Eg visti, at hann var dugnaligur at spæla uppá guitar. Sera dugnaligur. Á fleiri av teim bestu føroysku fløgunum á mínari hyll - eitt nú »Terji & Føstufressar«, »Eyðun Nolsøe«, »Holger Laumann & Plúmm«, »Green Gate« og »Frændur« - ber til at hoyra, hvussu tónarnir frá hansara guitara geva løgunum eyka íblástur. Og tónleikarar, hann hevur arbeitt saman við, gera ikki óv lítið av, tá teir í orðum royna at lýsa hansara tónleikaliga dugnaskap. Við einum livandi andlitsbráð verður greitt frá upplivingum samman við honum, og meðan málberingar sum »hann er heilt einastandandi«, »hann kann gera alt á einum guitara« og »hann er eitt unikum« eru tær mest vanligu, verður tú meira og meira sannførdur um, at um tað utopiska heitið »Føroya-besti-ravnmagnsguitarist-nakrantíð« hevði verið til, kundi eingin skúgva hann til viks.
Tískil var eg ikki í iva, hvar eg skuldi verða staddur, tá eg frætti, at hann á Listastevnuni skuldi spæla saman við Eyvør Pállsdóttir umframt Teiti Lassen. Uttan at taka nakað frá teimum báðum høvuðsnøvninum, ið við einum fullsettum sali virðuliga livdu upp til hugtakið »agn«, var mín veruliga stjørna á konsertini í Norðurlandahúsinum summarkvøldið 10. august 2001 kanska heldur guitarleikarin Leivur Thomsen. Tað var ikki tí at hann við vilja stjól myndina frá hinum tónleikarunum. Tað var heldur ikki tí, at tey hann spældi saman við, ikki vóru nóg dugnalig, ella tí at hansara kropsligi atburður kravdi gætur. Tvørturímóti gjørdi hann lítið burturúr at trína fram, ella øvugt, hann gjørdi alt fyri at vera ein partur av heildini. Tískil vóru tað kanska fá, ið veitti honum ans við sjónarsansinum. Men í tónleikinum var Leivur bara framúrskarandi. Á hegnisligan hátt bant hann trummurnar, bassin og røddina saman. Bæði tá hann spældi tann ljómvakra og til tíðir jazzinspireraða tónleikin hjá Ivory og tann meira lætta poppin hjá Teita, megnaði hann sum undangongumaður at lita tær ymsu ljóðmyndirnar soleiðis, at heildin gjørdist enn størri. Tá hann av og á slapp teymunum og trein heilt fram í ljóðmyndina við einum av sínum rúnabindandi solo?um, skerdist ikki burtur, at her var ein tónleikari, ið megnaði allar møguligar og ómøguligar snildir við einum ravmagnsguitara.
Tá eg taki sess í køkinum hjá systrini, ið hann býr hjá nú hann er í Føroyum, sýnist hann rættuliga smæðin og lítillátin. Annika, ið Leivur livir saman við, er farin ein túr við 4 mánaðar gomlu dóttrini, so teir báðir, Leivur og átta ára gamli sonurin Hans Andrias, eru einsamallir heima. Meðan vit drekka kaffi og Hans Andrias stundum hyggur inn fyri líkasum at vita um alt er í lagi, er tað eyðsæð, at hóast Leivur er vanur við at standa á palli, er henda støðan ikki heilt vanlig fyri hann.
Kanska er tað tí, at hann spyr, hvat tað er eg ætli at skriva um. Altso hvønn vinkul eg ætli at hava í greinini og leggur afturat, at hann vónar ikki, at tað skal vera um at, hann hevur gingið á konservatoriinum og sovorið. Eg undrist og spyrji hvat er galið við tí? Hann hugsar seg um eina løtu og sigur síðani, at fólk ofta hava tað hugsan, at um ein hevur verið á konservatoriinum, so er man so og so fantastiskur. Hetta dámar honum einki, tí í hansara eygum var konservatoriið bara nakað, ið hann var í gjøgnum og tey fimm árini einans ein lítil partur av øllum tí, ið hevur gjørt hann til tann tónleikaran, hann er í dag. Hann greiðir frá, at um hann til dømis ikki hevði gingið á konservatoriinum, so hevði hann kortini kunna nátt tí støðið, ið hann er á í dag.
