Mánadagin 1. desember legði Trúgvi Árting frá sær sum stjóri í Ídnaðargrunninum, og samstundis tók nýggi stjórin, Ólavur Arge við. Trúgvi Árting, sum fyllir 75 í mars, hevur verið stjóri í Ídnaðargrunninum øll árini, síðani grunnurin varð stovnaður í 1971.
Men Ídnaðargrunnurin er ikki tann sami, sum hann hevur verið.
? Vit mugu siga, at Ídnaðargrunnurin er ein útlánsgrunnur, sum er í minking, sigur Ólavur Arge, sum seinastu tíðina hevur sitið sum leiðari í Menningargrunninum, hvørs fyrisiting nú verður løgd saman við Ídnaðargrunninum.
- Men talan verður kortini um hvør sín grunn, leggur Ólavur Arge dent á.
Umframt hesar báðar grunnarnar, so umsitur Ídnaðargrunnurin eisini Grunn Ferðavinnunnar og Vakstrarhúsgrunnin.
Lógin fyri Menningargrunnin er farin úr gildi gildi, og nýggj lóg varð gjørd, sum hevi til endamáls at krevja inn ágóða grunsins og at gjalda skuld. Hesum arbeiði hevur Ólavur Arge so staðið fyri.
Ídnaðargrunnurin hevur sum er ikki møguleikar at læna pengar út, tí útlánsrentan er so høg. Í lógini fyri grunnin stendur, at útlánsrentan skal vera eitt prosent hægri enn rentan í 60-Milliónagrunninum - og tað 10,5%.
Í løtuni starvast trý fólk í Ídnaðargrunninum, men hvussu framtíðin verður við grunninum er enn ikki vist. Landsstýrið arbeiðir við eini nýggjari skipan - eini vinnuframaskipan, men hesar ætlanir eru kortini ikki komnar nóg langt enn.
Um Ídnaðargrunnurin tá verður loystur av, ella um tann skipanin verður løgd afturat er ikki greitt enn, sigur Ólavur Arge.










