sera takksamur fyri at vera vaksin upp í eini føroyskari bygd, fyri minnini eg havi, fólkini eg havi kent og arbeiðið, eg havi havt høvi at taka lut í. Bygdarlívið rúmaði og rúmar framvegis nógv og týdningarmikið [...] á sinni, og tí havi eg ongantíð slept áhuganum fyri hesum evninum. Tá ið eg kom aftur til Føroya fór eg í arbeiði á Havsbrún, og fekk júst um endan á svartkjaftarokinum. Tí kundi eg í ein mun brúka áhugan [...] er nakað um tað. Granskingin kann vera en lovprísan av skapanarverkinum og ein liður í tí at undrast enn meiri. Útbúgving ein íløga Sum lærari í nógv ár á studentaskúlanum í Eysturoy hevur Dánjal Petur
alistøðini er tað ein fyrimunur at trygd er fyri leveringini av smolti. ? Og somuleiðis er tað ein tryggleiki hjá smoltstøðini at hava fastan avtakara. ? Hjá kryvjivirkinum er tað ein stórur fyrimunur at [...] kanska 70 milliónir. ? Broytist rávøruprísurin so bara 10%, er talan um sjey milliónir. Og ein slík broyting kann skjótt broyta eitt yvirskot til eitt undirskot, og so ert tú um ein háls. ? Sjálvandi skal [...] upphædd í alivinnuni. ? Hetta er ein trupulleiki. ? Men hetta er ein trupulleiki, sum vit onki fáa gjørt við. ? Vit kunnu bara arbeiða útfrá teimum fortreytum vit hava. Hitt er ein politiskur spurningur. ? Men
er tað eins umráðandi fyri hann at menna sítt egna tónleikaliga úttrykk. Hann leggur afturat at hetta er ein menning, ið varar alt lívið og at tað velst um, hvønn veg man fer: - Spurningurin um ein hevur [...] um ein hevur verið á konservatoriinum, so er man so og so fantastiskur. Hetta dámar honum einki, tí í hansara eygum var konservatoriið bara nakað, ið hann var í gjøgnum og tey fimm árini einans ein lítil [...] soleiðis eg hugsi. Hóast mítt ljóðføri er guitarurin, so hugsi eg ikki um meg sjálvan sum ein guitarist. Eg eri ikki ein tónleikari sum venur skalair og etudir dagin langa ? eg fokuseri heldur uppá, hvat tónleikur
dømis kann sigast, at tá ið ein hevur føðingardag, bjóða tey vanliga ikki gestunum heim ? tey bjóða teimum út á eina pub. Har verður møguliga etið "fish & chips", ið er ein vanlig ensk máltíð og síðani [...] frá, hvussu tað er at vera lesandi her, eitt sindur um býin, ið eg búgvi í og um mentanina her. Um ein hugsar um at lesa í Onglandi, er fyrsta stigið sjálvandi at søkja um at sleppa inn á skúlan og hetta [...] skúlaheim á universitetinum, eitt mitt í býnum og eitt við strondina. Eg valdi tað mitt í býnum, ið eg havi verið ógvuliga glað fyri. Íbúðarumstøðurnar í Ondlandi eru avgjørt nógv lægri enn í Norðurlondunum
hasin fuglfirðingurin segði. Eg havi aldri hoyrt so galið, at ein skuldi læra børnini at drekka so tíðliga sum gjørligt, tá tey vóru eini 14 ár. Mær vitandi er tað ikki nakað ein annar kann læra teg, men sum [...] ring og í ringasta føri dráp. Og so vil ein, at børnini skulu leiðast inn á henda veg, við at læra tey at dreka, meðan tey eru í ringasta aldri og alt broytist í teimum. Til politikarar, skúlar og foreldur: [...] tíðir nyttar ikki nógv, um ein ikki dugir at stýra mongdini, og tað eru tíverri heilt nógv av teimum 14, 15, 16, 17, 18 osfr. ára gomlu, ið ikki duga, tað veit eg, tí eg eri ein av teimum, sum byrjaði, tá
