At síggja til stendur á pappírinum, sum tjóðartingslimurin vísir fram - Recognize Palestina - ella viðurkenn Palestina

Larmur undir røðuni hjá Donald Trump í Knesset

Undir røðuni hjá amerikanska forsetanum vórðu tveir tjóðartingslimir tveittir á dyr

At síggja til stendur á pappírinum, sum tjóðartingslimurin vísir fram - Recognize Palestina - ella viðurkenn Palestina

Tá amerikanski forsetin í dag helt røðu í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, varð hann avbrotin eitt bil, tá aktir lupu inn í salin og tveittu tveir tjóðartingslimir á dyr.

 

Sambært Reuters, sum endurgevur Jerusalem Post, vóru tað tveir politikarar á vinstra veinginum, sum vórðu blakaður út. Hetta hendi, eftir at annar teirra hevði eitt skelti á lofti við áskriftini - "Fólkamorð".

 

Tíðindastovan, Al Jazeera, hevur eina aðra søgu um hendingina og sigur, at ein plakat við áskriftini "Viðurkenn Palestina" varð hildin á lofti.

 

Sambært Al Jazeera varð tað tjóðartingslimurin, Ayman Odeh, sum avbreyt Donald Trump.

 

So, tað er í løtuni eitt sindur ógreitt, hvat veruliga gekk fyri seg í ísraelska tjóðartinginum, tá amerikanski forsetin helt røðu í dag, og teir tjóðartingslimir vórðu tveittir á dyr.

 

##med2##

 

Í røðu síni segði Donald Trump millum annað: 

 

- Vit savnast í dag við gleði, vón og nýggjari trúgv. Hetta er ikki bara endin á einum kríggi, men hetta er eisini endin á einum tíðarskeiði við yvirgangi og deyða, legði hann aftrat.

 

Útlendskir tíðindamiðlar vita at siga, at tá amerikanski forsetin, Donald Trump, kom inn í ísraelska tjóðartingið í dag, varð hann stórliga fagnaður.

 

 

 

At síggja til stendur á pappírinum, sum tjóðartingslimurin vísir fram - Recognize Palestina - ella viðurkenn Palestina