. So tað prógvar, at ein ávísur tørvur hevur við á hesum bókaverki, sigur Óli Olsen.
Í bókunum er eisini yvirlit yvir allar navigatørar heilt frá 1893 og fram til 1993.
- Seinna bindi av hesum bókaverki kom so út í 2004, sigur Óli Olsen.
Eftir hetta fór hann so aftur út í heim at sigla nøkur ár, áðrenn hann gavst, tá hann var um 60 ára aldur.

Fisher og Sverri
Næstu bøkurnar hjá Óla Olsen lýstu lívssøgurnar hjá tveimum privatpersónum.
- Tann fyrri var Fisher Heinesen. Hann livdi jú eitt lív í viðgangi og mótgangi, og hann gjørdist serliga kendur fyri streymtalvurnar. Men hann kendi eisini til mótgang, og endaði í fongslinum orsakað av læknastríðnum í Klaksvík, sigur Óli Olsen.
Tað var hesa tíðina, at hann skrivaði endurminningar sínar, sum Óli Olsen nýtir sum grundarlag undir bókini, »Fisher Heinesen - tá ið rak við og ímóti«.
- Tað var jú Fisher Heinesen, ið setti sjómansskúlan í Klaksvík á stovn. Hann virkaði fyrstu árini sum ein privatskúli, men gjørdist almennur í 1970-unum, sigur Óli Olsen.
Mest kontroversiella bókin, ið klaksvíkingurin á Argjum hevur skrivað, er uttan iva »Í Waffen SS - søgan um Sverra Djurhuus«.
- Vit kendust nakað, og tá Sverri fór at nærkast teimum 80 gjørdi eg av, at ringja til hansara fyri at lufta tankanum um at skriva eina bók um hann og hansara upplivingar á eysturfrontinum. Og tað var ikki meira enn hálvtalað orð, so var Sverri við upp á tað, sigur Óli Olsen.
Hann gjørdi so tríggjar drúgvar samrøður við Sverra Djurhuus.
- Einasta treytin hjá Sverra var, at hann vildi sleppa at síggja tað, ið eg setti á prent. Men av tí at hetta var rættiliga kontroversielt, var tilfarið lagt til síðis, og tað skuldu ganga 11 ár frá tí eg tosaði við Sverra í 1999, til bókin kom út í 2010, sigur Óli Olsen.

Avtala um skipasmíð
Tað var onkur, ið koyrdi undir hann, at fáa hann at fara undir bókina um Sverra Djurhuus, eftir at bókin um Fisher Heinesen var komin út.
- Men eg helt ikki, at eg kundi fara undir at skriva bókina, fyrr enn eg hevði tosað við døturnar hjá Sverra Djurhuus. Tvær búgva niðri, men so passaði tað seg so væl, at tær komu heim til eitt brúdleyp, og so komu tær á gátt hjá mær, saman við onkrari abbadóttir, sigur Óli Olsen.
Har var, eins og hjá Sverra Djurhuus sjálvum, leyst og liðugt, og so fór Óli Olsen í gongd.
- Hetta var sum áður nevnt ein rættiliga kontroversiell bók, men eg haldi, at hon var væl móttikin, sigur Óli Olsen.
Hann sigur, at tá bókin kom út, fekk hann eitt stórt blómutyssi frá døtrunum, og tað var hann bæði ovfarin og glaður um.
- Tað var fløvandi at fáa slíka viðurkenning, men tað vóru kortini ikki stundir at hvíla á laurberunum, tí eg hevði longu í 2009 gjørt avtalu við fólk á Skipasmiðjuni um at skriva søguna um føroyskt skipasmíð, sigur Óli Olsen.
Í bókini skrivar Óli Olsen soleiðis í Formælinum:
»Í 2009 bóðu skipasmiðjumenn í Havn meg skriva søguna um føroyskt skipasmíð. Sagt varð, at søgan um føroyska bátin var skrivað (Andras Mortensen: Hin føroyski róðrarbáturin), men ikki um skipið, deksbátin ella motorbátin.

Mentanararvur
Hesum játtaði eg, og sama heystið varð farið at kanna og at savna inn tilfar. Men skjótt gjørdist greitt, at tilfarið var nógv, og at illa fór at bera til at lýsa tað í eini og somu bók. Komið var ásamt um at avmarka verkætlanina til føroyskt træskipasmíð burturav - frá Royndini Fríðu í 1804 til Jøkul í 1978. Tikið var til, at hesa søguna bar til at runda av, tí at føroyskt træskipasmíð var farið í søguna.
Nú verkætlanin er komin undir land má sigast, at farið varð til verka í tøkum tíma. Tær eydnaðist akkurát at hitta teir seinastu skipstimbrararnar á máli - ella at kenna hitan av hondum, sum sleptu, sum tikið verður til. Serliga í Havn, men eisini aðrastaðni í landinum, upplivdu tú ríkar og gevandi løtur saman við hesum tilkomnu monnum, sum gleðiliga søgdu frá lívi sínum sum skipasmiðir og øðrum, teimum høvdu verið fyri á lívsleiðini«.
Bókin er deild upp í eina svart/hvíta hálvu og eina lithálvu.
- Har er talan um siglandi mentanararvin, tað vil siga tey træskipini, ið enn verða nýtt, antin til fiskiskap ella sum stuttleikaskip. Har funnust so nógvar og vakrar myndir, at eg helt rættast var, at brúka tær, sigur Óli Olsen.

Einki á skrá
Nú bókin verður løgd fram mikukvøldið í Klaksvík, er einki nýtt á tapetinum hjá Óla Olsen.
- Nú var tað soleiðis, at eftir bókina um Sverra Djurhuus fór eg beinleiðis undir hesa nýggju verkætlanina. Eg fekk líkasum ikki tíð at klára heilan og anda út, og tað er neyðugt at lada upp av nýggjum, tá ein verkætlan er av, sigur Óli Olsen.
Tí liggur heldur einki og bíðar fyri framman.
- Nú kundi eg hugsa mær at farið út at ferðast. Eg havi til dømis ongantíð verið í Noreg, og tað kundi eg væl tonkt mær. Tað kundi verið áhugavert at sæð tey ymsu skipini, ið myndir eru av í bókini, sigur Óli Olsen.
Hann sigur, at hann hevur børn í Danmark, og at leiðin tí saktans kundi gingið tann vegin.
Fyribils gleðir hann seg til bókaframløguna, sum verður í Klaksvík klokkan 19.30 í Skúlanum við Ósánna mikukvøldið.