Tað sýgur í búkinum, tá ið eg komi á nýggj úrslit

- Bretar siga, at "science is like going to church", at gransking er bæði hátíðarlig og álvarslig. At granska kann vera sera hart til tíðir, tú fært nógv niðurløg tilsamans, men tá ið tú sært nýggj úrslit, ið ikki eru komin menniskjanum í hendi áður, sýgur tað í búkinum. Og tá ið úrslitið at enda er latið úr hondum, er tað ein sæl løta, sigur Dánjal Petur Højgaard, sum fyri stuttum vardi doktararitgerð í sníkfrøði.

Tey fægstu hava vist eina ímynd um, hvat sníkfrøði merkir. Orðið stavar av latínska parasitus, ið merkir sníkur ella snultigestur, í djóraheiminum ein lívvera, sum livur á aðrari lívveru. Sníkur er gamalt orð í føroyskum, Jens Chr. Svabo skrivaði tað niður um aldaskiftið til 19. øld.

Í august mánaði vardi Dánjal Petur Højgaard, havlívfrøðingur, ættaður úr Rituvík og búsitandi í Søldarfirði, PhD-ritgerð í sníkfrøði, sum hann kallar "Aspects of the Life Cycle of Whalewhorm and its infection of Saithe" á Marinbiologiska Laboratoriuminum í Helsingør.

Umframt Dánjal Petur Højgaard hava tvey fólk í Føroyum doktaraheiti innan havlívfrøði, Arne Nørrevang um botndýr í havinum, Dorete Bloch um grindahval, og eini 3-4 onnur eru ávegis við doktararitgerð innan havlívfrøði.

- Saman við øðrum granskingarøkjum hevur tað stóran týdning fyri andlitið hjá føroyingum úteftir, at føroyingar sjálvir hava nøkur fólk við doktara-førleika innan gransking av tí, ið í havinum býr, sigur Dánjal Petur Højgaard.


Nýggjur íblástur neyðugur

Tankin um at granska og skriva doktararitgerð í sníkfrøði hevur spøkt við jøvnum millumbilum, síðani Dánjal Petur varð liðugur við serritgerð í lívfrøði í Bergen í 1980. Sjálvur lesturin fór fram í Odense.

- Eg hevði øgiliga eldhugaðar lærarar, tá ið eg las á sinni, og tí havi eg ongantíð slept áhuganum fyri hesum evninum. Tá ið eg kom aftur til Føroya fór eg í arbeiði á Havsbrún, og fekk júst um endan á svartkjaftarokinum. Tí kundi eg í ein mun brúka áhugan og kunnleikan har, sigur Dánjal Petur.

- Sum fiskivinnutjóð eru Føroyar ógvuliga heftar av fiski og øllum sum eru í havinum. Men kunnleikin um tey dýrini, sum liva á fiskinum er heldur lítil, bæði tann lívfrøðiligi parturin og tann søluligi. Øll hesi viðurskifti eru av týdningi at kenna, um vit skulu hava nóg góðan kunnleika um okkara grundarlag. Í 1986 var eg á einum granskaraskeiði í Bergen, sum var um allar hugsandi fiskasjúkur, ið eru í alilaksi. Har hevur sjúkraparturin stóran týdning. Tað vísir seg, at tær sjúkurnar, sum eru í havinum altíð enda í einum alibrúki. Tá eg so samstundis var troyttur og overvaður av mínum lærarastarvi, sá eg møguleikan at fara at granska, sigur Dánjal Petur.

Áðrenn hann av álvara fór undir granskingina undirvísti hann í lívfrøði, fiskivinnu og evnafrøði í 10 ár í studentaskúlanum í Eysturoy. Umstøðurnar vóru ógvuliga truplar í Gøtugjógv, men læraraliðið var fyrstu árini blaðungt og hugsjónarligt.

- Sum tíðin líður, minkar orkan og fakligi kunnleikin hjá einum sum lærara. Vit klára akkurát undirvísingina og eftir 5-10 árum er fakliga stigið lækkað so mikið nógv, at tú hevur brúk fyri nýggjum íblástri og kunnleika, sigur Dánjal Petur.

Um sjálvt granskingararbeiðið kann brúkast í undirvísingini, sigur Dánjal Petur.

- Okkurt jú, men eg royni ikki at plága næmingarnar ov nógv við tí.


Ikki nóg nógv satsað

Verkætlanin hjá Dánjal Peturi hevur verið at granska lívringrásina hjá hvalormi gjøgnum dýraplankton, serliga krill, fisk og grindahval. Granskingin er býtt í tveir partar. Fyrri partur er um kanningar av eggum og larvum hjá hvalormi, ið vanliga finnast í fiskasløgum sum sild, svartkjafti, toski, upsa og øðrum, og seinni partur er um kanningar, ið eru gjørdar av seiði og upsa. Arbeiðið er farið fram á tann hátt, at royndir hava verið tiknar, sum fevna væl og virðiliga um økið. Tað sum onnur hava kannað av líknandi fiskasløgum hevur verið nærlisið, tí sum Dánjal Petur tekur til, byggir ein víðari á tað, sum onnur hava gjørt. Síðani koma kanningarnar sjálvar, so talviðgerðin og at endað tulking av kanningarúrslitunum. Og sjálv skrivingin er ikki minni arbeiði.