- Eg havi altíð merkt eina framgongd í mínum guitarspæli, men meðan eg gekk á konservatoriinum, var ferðin á framgongdini bara nógv størri, sigur hann og leggur afturat, at tað mest gevandi við konservatoriinum, var at koma í eitt ríkt tónleikaumhvørvi við nógvum góðum tónleikarum.
Spurgdur um tað ikki var slóðbrótandi at koma sum sjálvlærdur inn á konservatoriið og um hann tískil ikki lærdi nógv av teimum báðum kendu guitarleikarunum Jacob Fischer og Bjarne Roupé, svarar hann, at hóast tað var læruríkt at fáa frálæru frá hesum báðum, metir hann ikki, at árini á konservatoriinum hava broytt hann so øgiliga nógv sum tónleikara:
- Reint tekniskt havi eg einki lært har, tí á konservatoriinum í Keypmannahavn verður dentur einans lagdur á sjálvan tónleikin. Hetta merkir, at man kann vera sín egni og ikki verður tvingaður at gera nakað, ið man ikki hevur hug til. Tað dámdi mær sera væl, leggur hann flennandi afturat.
Tað sýnist sum at hann als ikki gevur sær far um, at hann harvið eisini sigur, at hann - langt áðrenn hann kom inn á konservatoriið - dugdi allar tær teknisku snildirnar, ið krevjast fyri at sleppa gjøgnum nálareygað. Ella kanska er tað nettup tað, ið er orsøkin til, at hann bert sær tíðina á konservatoriið sum nakað, ið hann hevur verið ígjøgnum.
Tá eg greiði frá at eg havi hoyrt, at hann fekk sera gott viðmæli eftir sína fráfaringarroynd á solistklassanum summarið 2000, er tað sum vil hann ikki rættuliga tosa um tað. Hóast eg veit, at vit liva í einum landi har jantulógin sigst at verða ovurhondsstór, undrist eg kortini á, at hann er so eyðmjúkur. Hann er komin inn á konservatoriið sum sjálvlærdur, hevur fingið avbera gott viðmæli frá sínari fráfaringarroynd á solistklassanum og kortini sýnist tað, sum um tað als ongan týdning hevur fyri hann. Um hann ikki hevur nakrar ambitiónir?
Hann flennir fyri seg sjálvan at spurninginum, hugsar seg um eina løtu og greiðir síðani frá, at hann er av teirri fatan, at tað ræður um at geva fólki eitt upplivilsi og at hann gerst serliga glaður, tá hansara tónleikur á onkran hátt hevur sagt fólki nakað. Tískil tekur hann altíð støði í sjálvum tónleikinum heldur enn sær sjálvum. Umframt at hansara ambitiónir eru at gerast betri guittarleikari á tí tekniska økinum, er tað eins umráðandi fyri hann at menna sítt egna tónleikaliga úttrykk. Hann leggur afturat at hetta er ein menning, ið varar alt lívið og at tað velst um, hvønn veg man fer:
- Spurningurin um ein hevur nakrar ambitiónir ella ikki, kann lætt misskiljast. Tónleikur er eitt fjølbroytt sjálvtøkuborð, har man antin kann velja sær tað sama sum tey flestu, ella tað, man sjálvur heldur kennist rætt og gagnast væl.
Tað er lítið at ivast í at Leivur hevur valt tað seinasta. Sjálvur heldur hann at tað alt ov leingi, serstakliga í Føroyum, hevur verið vanligt at tosa um, hvør er dugnaligastur til hetta og hvør er dugnaligastur til hatta. Eftir hansara meting er tað kanska ein hugsunarháttur, sum hevur støði í onkrum slagi av tjóðskaparkenslu og leggur afturat, at ístaðin fyri at vevja alt saman, átti man heldur tikið støði í tí, ið eyðkennir tað einstaka fyribrigdið:
- Mínar ambitiónir eru ikki at gerast heimsins ella føroya besti guitaristur ella nakað í tann stíl. Tað er als ikki soleiðis eg hugsi. Hóast mítt ljóðføri er guitarurin, so hugsi eg ikki um meg sjálvan sum ein guitarist. Eg eri ikki ein tónleikari sum venur skalair og etudir dagin langa ? eg fokuseri heldur uppá, hvat tónleikur fortelur og kann fortelja ? bæði mær sjálvum og øðrum, sigur hann og hyggur at mær fyri líkasum at kanna eftir, um eg havi skilt hvat hann meinar við.
