(VILNIUS) Tríggir av teimum átjan spælarunum, sum í fyrrakvøldið komu til Vilnius, har teir nú fyrireika seg til stóru landsliðsuppgávuna, ið er á skránni í morgin, spæla í løtuni fótbólt á hægri støði enn allir hinir. Teir eru Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson, sum spæla í donsku superliguni, og Julian Johnsson, sum spælir í norsku Tippeliguni.
Meðan tað síðani summarsteðgin hevur gingið sum eftir ánni hjá Jákupi Mikkelsen og Herfølge, ið framvegis er millum tey ovastu liðini í superliguni, so hevur tað gingið meiri striltið hjá FCK, og hjá Kongsvinger hevur tað verið heilt strevið.
? Í Kongsvinger vita vit, hvat tað snýr seg um. Tað eru fýra umfør eftir at spæla. Komandi vikuskifti verður ikki spælt, tá Noreg skal spæla EM undankappingardyst, men so verður ferð á, og 25. oktober verður tað greitt, um vit eru fluttir niður, um vit skulu halda fram í bestu deildini, ella um vit skulu spæla tveir kvalifikatiónsdystir.
Fær tað nakrar avleiðingar fyri teg, um tit flyta niður?
? Eg havi sáttmála í tvey ár afturat, so í útgangsstøðuni rokni eg við at spæla har tey bæði komandi árini. Um eg fari nakra aðra staðni, so verður tað tí, at teir gera av at selja meg.
Men heldur tú ikki, at tað verður óheppið fyri teg sjálvan, um tú skalt spæla í næstbestu deildini?
? Eg eri ungur enn, so tað hevði eg bara tikið sum ein lærdóm afturat. Tað veldst eisini um, hvat teir í Kongsvinger ætla. Vilja teir uppaftur beinanvegin ? um vit flyta niður ? so halda teir uppá fólkið, men fara teir at ásanna, at teir ikki megna at hanga í, so kann roknast við, at teir fara at selja onkrar av teimum bestu spælarunum fyri at minka um útreiðslurnar. Eg havi ongan klausul í mínum sáttmála, sum sigur, at eg eri leysur av felagnum, um teir ikki eru í bestu deildini, og eg veit ikki, um aðrir hava tað, men hetta er ikki ókent í hesari verðini.
Máltrot
Meðan Thomas Thorninger, sum sunnudagin var í FCK álopinum saman við Toda Jónsson, var við í øllum trimum málunum, sum FCK fekk í Aalborg, so fór Todi enn eina ferð til hús uttan at hava skorað, og tað er ein maður, sum fær sína løn fyri at gera mál, sjálvandi ikki nøgdur við. Tá teir í Danmark fóru undir landskappingina í august, var Todi millum málskjúttarnar fleiri umfør á rað, men nú hevur hann ikki skorað í nógvar vikur.
? Eg misti eitt sindur í sambandi við skaðan, sum eg fekk í landsdystinum móti Kekkia, men nú kenni eg tað sum um formurin er í lagi aftur. Eg havi havt møguleikar, men hepnið hevur ikki verið við. Onkuntíð havi eg rakt í stólpan, og fleiri ferðir hava málverjarnir bjargað sera væl. Tað er ein ónd ringrás at koma í hjá álopsspælara, tá tú ikki skorar, og sjálvandi vóni eg, at hetta broytist heilt skjótt og helst longu leygardagin, sigur Todi Jónsson, sum sjálvandi sær nógv fram til veldugu uppgávuna, sum tað verður, tá FCK seinni í hesum mánaðinum skal spæla í europeisku kappingini fyri steypavinnarar á Stamford Bridge í London móti Chelsea, har ein ørgrynna av heimsstjørnum spæla undir leiðslu av italska Vialli.
Einki dropp
Fyrr í vikuni hoyrdist, at Jákup Mikkelsen hevði klossað í tí, tá Vejle javnaði til 2-2 á Herfølge stadion, har heimaliðið hevði nógv spæl og eina rúgvu av málmøguleikum. Í donskum fjølmiðlum hevur verið gjørt nógv burturúr hesari støðuni, og venjarin hjá Herfølge, Ole Mørch, hevur verið í øðini. Ikki inn á Jákup Mikkelsen, men inn á dómaran. Venjarin sigur, at øll á stadion uttan dómarin sóu, at Jákup varð skumpaður, tá hann skuldi taka lætta innleggið, og so fór bólturin uppum landsliðsmálverjan.
? Eg varð skumpaður, og eg skilji ikki, at dómarin ikki bríkslaði. Men vit kundu havt avgjørt hatta sjálvir, tí vit høvdu fleiri møguleikar, eisini aftan á at teir høvdu skorað til 2-2, heldur Jákup Mikkelsen, sum ikki kundi gera nakað við fyrra málið, ið var sjálvmál. Herfølge málverjin roknar avgjørt við, at hann skal standa í føroyska málinum í annaðkvøld.