- Fiskivinnan kann beinleiðis gera nýtslu av pørtum í ritgerðini. Upsin er lítið kannaður, so fiskivinna í øðrum londum kann eisini fáa gagn av úrslitunum. Eg havi fingið fyrispurningar alla møguliga staðni frá, men hvat eg geri við teir, veit eg ikki. Mítt arbeiði setir kanska gongd á gransking aðra staðni, tí verkætlanin hjá mær nemur eisini við viðurskifti, sum ikki eru nóg væl kannað enn og sum áttu at verðið kannað.

- Seinastu árini er hent nógv í Føroyum, vistfrøðin verður raðfest hægri og verður kannað í ein størri mun. Men tað hevur verið alt ov lítið satsað og tað vantar nógv, áðrenn vit skilja vistfrøðina nóg væl. Samanbera vit okkum við Noreg, brúktu norðmenn fyri 10 árum síðani 70-80 mill. kr. uppá at kanna Barentshavið, og tí vita teir í dag, hvussu vistfrøðiskipanin virkar í havinum. Og prísurin teir rindaðu er minni, enn hvat ein trolari kostaði fyrr. Høvdu vit satsað í sama mun, kendu vit allar vistfrøðiligu mekanismurnar í havinum. Tað gera vit ikki í dag, men tað sær kortini út til, at okkurt hendir, tí tað eru grunnar, sum veita fígging til kanningar av føroyska og norðuratlantiska havøkinum, sigur Dánjal Petur.

Arbeiðið við granskingini hevur tikið í alt fimm ár. Tvær reisur hevur hann verið í farloyvi í eitt ár í senn uttan løn. PhD-verkætlanir verða tiknar so mikið álvarsliga, at fígging fæst úr ymsum grunnum. Líka frá byrjan hevur Dánjal Petur havt gott samstarv við Fiskirannsóknarstovuna, Náttúrugripasavnið, Biofar og Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, og partur av arbeiðinum hevur verið gjørt á hesum stovnum umframt á Marinbiologiska Laboratoriuminum í Helsingør.

- At arbeiðið hjá mær hevur verið so væl stuðlað hevur nakað at gera við, at tað er innan fiskivinnu og alivinnu, men eisini vistfrøðina. Granskingararbeiðið hjá mær er bæði alment og grundgransking.

- Fært tú orðað eina PhD-verkætlan og tað verður góðkent, so lættir tað um at fáa fígging og verða tikið í álvara. Tað liggur einki meiri aftanfyri, at eg eri farin undir hesa verkætlanina. Hinvegin viðførir góðkend PhD-ritgerð millumlanda váttan um dygd av kanningararbeiðinum á hægsta akademiska stigi, sigur Dánjal Petur.

- Tað er ótrúliga spennandi at granska og staðfesta nýggj úrslit. Í menniskjanum liggur eitt natúrligt forvitni at koma fram á nakað nýtt og at vísa, hvussu fjølbroytt og fantastisk náttúran kann vera. Tað kann samanberast við at finna eina nýggja stjørnu. Tað var har áðrenn vit funnu tað, men við at granska ert tú við til at vísa tað fyri menniskjanum og skjalprógva tað.

- Granskingararbeiði kann vera sera hart til tíðir. Tú fært nógv niðurløg tilsamans, men við miðvísum og hørðum arbeiði og treiskni er møguligt at koma á mál. Inn ímillum eru bergtakandi løtur, har tað knappliga gleppur, tú sært nýggj úrslit, ið ikki eru komin menniskjanum í hendi áður. Tað sýgur í búkinum. Og tá ið úrslitið at enda, eftir kanska at verða skrivað umaftur 8-10 ferðir, er latið úr hondum og møguliga prentað, er tað ein sæl løta.

- Bretar siga, at "science is like going to church", at gransking er bæði hátíðarlig og álvarslig í botn og grund. Tað ljóðar so stórfingið, men tað er nakað um tað. Granskingin kann vera en lovprísan av skapanarverkinum og ein liður í tí at undrast enn meiri.


Útbúgving ein íløga

Sum lærari í nógv ár á studentaskúlanum í Eysturoy hevur Dánjal Petur sæð, hvussu skúlaverkið hevur verið skorið inn á bein.

- Raðfestingin av skúlanum er og hevur verið lág, og skulu vit bara droyma um fullveldi er tað ikki nøkur gongd leið at spara og niðurpína skúlan, bæði í sambandi við nýbyggingar og játtanir til undirvísing. Fyri komandi ár síggja vit, at meiri er sett av til skúlaverkið á fíggjarlógini. Í áttatiárunum var raðfestingin ein heilt onnur, tá var tað fiskivinnan og flotin, sum skuldi byggjast út. Framvegis verða tíggjutals milliónir játtaðar til meturvís av eyka kajplássi, ið kanska longu er gjørt fáar kilometrar landfast frá sama staði.

