vitja lond í Suðuramerika, og gongst sum ætla, verða teir ikki heima aftur fyrr enn einaferð í mai mánaði næsta ár. Teir fimm eru Theodor Olsen, Dánjal Hoydal, Magnus Samuelsen, Sveinur Rasmussen og Mads Hoydal [...] ætla verða vit ikki heima aftur í Føroyum fyrr enn í mai mánaði, men tað veldst sjálvandi um hvussu vit trívast, og hvussu verður við pengum. Vit kunnu so altíð bróta ferðina av, hava vit ikki hug til at halda [...] Theodor Olsen. Theodor Olsen og Dánjal Hoydal hava gjørt ymiskt freelance arbeiði fyri Sosialinum farnu tíðina, og teir ætla eisini at lata frætta frá sær gjøgnum blaðið. Um ikki so langa tíð vóna vit at fáa
skaptur, um hann hevur sterkan rygg, hvussu ullin sær út, at ikki ov nógv broddur er í og at hon ikki er ov opin, og at hornini eru góð, at tey t.d. ikki veksa inn í høvdið. Josef átti tann besta Á sýningini [...] lagdur á, at brundarnir hava góð bein. Eru beinini vesalig, og standa teir ikki væl, er størri vandi fyri, at klára seg ikki, so vandin fyri brundsviki verður størri. Annars leggja teir m.a. stóran dent [...] Sumba, Vági, Porkeri og av Tvøroyri. Hvalba og Sandvík eru avbyrgd fyri ridluskriða, so haðani er ikki loyvt at føra seyð av bygd. Dómarar vóru Eliesar Poulsen úr Hvalba, Petur Karl av Rana úr Trongisvági
arnir. - Hví hava starvsfólkini ikki gjørt vart við trupulleikarnar á stovninum? - Vit eru hampafólk, og vóru ikki áhugað í at siga frá hesum í fjølmiðlunum. - Kortini søgdu vit stýrinum frá, hví vit fóru [...] starvsfókaviðurskiftini á ALS, har onnur fólk hava verða sett, hóast størvini ikki eru lýst leys. Ein kvettroynd - Tað hevur ikki verið minni enn eitt kvetti, hvussu størvini hava verið sett. Stjórin hevur [...] nærmastu vinir og kenningar, sigur Unn Kruse. - Hóast ALS ikki er almennur stovnur, átti slík framferð at fingið avleiðingar? - Tú kanst siga, at ALS ikki er almennur stovnur, men løgfrøðiliga er hann tað, av
men so kom steðgur í. Tað hevur kortini gingið væl, sigur Rúni Joensen. Tá embætisbólkurin er liðugur, skal uppskotið viðgerast á politiskum stigi. Embætisbólkurin hevur ikki havt til uppgávu at seta krónuupphædd
hvussu framtíðin verður við grunninum er enn ikki vist. Landsstýrið arbeiðir við eini nýggjari skipan - eini vinnuframaskipan, men hesar ætlanir eru kortini ikki komnar nóg langt enn. Um Ídnaðargrunnurin [...] stjóri í Ídnaðargrunninum øll árini, síðani grunnurin varð stovnaður í 1971. Men Ídnaðargrunnurin er ikki tann sami, sum hann hevur verið. ? Vit mugu siga, at Ídnaðargrunnurin er ein útlánsgrunnur, sum er [...] Menningargrunninum, hvørs fyrisiting nú verður løgd saman við Ídnaðargrunninum. - Men talan verður kortini um hvør sín grunn, leggur Ólavur Arge dent á. Umframt hesar báðar grunnarnar, so umsitur Ídnaðargrunnurin
Tænastan kostar tað sama sum eitt nú »sperr við loynitali« ella »víðaristilling«. Tað verður kortini ikki gjørligt at síggja nummarið hjá teimum, sum hava loyniligt nummar. Onnur tænasta, sum telefonverkið [...] Telefonin hjá Óla ringir, og hann óttast, at tað er hon sjálv, sum ongantíð gevst at meyla. Men hann kann ikki bara sær, og hvør er so í horninum? Jú, sjálvandi er tað hon. Telefonin hjá Ásu hevur í fleiri kvøld [...] »Tráðurin«, sum næstu dagarnar verður borið í hvørt hús. ? Men í næstum verða hesir trupulleikarnir ikki til longur, sigur Telefonverkið. Øll tey, sum eru knýtt at digitalsentralum og sum keypa sær eina
um tað var rætt at gera tunnil undir Vestmannasund. Men soleiðis er ikki nú, sigur hon. Tað er neyvan fólk í Vágum í dag, sum ikki er fyri, sigur Thurid Olsen. Og tað sær út til, at rákið er vent aðrastaðni [...] Felagskommunan í Vágum hevur við vilja hildið lágan profil, meðan málið hevur verið fyri. Men tey hava kortini fylgt gjølla við, hvussu leikur fór. Millum annað er Felagskommunan limur í Vága Vinnufelag, sum [...] sum hevur arbeitt nógv við málinum. Enn er hendan støðan so nýggj, sigur Thurid Olsen, at hon er ikki viðgjørd í Felagskommununi enn. Men eingin ivi er um, at fólk eru sera hørm um tað, sum nú er hent.
husjónarliga eri eg ikki samdur við Eilif Samuelsen, tá hann sigur, at kommunur ikki skulu luttaka í vinnulívinum. Her má tað vera so, at tá tað privata ikki røkkur, og tað er sanniliga ikki so sjáldan, so [...] javnaðarmann kortini, sum hann kann brúka sum syndabukk. Men innast inni dugi eg ikki at síggja, hvat tað skal tæna, at partapolitisk spjøldur verða hongd á kommunuskuldina. Tað ger tað ikki lættari at gjalda [...] røttum eigur tey, men ikki kemst uttanum, at Eyðun Viderø frøist við at kunna endurgeva tey, og tað skal eingin ivast í, at hann tekur undir við teimum av heilum hjarta, hóast hann ikki er maður nokk til
F.K.F. helt at lógin var rætt og slætt mannminkandi fyri kommunur og ikki minst fyri Tórshavnar kommunu. Býráðið í Havn lat kortini bara standa til. Tá ið lógin var komin í gildi, tá fóru teir at leita [...] landsbyggireglugerð har innbygt var at fáa byggivaldið frá kommununum og yvir til landið. Um F.K.F. ikki hevði arbeitt við hond og fót ímóti hesum, so var tað hent. Í sambandi við ivamálið um byggivald har
handlar, sum ikki eru limir. Hinvegin eru ikki allir limir handlar. T.d. er kunningarstovan limur. Hon sigur, at ein avgjørt styrki hjá teimum, er, at handilslívið er so fjølbroytt. Ikki minst er tað [...] nakrir handlar, sum ikki hóraðu undan. Men tað eru enn fleiri, komnir afturat enn teir, sum lótu aftur. Og at síggja nýggjar handlar lata upp á eystara armi á Skálafjørðinum, er ikki nøkur sjáldsom sjón [...] handlar eru lætnir upp, merkir tað ikki, at allir trupulleikar eru av. Tað hevur verið sera strævið at hava handil hesi árini. Og tað er strævið enn. Men kortini tykist tað, sum um tað er komið eitt