Torbjørn Jacobsen: Eg kenni meg ikki veikari

Sambært sitandi landsstýrismanni í undirvísingar- og mentamálum, Torbjørni Jacobsen, er støða hansara í landsstýrinum óbroytt, hóast kanningarstjórin týsdagin reinsaði Signar á Brúnni

Týsdagin varð Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður, reinsaður fyri ákærurnar um at hava brotið stýrisskipanarlógina.

Men hann sleppur neyvan aftur í landsstýrið, tí beint undan ólavsøku varð Torbjørn Jacobsen settur sum landsstýrismaður og yvirtók harvið málsøkini, sum Signar á Brúnni røkti, til hann fór frá í vár.

Torbjørn Jacobsen var sjálvur av heitastu talsmonnum fyri, at Signar á Brúnni skuldi frá, eftir at løgtingsgrannskoðarin var komin til ta niðurstøðu, at Signar hevði brotið stýrisskipanarlógina.

Men spurdur um tað ikki kennist eitt sindur løgið, sjálvur at sita í stólinum hjá Signari á Brúnni, ið hann var fortalari fyri skuldi fara frá, nú Signar er vorðin reinsaður, sigur Torbjørn:

? Eg segði bara tað, at um so var, at Signar á Brúnni hevði brotið stýrisskipanarlógina, so var tað rætt at hann fór frá. Tað var líkamikið um tað var Signar á Brúnni ella onkur annar landsstýrismaður. Tað var prinsippi í tí, at hevur ein landsstýrismaður brotið lógina, so eigur hann at fara frá. Tað var ikki eg sum koyrdi Signar frá, og eg havi einki útistandandi, sum eg skal føla meg illa um.


Í somu støðu sum fyrr

Nýggi landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum kennir seg heldur ikki veikari, hóast grundarlagið undir ákærunum ímóti Signari á Brúnni og soleiðis eisini undir at landsstýrissessurin gjørdist leysur, nú er rapað.

? Eg kenni meg vera í somu støðu nú, sum tann dagin tá avgerðin varð tikin, um at eg skuldi vera landsstýrismaður. So leingi sum eg ikki havi fingið annað signal frá flokkinum, so broytist tað ikki, sigur Torbjørn Jacobsen.

Hann heldur ikki at tað í sjálvum sær hevur ávirkan á sína støðu sum landsstýrismaður, at Signar á Brúnni er vorðin reinsaður fyri ákærurnar, sum løgtingsgrannskoðarin legði á hann.

Tað var ein avgerð hjá flokkinum at eg skuldi vera landsstýrismaður, og tað má vera flokkurin, sum tekur avgerð um hvør mín framtíð í landsstýrinum verður.

Torbjørn Jacobsen sigur seg einki vita um hvat flokkurin ætlar at gera burtur úr nýggju støðuni.;rdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt.

Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kanningina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Signar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur.

So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki.

Fyri næstan tveimum vikum síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handanarbrævið omanfyri bøgarðarnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen endaliga settur sum landsstýrismaður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á innanhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni.

Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum honum varð lovað, um hann varð reinsaður av kanningarstjóranum.