sum bara er til júst hesa skiftingina. Drátturin er innanfyri Delta. Har er ein dráttur fyri bátarnar, sum skulu á sjógv, og ein fyri bátarnar, sum skulu upp á land, so vit halda, at umstøðurnar eru so frægar [...] sær heldur einki út fyri næstu framtíðini. - Tað gongst illa at fáa mannfólkini her suðuri at rógva. Ein partur av veruleikanum er, at nógv av unga fólkinum flytir skjótt burtur, og so verður tað sagt, at [...] sama skilið í Vági. Har eru tað eisini genturnar, sum rógva kapp. Vágbingurin venur norðanfjørðs. Eg havi skilt, at tríggir vágbingar, sum arbeiða í Havnini, eru partur av manningini, men annars eru tað bara
plássunum var Landsstýrið eisini vertur til ein døgurða í Havn, har umframt løgmann og landsstýrið eisini vóru fulltrúar og vinnulívsmenn luttóku og talur vóru hildnar, eins og spurningar vóru settir um hvat RNLI [...] samband við Umboðsstovu Føroya, sum tá var í Aberdeen. Atli var væl kendur av monnum innan fiskivinnuna eins og tey ministerier í Bretlandi, sum vit máttu samráðast við. Vit høvdu serliga gott samband við f [...] fyri at fáa betri skipasamband við Skotland, og tá ið "Smyril" varð keyptur í 1975, gjørdist hetta ein møguleiki. Hetta summarið varð avtala gjørd við RNLI, Royal National Life-boat Institution, bretska
hesar avbjóðingar, sum geva okkum hetta samfelag. Tingið er ov veikt Ein stórur veikleiki í hesum sambandi er eitt mál eg ofta fyrr havi viðgjørt. Tingið er ov veikt. Tingfólkini fáa ov lítla hjálp og møguleikar [...] bein at standa á enn fisk. Fakfeløgini neyðug Fyri at fá ein heildarleist, skulu vit eisini hava fakfeløgini við í tilgongdina. Tey umboða ein stóran part av fólkinum, eru við í lønartreytum og hvussu [...] Tað er ikki nóg mikið bert við politiskum semjum. Tær eru ein fortreyt, men neyðugt er somuleiðis at fáa arbeiðsmarknaðarpartarnar at verða ein partur í hesi tilgongd, og at sál verður løgd í at fáa gongd
formurin er í lagi aftur. Eg havi havt møguleikar, men hepnið hevur ikki verið við. Onkuntíð havi eg rakt í stólpan, og fleiri ferðir hava málverjarnir bjargað sera væl. Tað er ein ónd ringrás at koma í hj [...] skulu spæla tveir kvalifikatiónsdystir. Fær tað nakrar avleiðingar fyri teg, um tit flyta niður? ? Eg havi sáttmála í tvey ár afturat, so í útgangsstøðuni rokni eg við at spæla har tey bæði komandi árini. [...] sjálvan, um tú skalt spæla í næstbestu deildini? ? Eg eri ungur enn, so tað hevði eg bara tikið sum ein lærdóm afturat. Tað veldst eisini um, hvat teir í Kongsvinger ætla. Vilja teir uppaftur beinanvegin
landsstýrismaður. Tað var prinsippi í tí, at hevur ein landsstýrismaður brotið lógina, so eigur hann at fara frá. Tað var ikki eg sum koyrdi Signar frá, og eg havi einki útistandandi, sum eg skal føla meg illa [...] avgerðin varð tikin, um at eg skuldi vera landsstýrismaður. So leingi sum eg ikki havi fingið annað signal frá flokkinum, so broytist tað ikki, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann heldur ikki at tað í sjálvum sær hevur [...] Signar á Brúnni er vorðin reinsaður fyri ákærurnar, sum løgtingsgrannskoðarin legði á hann. Tað var ein avgerð hjá flokkinum at eg skuldi vera landsstýrismaður, og tað má vera flokkurin, sum tekur avgerð