Til minnis um Atla Dam

Nú er ein mánaður liðin síðani Atli P. Dam slóknaði, og vil eg á henda hátt skriva nøkur orð um mín kæra vin, sum var Føroya løgmaður í fleiri ár enn nakar annar higartil, og sum røkti hetta starv sum ein rættur leiðari, bæði hvat galt tey innanoyggja eins og tey uttanlanda krøv, sum hetta embætið krevur.

Vit kendust, frá tí hann kom heim fyrst í sjeytiárunum, eftir deyða pápa síns, og sum løgmaður kom at hava tætt samband við Umboðsstovu Føroya, sum tá var í Aberdeen.

Atli var væl kendur av monnum innan fiskivinnuna eins og tey ministerier í Bretlandi, sum vit máttu samráðast við. Vit høvdu serliga gott samband við fiskimálaráðið í Edinburgh, áðrenn Bretland fór uppí EEC, sum tað upprunaliga navnið hjá EU var, vegna tað at vit høvdu fiskiveiðusáttmálar við Bretland, og í hesum sambandi høvdu vit sera gott samband viðv. veiðuhagtølum og vóru báðir partar vanliga væl nøgdir við hesar sáttmálar. Tá ið Bretland og Danmark fóru uppí EEC, broyttist støðan sjálvandi, vegna tað at Brussel kom inn í myndina.

Nevnast kann í hesum sambandi, at um tað mundi veiddu okkara skip uml. 7% av botnfiskaveiðuni við Føroyar og bretsk skip, eina mest skotsk, uml. 70%, so nógv er broytt.

Sum kunnugt hevði Atli stóran áhuga fyri at fáa betri skipasamband við Skotland, og tá ið "Smyril" varð keyptur í 1975, gjørdist hetta ein møguleiki. Hetta summarið varð avtala gjørd við RNLI, Royal National Life-boat Institution, bretska bjargingarfelagið stovnað fyri uml. 200 árum síðani, og flagg teirra hevur somu litir sum okkara Merkið, men krossurin er í miðjuni. Atli var løgmaður og Petur Reinert, sáli, fiskimálaráðharri, og var hendan vitjan partur í eini roynd at kunna okkara bjargingarfeløg um, hvussu bjargingarbátar hjá RNLI vóru útgjørdir, og hvussu teir vórðu brúktir. Undirritaði var so heppin at verða sjeyndi maður við á hesi minnisríku vitjan. Sigldu frá Buckie til Lerwick, Tvøroyri har Atli og Petur og limir av bjargingarfeløgum, serliga Norðoya, komu umborð, Jógvan Isaksen, skipari, var loðsur okkara. Atli og Petur komu við norður til Hvalba, og vístu teir alt sum hesin bjargingarbátur kundi gera, bæði viðv. bjarging og pumpum o.ø. Vit vitjaðu eisini Sand, Miðvág, Vestmanna so norð um Føroyar á Fuglafjørð, Klaksvík, vitjaðu eisini Viðareiði har vit eisini gistu á nýggja Hotel Norð. Dagin eftir norð gjøgnum Haraldsund til Enniberg, síðani til Trøllanesar og suður gjøgnum Kalsoyarfjørð til Havnar har vit aftur gistu og "Grace Paterson Ritchie" kom at liggja undir havnaskrivstovuni og beint aftanfyri lá "Smyril".

Morgunin eftir var stór grein um "Smyril" har yvirskriftin var "Hvat vit skuldu gera við hetta stóra skipið", ja, mangt broytist á mansins ævi. Við á ferðini vóru Commander Pickles, Deputy Chairman hjá RNLI og skiparin var Lt. Commander Brian Miles, sum var Director Operations og seinni bleiv Director hjá RNLI. Umframt døgurðar á teim ymisku plássunum var Landsstýrið eisini vertur til ein døgurða í Havn, har umframt løgmann og landsstýrið eisini vóru fulltrúar og vinnulívsmenn luttóku og talur vóru hildnar, eins og spurningar vóru settir um hvat RNLI kundi avrika. Av Havnini fóru vit til Kirkwall, har báturin hevði støð. Ein sera væleydnað vitjan. Sum fleiri av okkara sjómonnum kunnugt hava vit oftani fingið hjálp frá RNLI, tá ið hjálp hevur verið okkara skipum fyri neyðini við bretsku strendurnar.

Ætlanin at seta "Smyril" inn í siglingina uppá Scrabster summarmánaðirnar var ikki so heilt líka til, og var neyðugt at samráðast við teir ymisku myndugleikarnar í Skotlandi h.v. Minnist væl at eg fekk boð um at koma til Wick at taka ímóti leiguflogfari við Atla, Finnboga Isaksen, landsstýrismanni, sum hevði Strandferðsluna, Thomas Arabo, stjóra, Sigurð Simonsen, ferðamannastjóra, sum skuldu koma niður til samráðingar við Scrabster Harbour Trust, H M Customs and Excise, H M Immigration, Highland and Islands Development Board, Highland Regional Council, P and O Scottish Ferries, Highland and Islands Constabulary, hesir fundir skuldu vera í Thurso, Wick, Inverness, Aberdeen og Glasgow. Men sunnudagur var, og lufthavnin í Wick var stongd. Noyddist so at spyrja lufthavnina í Inverness um gjørligt var at koma hagar, jú, men teir máttu fáa samband við ein Immigration mann - sunnudagur var, og hesin var í kirkju. Teir sendu boð til prestin, sum av talarastólinum, spurdi um Immigration maðurin var til staðar, og hesin var so biðin um at fara til lufthavnina at taka ímóti føroysku sendinevndini. Vit fóru so norður til Thurso, og fundir vóru so við nevndu stovnar í nevndu plássum, og úrslitið var gott og allir vóru positivir. Úrslitið var siglingin uppá Scrabster. Spurdir av teimum her, um hvussu nógv ferðafólk vit væntaðu fyrsta summari, søgdu vit ca. 2.500 og minnist meg rætt, bleiv talið ca. 4.500 umframt bilar. Tá ið 4 ár vóru farin aftur um bak, hevði "Smyril" flutt fleiri ferðafólk til og frá Scrabster enn íbúgvaratalið í bæði Caithness og Sutherland.

Atli er tann løgmaður sum oftast hevur vitjað í Bretlandi, og tey árini "Smyril" sigldi uppá Scrabster, vitjaði hann Skotland við familju hvørt summar. Tað sum einamest eykendi Atla var trúfesti, og eg kann nevna at eg øll árini til jólar, eisini seinastu jól, havi fingið føroyskan mat frá Atla, turra grind, spik, skerpikjøt, turran og ræstan fisk, lundar o.a.
Vit minnast Atla við takksemi og okkara samkenslur eri við Sólvá og familjuni, sum so óvæntað hava mist mann, pápa og abba.

Friður veri við minninum um Atla P. Dam.

Á grækarismessu í Aberdeen 2005.

Sofus Poulsen.