Tað haldi eg at eg havi, men spyrji um hann altíð hevur haft tað á henda hátt og hugsi um søguna, ið snúði seg um, at hann á sínum yngri døgum var sera miðvísur og lurtaði tað einu plátuna fyri og aðru eftir, og soleiðis lærdi seg alt tað, sum eitt nú guitarleikarin Richie Blackmore, í Deep Purple, hevði spælt. Um hann ongantíð hevur sæð upp til tílíkar stjørnir og haft dreymar um at gerast ein av teimum?
Jú, sjálvandi hevði hann dreymar sum allir aðrir dreingir og hann vandi eisini ótrúliga nógv tá hann var yngri. Hann leggur tó afturat, at hugsunarhátturin broytist, tess eldri man verður:
- Tað, at ganga runt og bara hugsa um seg sjálvan og hava ambitiónir um at blíva so og so feitur, haldi eg vera nokso egoistiskt. Tað er slettis ikki tað, tað handlar um. Tað stuttligasta er, tá eg merki á mær, at bólkurin hevur eitt felags úttrykk, also at man tosar tað sama málið gjøgnum tónleikin. Tað er tá, at tónleikurin av álvara kann gerast vakur, sigur hann hugsunarsamur.
Eg spyrji hvussu henda tilgongd hongur saman við, at hann tað seinasta árið á konservatoriinum gekk á solistklassanum?
Hann heldur als ikki at hetta nýtist at verða ein mótsetningur og leggur afturat, at hann ikki hóvar at síggja seg sjálvan sum solist. Hjá honum er tað umráðandi, at bólkurin er ein eind, sum skapar nakað saman, og tískil hevur tað týdning fyri hann, at at hann kann geva hinum tónleikarunum nakað at spæla ímóti og saman við:
- Ein solo er ikki feit, um hon ikki hóskar inn í heildarmyndina. Soleiðis er eisini við øllum hinum eg spæli. Tað er ikki feitt, um tað ikki fellir inn í heildina. Um allir tónleikarar í einum bólki vilja spæla solo, ja so er stórur vandi fyri, at teir spæla forbí hvønn annan. Og tá er tað líkamikið, um teir hvør sær eru sera góðir, tí tað ljóðar bara ikki feitt saman. Tvørturímóti ljóðar tað sum oftast av hundanum til.
Longu sum seks ára gamal byrjaði Leivur at spæla guitar, og um hugsað verður um, at hann var 25 ára gamal tá hann flutti til Keypmannahavnar og at hann ikki byrjaði á konservatoriinum fyrr enn tvey ár seinni, er tað kanska ikki so løgið at tey nítjan guitarárini í Føroyum sum sjálvlærdur hava havt nógv størri ávirkan á hansara tónleikaliga menning, enn tey fimm árini á konstervatoriinum.
Tá hann verður spurgdur hvussu tað ber til at hann valdi at gerast tónleikari burturav, sýnist tað ikki at vera tann lættasti spurningurin at svara. Hann veit ikki um tað var nakað hann beinleiðis valdi, men leggur síðani afturat at hann eitt ella annað stað altíð hevur vitað, at hann skuldi verða tónleikari. Tann tónleikaligi stuðulin heimanifrá var ikki tann stóri og tann einasta rútman sum hoyrdist um alt húsið uppi í Pedda við Steinsgøtu í Havn, stavaði frá skrivimaskinuni hjá pápanum. Leivur hevði tó eina týdningarmikla basu. Tað er nevnliga ómøguligt at koma uttanum vinmennirnar í gamla grannalagnum, tá tosað verður um tónleikamenningina hjá Leiv. Saman við Finni Hansen, Magnusi Johannesen, Rógv á Rógvi, Arnold Ludvig og James Olsen, mannaði Leivur navnframa bólkin »Plúmm«. Fyri teir lesarar, ið ikki kenna til henda bólk kann sigast, at Plúmm óivað var ein tann mest áhugaverdi og øðrvísi tónleikabólkurin í Føroyum í nýggjari tíð. Í staðin fyri at spæla vanligan dansitónleik, blandaðu teir allar møguligar sjangrur saman og spældu millum annað bæði rock, jazz, funk og fusiónstónleik.