- Skúlarnir eiga at verða hildnir við líka væl og virðiliga. Vend má koma í raðfestingina móti tí mentanarliga økinum, um føroyingar skulu fóta sær sum tjóð. At gera íløgur í skúla og mentan loysir seg altíð, tí pengarnir koma fleirfaldaðir aftur í samfelagið, sigur Dánjal Petur.

Hann líknar skúlaverkið við eina eplaveltu, har øll stigini í arbeiðsgongdini eru bundin at hvør øðrum. Fólkaskúlin er at sammeta við veltingina sjálva, grundarbeiðið verður gjørt, fløgini loyst, kanska saksað eitt sundur og taðað. Miðnámsskúlarnir og aðrar útbúgvingar eru at samanbera við niðursetingina av seteplum og spíringin víðari. Fjálgast má um seteplini og ansast skal eftir, at nálin ikki brotnar. Víðari útbúgvingar eru so føgru bløðkurnar við hvítum og violettum blómum. Fruktin av eplaveltuni er vanliga fleirifold.

- Júst soleiðis eru útbúgvingar fyri samfelagið alt, tað gevur altíð nógv meiri aftur til samfelagið enn tað kostar. At tosa um útbúgvingar sum útreiðsla er eftir mínum tykki burturvið, tí tær eru lívsneyðugar íløgur fyri tjóðina sigur Dánjal Petur.

- Gomlu politikararnir skilja ikki hetta, teir hugsa meiri um tons og kaj. Tí eiga vit at satsa og seta okkara álit á nýggja ættarliðið og loyva teimum at koma framat, soleiðis at tilfeingið verður nýtt betri og verulig gongd kemur á. Og eg haldi, at hetta ættarliðið er á veg. Tað havi eg sæð og síggi til dømis í skúlanum.


Ytstu mørk

Seinna farloyvisárið hjá Dánjal Peturi gjørdist samstundis eitt slag av barnsburðarfarloyvi. Dánjal Petur og konan Annemia fingu eftir 20 ára barnleyst hjúnlag eina dóttir, Arnfríð Petru, sum í dag er fýra ár gomul.

- Allur eins hugaheimur broytist, tá ið eitt barn er komið, tú hugsar øðrvísi um nærum øll lívsins viðurskifti. Dótturin er altíð fremst í huga, og tað var heilt fantastiska spennandi og gevandi upp á allar mátar at vera heima hjá henni, tá ið hon var lítil. Tað skuldi verið lógarkravt, at pápar kundu verið heima fyrsta árið, meðan barnið er lítið. Í dag síggja vit, at páparnir í nógv størri mun enn fyrr taka lut í familjulívinum og síggja størri virði í tí. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu stóran sakn pápar fyrr í tíðini hava kent, sum hava verið á sjónum og ikki sæð familjuna í longri tíðarskeið, sigur Dánjal Petur.


Heimbygdin dregur

Hvussu framtíðin sær út og um Dánjal Petur heldur fram at granska fer tíðin at vísa.

- Tað tekur rúma tíð at koma fyri seg aftur eftir eina slíka verkætlan, men samstundis verður sagt, at ein eigur at halda fram beinanvegin fyri ikki at koma heilt burtur úr tí. Eg taki eitt-tvey ár í senn. Tað besta hevði verið, um eg kundi sameinað undirvísing og gransking.

- Granskingartilveran er rættiliga ótrygg, og tað týðir nógv fyri meg, at dóttur okkara fær ein tryggan og góðan uppvøkstur, har eg ikki flakki ov nógv runt í ymiskum londum. Granskararnir eg havi hitt uttanlands eru sjáldan á einum stað meiri enn eitt-tvey ár í senn, og tey vita ongantíð fyri vist, um tey hava breyð í munnin eitt ár fram.

Og heimbygdin, Rituvík, dregur. Hóast teimum dámar væl, har tey búgva í Søldafirði, er tað ein dreymur at flyta aftur til Rituvíkar.

- Tað er nakað serligt við tí staðnum, har tú vaks upp, Yviri í Enda, Handan fyri Brekku ella "á Nabbanum", sum tað onkuntíð hálvt skemtandi verður tikið til. Eg eri sera takksamur fyri at vera vaksin upp í eini føroyskari bygd, fyri minnini eg havi, fólkini eg havi kent og arbeiðið, eg havi havt høvi at taka lut í. Bygdarlívið rúmaði og rúmar framvegis nógv og týdningarmikið menniskjalig virði. Tryggleikin at síggja kend støð og fólk. At hoyggja um summarið, at velta um várarnar, at taka epli upp um heystið er vorðið eitt "must" fyri meg. Um okkurt er lopið um okkurt árið er tað sum okkurt vantar. Tað er gott fyri bæði likam og sál at nýta hendurnar og seinni síggja eitt úrslit - og samstundis vita, at tú varð við til at halda viðlíka tað, ið fedrarnir løgdu inn, sigur Dánjal Petur Højgaard at enda í viðtali.