Tað er týðuligt at Leivur betur dámar at tosa um Plúmm enn um konservatoriið, men øvugt so veit hann ikki rættuliga hvar hann skal byrja:
- Vit plagdu at sparka fótbólt og spæla vanlig dreingjaspøl, so í byrjaninni var tað bara eitt spæl sum alt annað, sigur hann og leggur í sama viðfangi afturat, at teir jú eisini høvdu navnið »Playboys«, áðrenn teir av álvara plúmmaðu.
Hann greiðir frá at teir høvdu onkran guitar av sera ivasamari góðsku, men at ljóðførini annars vóru jarnhyllar, pappkassar og annað fyriliggjandi skrambul. Eingin av teimum dugdi sum so at spæla uppá nakað ljóðføri, so teir spældu bara sum best bar til. Tað var tó ikki av tilvild at hann fall fyri guitarinum:
- Orsøkin til at eg spæli guitar í dag var tí, at eg longu tá bara vildi spæla guitar. Til dømis spældi Arnold eisini guitar í byrjanini, men fyri líkasum at verja mína støðu sum guitarleikari, bað eg hann ein dagin um at spæla bass. Og tað ger hann enn tann dag í dag.
Júst hetta, at allir vinmennirnir í Plúmm í dag hava tónleik sum teirra livibreyð, er fyri Leiv einastandandi. Hann vísir á, at hóast teir í dag eru vaksnir menn, ið hvør sær hava upplivað ymiskt gjøgnum ár og dag, hugsa teir framvegis ógvuliga eins, tá tað snýr seg um tónleik. Eisini tað heldur hann vera einastandandi. Tað sýnist at koma sum eitt yvirraskilsi fyri hann sjálvan - sum um at tað, ið er einastandandi fyri Leiv er tað, ið ikki rættuliga kann forklárast. Og kanska skal tað heldur ikki greinast út í odd og egg. Akkurát sum at hann heldur ikki kann greiða frá, hví hann bara vildi spæla guitar. Tað vildi hann bara. End of story. Ongin forkláring.
Í køkinum hjá systrini sýnist hetta heilt náttúrligt. Eins náttúrligt sum at tað ikki ber til at greiða einum blindum manni frá litinum »reytt«. Ella at tónleikur ikki kann greiðast uttan at tað verður uttanumtos, og at Leivur tískil heldur vil tosa gjøgnum tónleikin enn um hann.
Tá eg í góðveðrinum gangi heim rennur mær í hug, at svarið uppá tann obligatoriska útisetaspurningin viðvíkandi útlitinum at venda heim aftur til Føroyar avdúkaði, at hjá Leivi er tónleikurin - og ikki tjóðskapurin - tað náttúrliga umdrejningspunktið. Hóast hann elskar at vera í Føroyum og at spæla saman við føroyingum, so er hann fyrst og fremst tónleikari. Honum dámar væl at hava fingurin á pulsinum og við tónleikabrillum er Keypmannahavn ein sera áhugaverdur og livandi tónleikabýur. Eitt nú hevur hann - saman við trimum øðrum føroyingum - gjørt íløgur fyri eina hálva millión í útgerð til at byggja eitt upptøkuhøli úti á Amager og hevur á henda hátt møguleika at arbeiða sum framleiðari handan miksarapultin.
Tískil verður tað eftir øllum at døma ikki í bræði at Leivur kemur heim til Føroyar at búleikast. Fyribils kunnu vit tó ugga okkum við, at Leivur ikki sjálvur metir tað vera nøkur forðing at vera útiseti, tí tað ber væl til at gera avtalur bæði her og har, og tað er skjótt at ferðast aftur og fram.
Við konsertini í Norðurlandahúsinum í minninum er tað mín vón, at tann eyðmjúki guitarleikarin við tí stóra tónleikinum eisini framhaldandi fer at hava hug at lata fingrarnar sínar merkja ? og ávirka - pulsin í tí føroyska tónleikalívinum.